hósdagur 5. januar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 4 - 5. januar 2006
Nr. 4 • hósdagur • 5. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Tottenham
heldur
kósini
Tottenham vann í
gjárkvøldið torføra
útidystin ímóti
Manchester City og
heldur harvið fast
um fjórða plássið
Premier League
Stefan í Skorini
Við einum máli í hvørj
um hálvleiki tryggjaði
Tottenham sær trý týdn
ingarmikil stig í einum
annars sera torførum úti
dysti.
Robbie Keane skoraði
til 1-0 fyri steðgin, og
egyptarin Mido økti til
endaligu støðuna 2-0 í
seinna hálvleiki.
Við hesum úrslitinum
liggur Tottenham fram
vegis væl fyri á fjórða
plássi, og útlit eru fyri,
at Spurs fer at vinna sær
luttøku í Champions
League fyri fyrstu ferð
nakrantíð.
Liðið
er
bert eitt stig aftanfyri
Liverpool, og hetta var
eisini fjórðu ferð uppí
slag, at málið varð hildið
reint.
---
Chelsea
leigar
Maniche
Ensku meistararnir úr
Chelsea hava styrkt
liðið við portugisiska
miðvallarleikaranum
Maniche, ið Chelsea
hevur lánt úr Dynamo
Moskva, tað sum er eftir
av
kappingarárinum,
hetta skriva heimasíðan
hjá felagnum.
Maniche er læntur sum
avloysari fyri Michael
Essien, ið er skaddur í
løtuni. Maniche eitur
í veruleikanum Nuno
Ricardo Oliveira Ribeiro,
og hevur áður spælt undir
Chelsea venjaran José
Mourinho í Benfica og
Porto.
Í Porto var sterki
miðvallarin
ein
av
stuðulsspælarunum á
liðnum, ið vann tvey
portugisisk meistaraheiti,
steypafinaluna, UEFA
Cup og Champions
League. Hann hevur
harumframt verið ein
týdningarmikil spælari á
portugisiska landsliðnum,
síðan hann spældi fyrsta
dystin í 2003.
Maniche fall ongantíð
til í Dynamo Moskva,
aftan á at hann í summar
var keyptur úr Porto, sum
dýrasti leikari nakrantíð í
russiskum fótbólti fyri 16
milliónir Evrir.
-NuD
Ein vøddaskaði fyri jól
mundi leiða minnini
aftur á skaðaárini í
Arsenal. Talan var tó
um lítlan skaða, og
væntandi verður Ingi
partur av hópinum,
tá eykaliðið hjá
Birmingham spælir
dyst komandi mánadag
Útiseti
Jákup Mørk
Fremsta orsøkin til, at Ingi
Højsted í fjør valdi at koma
aftur til Føroya, vóru mongu
skaðarnir, sum støðugt arg
aðu føroyska spælaran í
Arsenal. Skaðar, sum seinasta
árið høvdu við sær, at Ingi
ongantíð av álvara kom í ta
venjingarstøðu, sum er krav í
einum enskum stórfelag.
Í fjør gekk tó øðrvísi betri.
Við B36 var hann partur
av liðnum, sum gjørdist før
oyameistari. Ingi varð eftir
kappinginarárið kosin sum
ársins stjørnuskot í føroysku
landskappingini, og hann
megnaði eisini at bíta seg
fastan á landsliðsmiðvøllin.
Alt avrik, sum tilsamans
førdu til eina endurupplívan
av yrkisdreyminum, tá Birm
ingham seint í fjør gjørdi
sáttmála við Inga.
Síðani hevur Ingi vant
við Birmingham, men
stutt fyri jól fekk hann ein
lítlan hvøkk. Hetta tá teir í
felagnum eftir lokna venjing
runnu nakrar stuttar spurtir.
– Talan var tíbetur ikki
um sama slag av skaða,
sum Ingi fyrr hevur havt
trupulleikar av. Hann fekk frí
í nakrar dagar, og tað hevur
loyst trupulleikan, sigur
Jákup í Stórustovu, sum er
umboðsmaður hjá Inga.
Eftir at fyrsti mánaðurin
bert hevur boðið upp á venj
ing hjá Inga, vónar føroyski
spælarin nú, at dystir eisini
koma á skránna. Spæliloyvið
varð flutt til Onglands um
ársskiftið, tá sonevnda
transfer-vindeygað aftur læt
upp, og tí kann Ingi nú spæla
dystir fyri nýggja felagið.
Eisini í Premier League, um
boð verða eftir honum.
Í fyrsta umfari er tó vænt
andi, at talan verður um
dystir á eykaliðnum. Hesir
skulu mánadagin spæla
móti Manchester City, og so
verður spennandi at síggja,
hvørt Ingi verður í hópinum
til tann dystin.
Tað er at kalla ein sjálvsøgd
uppgáva hjá einum ítróttar
felag í fremstu røð, at hetta
eisini hevur sína egnu heima
síðu. Slíka hevur KÍ eisini
havt í fleiri ár, og sum so
mundi felagið eisini vera
millum pionerarnar í hesum.
Ikki minst tí KÍ saman við
HB í drúgva tíð var tað felag,
sum hevði best umtóktu fót
bóltsheimasíðuna.
Seinasta árið hevur tó
verið so sum so við dagfør
ingunum á síðuni. Einamest,
tí orkan fyri tað nógva hevur
verið løgd í at gera n‡ggja
heimasíðu. Dagfestingin
fyri, nær nýggja síðan skuldi
koma á netið, hevur fleiri
ferðir verið útsett, men nú
er bíðitíðin so av.
Á
slóðini
www.ki-
klaksvik.fo kemur nú spild
urnýggj heimasíða fram,
har tíðindi frá bæði KÍ og
Stjørnuni eru at síggja. Enn
eru dagføringarnar ikki so
nógvar og nýggjar, men
sum skilst, so verður arbeitt
við at eisini hesin parturin
skal gerast meira støðugur.
Og verður hann tað, so er
einki at ivast í, at bæði KÍ-
fjepparar og onnur tá hava
eina síðu, sum verður eitt
sera áhugavert vitjunarstað.
-mørk
Ingi fekk ein hvøkk
Spæliloyvi er nú komið til
Onglands, og vónandi verður
Ingi partur av hópinum hjá
Birmingham, tá eykaliðið
mánadagin skal takast við
Manchester City
Spennandi KÍ-síða