hósdagur 5. januar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 5. januar 2006
23
Starvsfólk søkist
til arbeiði uttanlands 2006
Vit sóknast eftir nógvum dugnaligum fólkum til
arbeiði uttanlands.
Vit søkja eftir maskinmeistarum, maskinsmiðjum,
rørleggjarum ella fólki við royndum innan nevndu
fak.
Upplýsing um arbeiði fáast við at venda sær til:
370 Miðvágur
Tlf. 332 442 • Fax 333 222
Ella skriva ein teldupost til jakup@oilwind.fo
Útibarnagarðurin
í Miðvági
Søkt verður eftir pedagogum til
Útibarnagarðin í Miðvági
Stovnslýsing:
Í útibarnagarðinum ganga 64 børn í aldrinum
3-7 ár, og her starvast 14 fólk. Vit húasast í einum
gomlum, hugnaligum nýumvældum bygdaskúla.
Barnagarðurin er skipaður soleiðis:
• Á Loftinum ganga 18 børn í aldrinum 5-7 ár
• Á stovuni hjá Ternunum ganga 14 børn í
aldrinum 3-5 ár
• Á stovuni hjá Títtlingunum ganga 14 børn í
aldrinum 3-5 ár.
• Á stovuni hjá Spurvunum ganga 11 børn í
aldrinum 3-5 ár.
Størvini:
Talan er um pedagogstørv, sum verða sett 1.
februar ella eftir nærri avtalu. Meira fæst at vita
við at seta teg í samband við barnagarðin.
Vit vænta av tær:
• At tú hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi
• At tú ert sjálvstøðug(ur)
• At tú tekur ábyrgd og hevur gott yvirlit í tínum
arbeiði
• At tú ert nærverandi og vísir umsorgan fyri
hvørjum einstakum barni
• At tú vísir áhuga fyri tínum arbeiði og hevur
hug, hegni og ikkki minst hugflog at arbeiða
við børnum
• At tær dámar at vera úti og tekur náttúruna sum
ein týðandi og sjálvsagdan part í arbeiðinum.
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til
leiðaran á tlf. 333738 ella 223429.
Umsóknir við møguligum prógvum, royndum og
viðmælum skulu vera Barnagarðinum í Miðvági í
hendi seinast 25. januar 2006.
Hølir til leigu
Í bygningi okkara á matr. 252b, har Bónus heldur til,
verða 700 fermetrar bjóðaðir út til leigu.
Hølini eru væl egnað til handlar, kontór, goymslur
ella okkurt heilt annað.
Hølini kunnu leigast partvís ella undir einum. Stórt
parkeringsøkið til kundar er runt um bygningin.
Nógv ferðsla er dagliga inn á økið til nýggja Bónus
handilin og umstøðurnar til aðrar handlar er framúr
góðar. Vit vilja luttakað í at byggja um- ella tillaga
hølini til røttu leigararnar.
Bygningurin liggur við høvuðsvegin til og frá
flogvøllinum.
Áhugað kunnu venda sær til:
370 Miðvágur
Tlf. 332 442 • Fax 333 222
Ella skriva ein teldupost til jakup@oilwind.fo
Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini
verður lýst til
Umboðsmannaval
í Sjúkrakassanum Fyri Skála Læknadømi
tann 10. februar 2006.
2 umboð fyri Skála bygd standa fyri vali.
Uppskot við minst 4 valevnum skulu vera sjúkra-
kassanum í hendi innan 1. februar 2006.
Sjúkrakassi Skála Læknadømis
490 Strendur · Tlf. 449212
Lesið
Sosialin