Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 5 - 6. januar 2006 - Útihýsa vit norsku línubátunum undir Føroyum, soleiðis sum felagið Línuskip ynskir, hevur fiskiveiðisáttmálin millum Føroyar og Noreg onga meining, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@@sosialurin.fo Á aðalfundi í felagnum Línu­skipum herfyri, heittu limir felagsins á nevndina um at arbeiða fyri, at norsku línuskipini, sum fiska á djúpum vatni undir Føroyum, permanent verða útihýst á Føroyaleiðini. Felagið Línuskip heldur, at nú skipini í bólki 3 við broytingunum í lógini um vinnuligan fiskiskap eru vorðin 26 í tali í mun til 19- 20 frammundan, er ikki grundarlag fyri norsku línubátunum undir Føroyum. Línumenn halda, at føroysku skipini hava brúk fyri leiðunum, har norsku línubátarnir royna, serliga um várarnar, tá ið g‡tingin er fyri, og nógvar leiðir eru stongdar. Teir fýlast eisini á, at norsku skipini bæði kunnu fiska í føroyskum sjógvi og í ES sjógvi á sama túri. Hinvegin kunnu føroyskir línubátar ikki fiska í føroyskum sjógvi og íslendskum sjógvi á sama túri. Grundarlagið burtur Bjørn Kalsø, landsstýris­ maður í fiskivinnumálum, sigur seg skilja sjónarmiðini hjá føroyskum línumonnum, men dugir ikki at síggja, at føroyskir myndugleikar soleiðis í eini handavending kunnu útihýsa norskum línu­bátum at fiska undir Føroyum. - Møguleikin hjá norð­ monnum at fiska brosmu og longu á djúpum vatni undir Føroyum, hevur verið ein partur av avtaluni millum londini, síðan fiskimarkið varð flutt úr á 200 fjórðingar í sjeytiárunum. Hann heldur, at grundar­ lagið undir fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Noreg dettur burtur, um eitt slíkt stig hevði verið tikið. - Hóast eg kann skilja sjónarmiðini hjá føroyskum línumonnum, hevði tað verið eitt ov drastiskt stig at tikið í einum, sigur Bjørn Kalsø. Umstøður skifta Landsstýrismaðurin vísir á, at tíðir broytast, og tí er eisini ymiskt, hvønn týdning eitt nú føroyskir línumenn leggja í at veiða brosmu og longu á djúpum vatni. – Undanfarin ár hevur toskafiskiskapurin hjá føroysku línubátunum verið góður, men nú minni toskur er at fáa, er djúpa vatnið vorðið meira áhugavert aftur. Rólant Poulsen, formaður í Línuskipum, vísti fyrr í vikuni á, at hýran umborð á eitt nú føroysku flakatrolarunum eyst­anfyri og føroysku nóta­ skipunum er nógv betur enn hýran umborð á føroysku línuskipunum. Tí dugdi hann ikki at síggja nakra meining í, at føroyskir línumenn skulu bløða fyri fiskirættindini hjá hesum skipum í norskum sjógvi. Bjørn Kalsø sigur, at pelagisku fiskasløgini í stór­an mun verða sett upp ímóti hvørjum øðrum í fiskiveiðiavtaluni millum londini, og tí verður makrelveiðan í norskum sjógvi í fyrsta lagi ”goldin” við svartkjafti undan Føroyum. - Men tað er rætt, at grundarlagið undir sín­ámill­ um avtaluni um botnfiskin í norskum sjógvi, er botn­ fiskurin, sum norsku línuskipini kunnu veiða undir Føroyum. Norðmenn komnir Í samrøðuni við Sosialin mánadagin, vísti Rólant Poulsen á, at norskir línu­ menn hava stóran áhuga fyri línuveiðini í føroyskum sjógvi – og teir plaga at liggja klárir at koma hendanvegin, so skjótt jólini eru løgd aftur um. Og rætt er tað. Hóast samráðingarnar um sínámillum fiskiveiði­ av­taluna millum Føroyar og Noreg enn ikki eru lidnar, eru norskir línubátar longu komnir higar til lands at bíða. Hósdagin komu teir fyrstu bátarnir, og teir liggja nú eystanfyri Bursatanga í Havn og bíða eftir úrslitinum av samráðingunum, sum sein­ astu tríggjar dagarnar hava verið í Danmark. Bjørn Kalsø visir á, at tað alla tíðina stendur opið fyri okkum føroyingar at taka støðu til, hvat loysir seg best fyri okkum í longdini. - Men einki gerst í eini handavending, og soleiðis er eisini við norsku línu­ bát­unum undir Føroyum, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Ov drastiskt at útihýsa línubátunum Bjørn Kalsø, landsstýris­ maður, visir á, at tað alla tíðina stendur opið fyri okkum at taka støðu til, hvat loysir seg best fyri okkara fiskiveiði Mynd: Vilmund Jacobsen Áhugin hjá norskum línuskipum at veiða brosmu og longu undir Føroyum er stórur – og longu nú, meðan samráðingar enn eru um sínámillum fiskiveiðiavtaluna, liggja norskir línubátar í Føroyum til reiðar at loysa Mynd: Vilmund Jacobsen 1* >˜>˜`ʅiÛÕÀÊ>Ì]ÊÃՓʎÀiÛÃÌÊ̈Ê>ÌÊ̈Ìʜ}ÊL©À˜ˆ˜ˆÊv?>Êiˆ˜>ʝ}œÞ“>˜`ˆÊۈŽÕÊÃ>“>˜°Ê *>ŽŽˆsÊ>ÌÊۈsv©ÀˆsʉÊLˆˆ˜Ê…iˆ“>˜‰vÀ?]ʎœÞÀˆsÊՓLœÀsʜ}ʅÕ}˜ˆsÊÌގŽÕ“Ê?ÊviÀsˆ˜ˆ°Ê -œiˆsˆÃʎ՘˜ÕÊ̈Ìʎœ“>ÊvÀ‰ÃŽÊœ}ÊÛCÖ̅ۉ`Ê̈Ê`ÞÀ˜>ÀÊ?ÊÌގŽ>À>Ê >˜>˜`ÊvÀ‰Ì‰s>À`i«ˆ° ÓÊÛ>ŽÃˆ˜Êœ}ÊÓÊL©À˜ÊÛ°ÊLˆˆÊ̈Ê >˜>˜`ÊÖÀÊÊ È°xÇä]‡  ,ʱÊ-  / Ê±Ê ",  ,1- 777°-9,‡ °" ÀœŽ˜>sÊiÀ\ÊiÀsˆ˜ÊvÀ>“Êœ}Ê>vÌÕÀʉÊ{ʎœÞ}}ÕŽ>“>ÀˆÊÛ°ÊÜVÉL>sʈ˜˜Û°Ê>À̈ÊÕ««ˆ…>`ʉÊÓÊÛiÀˆÃˆÃ‰LÖsÊ?Ê >˜>˜`Ê‰Ê œŽ…ÕÃÊi>ʈÀÌÅ>Ã°Ê ގ>ŽœÃ̘>sÕÀ\Ê"Õ>Û}>`ʎÀ°Ê£Óä]‡ÊvÞÀˆÊ…Û©˜˜ÊviÀs>˜`ˆ°ÊÛ}ÀiˆsÏÕ}>`ʎÀ°Ê£Óä]‡ÊvÞÀˆÊ L‰i}}ˆ˜}ˆ˜>°ÊÀ?viÀsˆÀÊäȰä{]ʣΰä{ʜ}ÊÓä°ä{° 3 & 1 3 0 ;