mánadagur 9. januar 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 6 - 9. januar 2006
Umhvørvið er tað
rætta til framleiðslu
av filmum, har Klipp
fisk skipar fyri skeiði í
framleiðslu av filmum.
– Leikstjórin hevur
størstu ávirkan á,
hvussu søgan verður
l‡st í einum filmi. Tann
parturin hevur mín
størsta áhuga, sigur
45 ára gamla Tima
Johannesen
Filmur
Snorri Brend
Havn: – Hygg, eg kundi
hugsað mær at ljósið kom
eitt sindur meiri inn frá høgru
síðu. Soleiðis .... fínt!
Tina Johannesen er mitt
í eldinum, nú hon stendur
umgird av sterkum ljósum,
upptøkutóli, mikrofon og
fólki, sum bara ynskja at
gera tað, hon biður um.
Hon er ein av luttakarunum á
einum skeiði sum tey aftanfyri
Klippfisk standa fyri. Ætlanin
er at vísa hesum fólkunum á,
hvussu ein leikstjóri og eitt
filmslið arbeiða.
Og tað er júst eitt av tí, sum
Tina sjálv er sera áhugað í.
– Eg havi sæð nógvar filmar,
og havi ofta gjørt mær mínar
egnu viðmerkingar til, hvussu
filmurin er, bæði tá talan er um
søgu og estetikk, og ikki minst,
hvussu tann kreativi parturin
verður stýrdur.
– Søgan í filminum kann
vera góð, men tað er altíð
ein spurningur um, hvussu
leikstjórin fær sjálva søguna og
estetikkin at hanga saman. Tað
kundi eg hugsað mær at vita
nógv meiri um, sigur Tina.
Skeiðið um vikuskiftið
skal gera luttakararnar
førar fyri at standa fyri
framleiðsluni av einum
stuttfilmi. Og seinni í vár
er ætlanin at almenningurin
skal fáa høvið at síggja hesar
filmarnar, sum verða millum
5 og 8 minuttir til longdar.
Góð hugskot
Skeiðið hjá Klippfiski
byrjaði fríggjakvøldið, og
longu leygardagin høvdu tey
fingið nógv burturúr.
Tina fegnaðist um teir góðu
undirvísararnar, sum hon
metti vera sera dugnaligar
og inspirerandi.
– Teir geva okkum alla
tíðina góð hugskot, og vit
fingu tí eisini beinanvegin
eina fatan av, at teir hava eitt
mál við hesum skeiðnum,
sigur hon.
Seinnapartin leygardagin
sat Tina og skrivaði handritið
til eina søgu sum síðani skal
filmatiserast. Í roynd og veru
hevði hon fimm ymisk hugskot
at skriva eina søgu út frá.
– Men eg má so velja eitt
teirra. Og verður tað til hesa
søguna sum eg skrivi beint
nú, so er tað um eitt sera
viðkomandi evni í løtuni,
sigur Tina, uttan at koma
nærri inn á, hvat tað er.
Filmar til undirvísing
Eingin ivi tykist tó vera
um, at hetta skeiðið er væl
fyrireikað. Luttakararnir
hava fingið nógv burturúr,
og nógv sum tey eisini kunnu
gera brúk av í framtíðini.
Sjálv hevur Tina fleiri
hugskot um, hvat hon kann
brúka henda nýggja lærdómin
til. Hon undirvísir dagliga
á Sjúkrasystraskúlanum í
Havn og her eru fleiri øki,
har filmsmiðilin kann gera
stóra nyttu.
Hon kundi m.a. hugsað
sær at gjørt onkrar styttri
undirvísingarfilmar
til
skúlan, t.d. um samskifti
og prosedurur. Á henda
hátt kundi hon n‡tt smærri
filmsbitar sum innlæring,
tá ávís evni verða umrødd
millum tey lesandi.
So her eru nógvir møgu
leikar. Og tí eri eg sera feg
in um hetta skeiðið, sigur
Tina.
Kreativt umhvørvi
Tina Johannesen flutti í fjør
aftur til Føroyar, eftir at hava
búð 20 ár í Danmark og 10 ár
í Lofoten í Norðurnoregi.
Hon hevur m.a. dansað
professionelt í Danmark og
hevur eisini havt framførslur
her á landi. Júst hetta við tí
kreativa í dansinum, vónar
hon at kunna yvirføra til
filmsløriftið.
Hóast tað er áhugavert
við dansi, so er filmsmiðilin
kortini bæði spennandi og
øðrvísi. Her fært ein gjørt
so nógv ting, sum ein annars
ikki fær gjørt aðrastaðni.
– Tú kanst m.a. spæla tær
við úttrykkum og kenslum,
soleiðis at áskoðarin veruliga
merkir at hann fær eina
uppliving úr einum filmi.
– Tað er tí í mangar mátar
leikstjórin sum avgerð, hvørja
kenslu ið áskoðarin skal sita
eftir við, tá filmurin er liðugur.
Tí er hetta so spennandi,
greiðir Tina íðin frá.
Ein góð søga krevur
ein góðan leikstjóra
45 ára gamla Tina Johannesen (miðskeiðis í myndini) veit hvat tað kreativa hevur at siga fyri eina
dansara. Nú ynskir hon at fáa størri kunnleika um, hvussu ein leikstjóri arbeiðir við einum filmi
Mynd: Snorri Brend