mánadagur 9. januar 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 6. januar 2006
3
- Tað kann ikki vera
rætt, at eftirlitistúrarnir
hjá Brimli og Tjaldr
inum skulu fækka, so
hvørt sum oljan dýrkar,
heldur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
Fiskiveiðieftirlit
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein partur av samlaðu
útreiðslunum hjá Fiskiveiði
eftirlitinum er olja, sum
vaktarskipini, Brimil og
Tjaldrið, brenna, meðan tey
útinna sínar eftirlitsuppgávur
og hjálparuppgávur á hav
inum.
Men oljan er dýr, og hetta sæst
eisini aftur á útreiðslusíðuni
hjá eftirlitinum.
Eitt dømi um, hvussu
dýr oljan í veruleikanum
er, er leitingartúrurin hjá
Christiani í Grótinum og
Norðborg herfyri, sum
Kristian Martin Rasmussen
og synir varða av.
Í samrøðu við Sosialin
segði reiðarin, at skipini
leitaðu eftir svartkjafti í eina
viku, og bara hesa vikuna
brendu tey olju fyri heilar 5
miljónir krónur!
Fiskiveiðieftirlitið hevur
eina játtan, og tá ið henda
játtan hevur sítt ”loft”, merkir
tað, at ráð eru til minni sigling
við dýrari olju.
- Eg haldi ikki, at vit
sum fiskivinnutjóð kunnu
liva við hesum, sigur
landsstýrismaðurin, Bjørn
Kalsø, sum fleiri ferðir hevur
gjørt vart við hetta.
Hann heldur ikki, at dygdin
í fiskiveiðieftirlitinum eigur
at hanga saman við, hvørt
oljan er dýrari ella bíligari.
Norðmenn raskari
Norskir línubátar, sum í
hesum døgum liggja á Havnini
og bíða eftir sínámillum
fiskiveiðiavtaluni millum
Føroyar og Noreg, kunnu
á sama túri bæði veiða í
føroyskum sjógvi og í ES-
sjógvi. Hetta setir stór krøv
til okkara fiskiveiðieftirlit.
Bjørn Kalsø vísir á, at
føroyskir myndugleikar
sambært
sáttmálanum
kunnu krevja av norsku
línubátunum, at teir møta
á einari ávísari leið til
kanningar, tá ið teir koma í
føroyskt øki.
– Biðja vit um hetta,
kunnu skipini ikki nokta,
sigur hann.
Landsstýrismaðurin heldur
tó, at fáar tjóðir hava eitt so
virkið fiskiveiðieftirlit sum
norðmenn, og hann kundi
hugsað sær, at okkara eftirlit
í ávísum førum var uppaftur
betur.
– Í øllum førum haldi eg
tað vera skeivt, at okkara
eftirlit yvirhøvur skal vera
tengt at oljuprísunum, sigur
Bjørn Kalsø.
Føroysku flakatrolararnir
eystanfyri hava eisini loyvi
at royna bæði í norskum
sjógvi, russiskum sjógvi og
í Svalbards-økinum á sama
túri.
- Men eg haldi,
at norsku myndugleikarnir
eru dúgligari at fremja
eftirlit, enn vit eru, sigur
landsst‡rismaðurin.
Fiskiveiðieftirlitið:
Viknar við
dýrari olju
- Eg haldi, tað vera skeivt, at okkara eftirlit yvirhøvur skal vera
tengt at oljuprísunum, sigur Bjørn Kalsø, landsst‡rismaður
Mynd: Vilmund Jacobsen