mánadagur 9. januar 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2006
3
Landsstýrismaðurin í
vinnumálum, Bjarni
Djurholm, gjørdist
ikki sørt skelkaður av,
at hann fríggjadagin
bleiv hóttur eftir
lívinum
Hóttan
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bjarni Djurholm greiðir
frá, at ein maður, sum fleiri
ferðir seinastu tíðina hevur
verið á vitjan í Vinnumál-
aráðnum,
fríggjadagin
vendi sær til umsitingina
hjá ráðnum umvegis tele-
fonina og segði, at hann
umhugsaði at koma oman í
ráðið at gera enda á lands-
stýrismanninum.
Vónandi tóm hóttan
– Eg havi sjálvur havt fleiri
vitjanir av manninum sein-
astu tíðna, men tað hevur í
sjálvum sær einki skelk-
andi verið í tí. Men hótt-
anin fríggjadagin er sjálv-
sagt einki serligani hugalig,
og aðalstjórin valdi eisini
beinan vegin at boða løg-
regluni frá, greiðir Bjarni
Djurholm frá.
Landsstýrismaðurin sigur
seg vóna, at talan var um
eina tóma hóttan, men sam-
bært
løgregluni
verður
maðurin mettur at verða
ikki heilt vandaleysur.
– Løgreglan ringdi til
mín
fríggjakvøldið
og
greiddi frá, at maðurin var
tikin inn til avhoyringar, og
at hann nú verður skuldsett-
ur. Teir heittu eisini á meg
um at hava eyguni eftir
mær sjálvum, og tað má
tulkast sum um, at maðurin
ikki er heilt vandaleysur,
sigur Bjarni Djurholm, sum
hugsar
mest
um
sini
nærmastu í sambandi við
hendingina.
Nú eru skjótt seks ár
síðani, at Bjarni Djurholm
gjørdist landsstýrismaður,
og sambært honum hava
fólk sum heild verið stak
fyrikomandi.
– Eg havi stórt sæð ikki
havt nakra keðiliga uppliv-
ing, og so als ikki nakað, ið
kann samanberast við tað,
sum fór fram fríggjadagin.
Fólk hava verið ógvuliga
fyrikomandi, og eg havi
kent meg púrasta tryggan.
Sjálvsagt hava tað verið
summi, ið hava skeldað um
okkurt, men soleiðis vil tað
altíð verða, heldur Bjarni
Djurholm.
Ikki longur eitt opið
aðalráð
Hóttanin hevur eisini fingið
avleiðingar í Vinnumála-
ráðnum. Aðalstjórin, Arne
Poulsen, hevur nevnliga
gjørt av, at nú skulu øll vitj-
andi boða frá í móttøkuni,
tá ið tey koma á vitjan í
Vinnumálaráðnum.
– Áður hava fólk kunna
komið og farið, sum teim-
um lystir í ráðnum, og tað
hevur sum heild virkað
væl, men nú verður hetta
broytt. Aðalstjórin hevur
mælt til, at øll vitjandi nú
skulu boða frá, og tað havi
eg sjálvsagt tikið til eftir-
tektar, hóast eg haldi, at tað
er stórt spell, greiðir Bjarni
Djurholm frá.
Maðurin, ið hótti lands-
stýrismannin eftir lívinum,
bleiv
eftir
avhoyringar
fríggjadagin latin leysur
aftur, men hann verður
skuldsettur.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður:
– Gevur nakað at
hugsa um
Løgreglan hevði heilt
fitt at gera um viku-
skiftið, og rættuliga ofta
var boð eftir teimum. Í
flestu førum fekk løg-
reglan tó loyst trupul-
leikarnar á staðnum,
men í onkrum føri var tó
neyðugt at fara víðari
við málunum. Løgreglan
hevur
skrásett
tvey
harðskapsmál,
har
nevarnir
hava
verið
nýttir. Eisini bleiv ein
bilførari um vikuskiftið
tikin fyri at koyra við
kenning.
tn
Ferðsluløgreglan var í
farnu viku úti og hevði
eitt seliga vakið eyga við
tey mongu prutlini, ið
eru í ferðsluni. Hetta gav
eisini úrslit, tí ikki færri
enn seks prutl vóru tikin
inn á politistøðini, ann-
aðhvørt tí tey eru ólóglig
ella er illgruni um tað.
Prutlini verða nú kannað
nærri, áðrenn farið verð-
ur víðari við málunum,
upplýsir vakthavandi á
politistøðini í Havn.
tn
Bergleif Brimvík, leiðari
á
kriminaldeildini
hjá
løgregluni,
sigur,
at
maðurin, sum friggjadagin
hótti Bjarna Djurholm, er
avhoyrdur og skuldsettur.
Málið verður nú sent víðari
til fútan.
– Fríggjadagin fingu vit
ein fráboðan um, at ein
persónur
hevði
hótt
landsstýrismannin
eftir
lívinum. Maðurin bleiv
tikin inn á støðina til
avhoyringar, og vit hava
gjørt
av
at
skuldseta
mannin. Málið verður nú
sent fútanum, sum skal
skriva ákærurit, greiðir
Bergleif Brimvík frá.
tn
Farna vikuskiftið var
løgreglan úti og tók
ferðmátingar í undir-
sjóvartunnlinum, og tað
gav úrslit. Málitólið hjá
løgregluni skrásetti átta
bilar, ið koyrdu ov
skjótt. Teir átta bilførar-
arnir, ið vóru tiknir fyri
at koyra ov skjótt í und-
irsjóvar tunnlinum,
koyrdu millum 101 og
113 kilometrar um tím-
an, verður upplýst á pol-
itistøðini í Havn. Bilfør-
ararnir, ið blivu tiknir,
kunnu vænta sær eitt
bræv frá fútanum í næst-
um.
tn
Tvey harðskapsmál
Seks prutl tikin inn
Fleiri koyrdu ov skjótt
savnsmynd
Fríggjadagin bleiv landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hóttur eftir lívinum.
Landsstýrismaðurin er ikki sørt skelkaður av tilburðinum, hóast hann vónar, at talan var um
eina tóma hóttan.
savnsmynd
Maðurin er skuldsettur