mánadagur 9. januar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 6. januar 2006
Í sambandi við at
Ráðið fyri Ferðslutrygd
verður 30 ár, verður
ein stór ráðstevna í
Norður landahúsinum
tann 19. januar, har
fyrilestrarhaldarar úr
bæði Føroyum,
Danmark og Svøríki
luttaka
Ferðslutrygd
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Noyðast vit at góðtaka, at
fólk lata lív ella verða illa
løstaði í ferðsluni?
Hvussu fáa vit færri
avvarðandi í sambandi við
ferðsluvanlukkur?
Og er bilurin sum eitt
privat rúm, har eigarin hevur
alt ræði, eins og heima við
hús?
Omanfyri eru nevnd
nøkur av evnunum, ið fara at
verða umrødd á fjølbroyttu
ráðstevnuni, sum verður í
Norðurlandahúsinum 19.
januar, í sambandi við, at
Ráðið fyri Ferðslutrygd
hevur 30 ár á baki.
Umframt røðarar úr
Føroyum luttaka eisini
fyrilestrarhaldarar úr Svøríki
og Danmark.
Utopi ella veruleiki
Høvuðsrøðarin á ráðstevnuni
verður Thomas Carlson,
sum er fjølmiðlaleiðari hjá
ráðnum fyri ferðslutrygd í
Svøríki, NTF.
Niðurstøðan hjá honum
er, at ein ferðsla, har øll
akta lógirnar, kann gerast
ferðslutrygg - sæð í tí
ljósinum er Nullhugsjónin
eingin utopi, sigur hann.
Sunrid Traðará, løgreglu
kvinna, sum sjálv hevur
mist ein son í ferðsluni, fer
at seta ljós á týdningin av
lógararbeiðnum í samband
við ferðslutrygd.
- Kann ein bót upp á
150 krónur roknast sum
fyribyrgjandi, spyr hon.
Eyðun Andreassen, pro
fessari, fer at halda ein
sera áhugaverdan fyrilestur
um mentan í samband við
ferðslu. Í fyrilestri sínum
sigur Eyðun millum annað:
“Bilurin er ikki bara eitt
flutningstól - hjá nógvum er
hann eisini eitt ikon. Hann
ber boð um eigaran. Tað ger
koyringin eisini.”
Stjórin fyri Rådet for
Større Færdselssikkerhed í
Danmark, René la Cour Sell,
fer at greiða fra um úrslitini
av klippikortskipanini í
Danmark.
Býir fyri menniskju
Ein annar kendur dani, Lars
Gemzøe, sum er knýttur at
Center for Byrumsforskning
í Keypmannahavn, verð
ur eisini millum fyrilestr
arhaldararnar.
Saman við Jan Gehl gav
hann í 2001 út bókina, “Nye
byrum”, sum lýsir býir og
býrúm úr øllum pørtum av
heiminum, har arbeiðið fyri
einum betri býumhvørvi
hevur ført til áhugaverd og
og hugkveikjandi úrslit.
Í fyrilestri sínum fer
hann millum annað at
vísa á hugskot og royndir
frá smærri samfeløgum
uttanlands.
Umframt fyrilestrarnar
verða eisini filmsbrot um
ferðslu í Føroyum, sum
Kovboyfilm hava gjørt til
hetta serstaka høvi.
Ráðstevnan endar við
einum kjakpaneli um,
hvussu ferðslan skal skip
ast í Føroyum. Tá fáa lut
takararnir høvi at kjakast
og seta spurningar til eitt
nú landsstýrismannin við
ferðslumálum.
Tað er Synergi, sum skipar
ráðstevnuna fyri Ráðið fyri
Ferðslutrygd. Til ber at
tekna seg til ráðstevnuna
á, www.synergi.fo, ella
ringja á telefon 227464,
gerandisdagar
millum
klokkan 13.00 og 16.00.
Ráðið fyri Ferðslutrygd 30 ár:
Lívsneyðug ráðstevna
um ferðslutrygd
Marin Katrina Frýdal, formaður í teknisku nevnd hjá
Tórshavan býrað, og Boði Haraldsen, býarverkfrøðingur í
Tórshavnar kommunu, hyggja at ferðsluforðingum í Roskilde
vit at taka ábyrgd
– Vit hava lagt stóra orku í at
skipa eina so viðkomandi og
fjølbroytta ráðstevnu, sum
yvirhøvur gjørligt.
Okkara týdningamesti
málbólkur eru politikarar,
embætisfólk, verkfrøðingar
og onnur, ið gera ætlanir fyri
bygging av ferðslunetinum í
Føroyum.
Annars eru fólk, ið hava
áhuga í evninum, sjálvsagt
eisini vælkomin, sigur
Rúna Sivertsen, formaður í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd í
samrøðu við Sosialin.
– Endamálið við ráð
stevnuni er at fáa øll at gera
sítt til, at ferðslutrygdin
verður sett í hásætið. Síðani
er umráðandi at eitt betur
samstarv fæst í lag, soleiðis
at arbeitt verður so skipað
og miðvíst sum gjørligt. Øll
eiga vit at taka ábyrgd - hvør
á sínum øki.
– Grannalond okkara
hava øll eina ætlan fyri,
hvat kann gerast fyri at
tálma ferðsluóhappum og
-vanlukkum. Hesar ætlanir
hava givið góð úrslit.
– Við at arbeiða meiri
miðvíst við fyribyrging, kunnu
vit spara bæði lív og pening.
Og tað er júst tað, sum
hendan ráðstevnan fer
at snúgva seg um, sigur
formaðurin í Ferðslutrygd,
Rúna Sivertsen.
Ráðstevnan, ið verður í
Norðurlandahúsinum tann
19. januar klokkan 8.30,
verður hildin í samband
við, at tað verða 30 ár síðani
Ráðið fyri Ferðslutrygd varð
sett á stovn.