mánadagur 9. januar 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 6 - 9. januar 2006
Spenningur
settur til í
Norðoya
tunlinum
Spenningur er nú
settur á háspenn
ingskaðlarnar
og transformara
støðirnar í Norð
oyatunlinum
ELVEITING
SEV hevur lagt tveir 20
kiloVolt háspennings
kaðlar ígjøgnum tunnilin,
sum hvør er 6.780 metrar
til longdar. Annar kaðalin
er streymveitingin til
sjálvan tunnilin, meðan
hin er lagdur ígjøgnum
tunnilin í staðin fyri
háspenningslinjuna, sum
hongur tvørtur um Leir
víksfjørð.
SEV
hevur
eisini
fimm transformarastøðir
í tunlinum. Tær broyta
spenningin úr 20.000 Volt
um frá tí eina kaðlinum
niður í 400 Volt, sum
er spenningurin, ið øll
útgerðin í tunnlinum
brúkar.
Árliga elnýtslan í Norð
oyatunlinum er mett til
eina millión kWt.
Er Bono ov nógv
av tí góða?
U2 sangarin Bono er somikið
nógv upptikin av ymiskum
vælgerandi arbeiði, at hinir
limirnir í bólkinum eru byrjaðir
at troyttast av honum. Bono
sigur við BBC Radio 4, at
hann einaferð var bangin fyri,
at hann fór at verða tveittur úr
bólkinum orsaka av hesum.
Bono var í fjør ein av odda
monnunum í Make Poverty
History herferðini og Live 8
konsertunum, og er dagligur
gestur hjá ríkisleiðarum kring
allan heim. Á konsertum hjá
U2 er sangarin kendur fyri
at rópa politiskar boðskapir
av pallinum. Hann sigur
við BBC, at hann er greiður
yvir at, hinir limirnir andað
í nakkan á honum, tá hann
heldur politiskar røður av
pallinum. T.d. tekur trummu
leikarin Larry Mullen tíð, tá
Bono heldur røður.
Bono sigur, at hann eisini
sjálvur er greiður yvir, at áskoð
ararnir kunnu gerast troyttir av
hansara nógvu og almennu
meiningum um alt møguligt,
hetta skriva Politiken á sínari
heimasíðu.
nud
Maria Guttesen
við nýggjari
útgávu
Her fyri fór bólkurin Divided
Minds hjá føroysku Mariu
Guttesen í søguna, men
longu nú er Maria til reiðar
at geva eina fløgu út sum
einstaklingur. Talan verður
um eina live-fløgu, sum
væntandi kemur í handlarnar
seinni í vár.
Fløgan verður spæld inn
í hugnaliga konsertstaðnum
SALON í Århus í sambandi
við tvær konsertir, ið Maria
heldur har dagarnar 4. og 5.
mars. Á konsertini spælir
Maria flygel og syngur,
hon fer harumframt at hava
onkran gestatónleikara við
sær.
nud
Á Planet Galla
kvøldinum á Hotel
Føroyum verður tað
besta innan føroyskan
tónleik heiðrað. Men
eisini tey, ið atkvøða
um heiðurslønirnar,
kappast um stórar og
góðar vinningar
Planet.fo
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tað verður ikki bert før
oyska tónleikalívið, ið fær
vinningar á Planet Galla á
Hotel Føroyum 28. januar.
Tey, ið atkvøða við sms um
Planet heiðurslønirnar, eru
við í lutakasti um ferðaseðlar,
eina fartelefon og eitt hald
av Sosialinum.
Vinningarnir, ið kasta
verður lut um, vera avbera
góðir, ein ferð fyri tvey á
rutunetinum hjá Atlantic
Airways, ein Samsung E 730
fartelefon, og eitt árshald av
Sosialinum. Kastað verður
lut um í millum øll tey, ið
hava atkvøtt um onkra heið
ursløn.
Tað ber til hjá øllum far
telefonum við haldi hjá
Føroya Tele at atkvøða,
og hvør fartelefon kann
atkvøða einaferð um hvørja
Planet. T.v.s einaferð um
bestu útgávu, einaferð
um besta føroyska osfrv.,
hvør atkvøða telur sum ein
lutaseðil í lutakastinum.
Nøvnini á vinnarunum
verða kunngjørd á Galla
veitsluni og løgd á planet.
fo sama kvøld og prentaði í
Sosialinum mánadagin 30.
januar.
Sp/f Anana á Toftum
við Theodor Poulsen
hevur keypt nýggjan
trolara. Hesin nýggi
»Búgvin« er keyptur
úr Danmark og
kemur inn í flotan
ístaðin fyri gamla
»Búgvan«
SKIPAKEYP
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað eru Kjartan Poulsen
og Jan Davidsen, sum eis
ini eru eigarar saman við
Theodori, ið sigla bátin
heim. Við á ferðini er eis
ini Heðin Davidsen. Teir
fóru frá Skagen á middegi
leygardagin og eru nú á veg
til Føroyar. Ferðin tekur
umleið 2-3 dagar, alt veldst
um á veðrið.
Nýggi trolbáturin er úr stáli
og er bygdur í Hvidesande í
Danmark í 200. Hann hevur
verið heimahoyrandi í Grenå.
Hesin nýggi Búgvin er á
somu stødd, sum nýbygda
Hansa Maria, sum Hans
Andrias Poulsen, ið er bróðir
Theodor og Kjartan, eigur.
Nýggjur »Búgvi« á veg til Føroya
Nýggi »Búgvin« er á somu
stødd sum Hansa Maria
Góðir vinningar á Planet Galla