mánadagur 9. januar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 5 - 6. januar 2006
Við verandi rús
drekkalóg ber tað
illa til at reka mat
stovuvirksemi her
á landi, sigur Leif
Sørensen, kokkur og
eigari av matstovuni
Gourmet í Havn.
Drekkivørurnar, sum
matstovurnar keypa
frá rúsuni, eru alt ov
dýrar, og úrvalið er
undir alt lágmark,
sigur Leif Sørensen
Matstovuvirksemi
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tá ið ein føroysk matstova
keypir vín og brennivín frá
Rúsdrekkasølu Landsins,
verður hetta keypt fyri
sama prís, sum ein vanligur
borgari rindar fyri vøruna.
Hetta halda bæði matstovur
og gistingarhús verða full
komiliga burturvið, tí tey
keypa stórar nøgdir, og frá
øllum øðrum veitarum fáa tey
vørurnar fyri heilsøluprís.
300.000 krónur árliga
Leif Sørensen sigur, at á
matstovu hansara, Gourmet,
verður stórur dentur lagdur
á at hava faklærd fólk í
arbeiði, men hetta ber illa
til, tí karmarnir fyri mat
stovuvirksemi í Føroyum
eru so vánaligir.
– Alt er dýrari í Føroyum.
Lønir, rávørur, drekkivørur
og alt annað kostar meira enn
í til dømis Danmark. Um vit
til dømis høvdu fingið vín og
brennivínið fyri sama prís,
sum donsku mastovurnar
fáa tað fyri, so hevði støðan
verið ein heilt onnur. Fyri
mína matstovu hevði tað
merkt ein mun upp á slakar
300.000 krónur árliga, og tá
hevði tað borið til at rikið
seriøst matstovuvirksemi,
sigur Leif Sørensen. Íroknað
Leifi sjálvum starvast tríggir
útlærdir kokkar á Gourmet,
og harumframt eru tveir
lærlingar. Eisini starvast
tveir útlærdir tænarar á
matstovuni.
– Tað havi eg valt, tí eg
leggja dent á, at Gourmet
hevur eitt ávíst støði, hóast
tað er nógv dýrari at hava
faklærd fólk, greiður Leif
Sørensen frá.
Úrvalið ov vánaligt
Ein annar trupulleiki við
Rúsuni er sambært Leif
Sørensen úrvalið av víni, ella
mangul upp á tað sama.
– Vit tí úrvali, sum rúsan
hevur at bjóða fólki, lærir tú
fólk at drekka mongdarvín
heldur enn góðskuvín. Eg
tími ikki at koyra góðskuna
hjá mær niður, men tað eri eg
noyddur til við tí úrvali, sum
er av víni. Tann matstovan,
sum eg lærdi og arbeiddi
á í Danmark, hevði einar
hálvthundrað gestir dagliga,
og vínúrvalið á henni var
umleið tríggjar ferðir so
stórt sum tað, ið rúsan hevur,
sigur Leif Sørensen.
Sjálvur setur Leif Sørensen
eisin spurnartekin við,
hvussu vínið verður keypt
inn til føroyska marknaðin.
– Nú kenni eg ikki polit
ikkin hjá Rúsdrekkasøluni
á tí økinum, men eg ivist í,
hvussu stóran kunnleika til
vín, ið starvsfólkini í rúsuni
hava, og hvønn førleika tey
hava til at gera av, hvat vín
verður bílagt til føroyska
marknaðin, sigur Leif
Sørensen.
Rúsdrekkalógin drepur matstovurnar
Leif Sørensen, stjóri og
eigari av matstovuni
Gourmet, heldur, at
rúsdrekkalógin drepur
føroysku matstovuvinnuna.
Eisini heldur hann, at úrvalið
av víni í rúsuni ikki gevur
grundarlag fyri seriøsum
matstovuvirksemi í Føroyum.
Mynd: Jens Kr. Vang
Stjórin á Hotel
Føroyum og Hotel
Tórshavn, Johannes
Jensen, heldur tað vera
undir alt lágmark, at
rúsdrekkalógin gevur
matstovuvinnuni
og ferðavinnuni so
vánaligar sømdir. Hann
samanber úrvalið av
hvítvíni í Rúsuni við
eina kiosk í Jútlandi
Matstovuvirksemi
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sum stjóri á bæði Hotel
Føroyum og Hotel Tórshavn
er Johannes Jensen helst
størsti kundin hjá Rús
drekkasølu Landsins, men
hetta merkir tó ikki, at
hann fær nakrar sum helst
fyrimunir frá rúsuni.
Einans kontant søla
– Hóast vit keypa fyri fleiri
hundraðtúsund krónur, so
noyðast vit at gjalda fyri
vøruna, áðrenn vit fáa hana
útflýggjaða. Eisini skulu vit
gjalda fyri at fáa til dømis
ein platt av víni koyrdan til
dyrnar. Hetta merkir, at vit í
veruleikanum gjalda meira
fyri vøruna, enn til dømis
ein borgari, sum fer inn og
keypir eina fløsku av vín,
skal gjalda, greiðir Johannes
Jensen frá.
– Hjá okkum snýr tað seg
ikki um lív ella deyð, tí vit
hava fleiri bein at standa
á, men eg veit, at hjá fleiri
matstovum kann tað snúgva
seg um lív ella deyð, um
ikki okkurt verður gjørt við
prísirnar á víni og brennivíni,
sigur Johannes Jensen.
Tríggir trupulleikar
Sambært Johannes Jensen
hevur núverandi skipan
tríggjar høvuðstrupulleikar
við sær, ið eru til stóran
ampa fyri føroysku matstovu
vinnuna.
– Tað er fyrst og fremst
prísurin, ið er fullkomliga
burturvið. Síðani er tað
vøruúrvalið, sum er undir alt
lágmark. Reyðvínsúrvalið
er at samanbera við eina
lutfalsliga lítla danska
matstovu, meðan úrvalið
av hvítvíni er á støði við
eina kiosk í Jútlandi. Tað
ber ikki til, at vit skulu til
Danmarkar at njóta tað, sum
heimurin hevur at bjóða. Vit
mugu eisini sleppa at royna
tað í Føroyum. Síðsti stóri
trupulleikin er spurningurin
um kreditt, tí vit vita øll, at
ein tann størsti trupulleikin
hjá nýtstovnaðum matstovum
er gjaldføri, og tí er tað ein
bági, at tær skulu gjalda
kontant, áðrenn tær fáa vín
og brennivín frá rúsuni, sigur
Johannes Jensen.
Loyv heilsølunum
framat
Stendur tað til Johannes
Jensen, so skulu heilsølurnar
fáa loyvi til at innflyta bæði
øl og brennivín og selja tær
umvegis rúsina, tí á tann hátt
ber til at fáa eitt sindur lív á
henda marknað.
– Marknaðurin er púra
deyður. Eg havi ikki havt
ein einasta seljara frá rúsuni
á vitjan seinastu fýra árini,
hóast vit helst eru størsti
einstaki kundin. Við at loyva
fleiri framat, so fáa vit skapt
eitt sindur av dymamikki, og
tað treingir til. Eisini er tað
neyðugt at hava vøruúrval á
altjóða støði, um vit skulu
hava eina professionella
ferðavinnu. Vit tosa nógv um
at menna ferðavinnuna, men
tað gera vit ikki á henda hátt,
heldur Johannes Jensen.
Undir alt
lágmark
Stjórin á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn, Johannes Jensen, heldur, at verandi rúsdrekkalóg als ikki skapar karmar fyri menning
av matstovuvinnuni og ferðavinnuni í Føroyum, sum landsins myndugleikar annars tosa nógv um.
savnsmynd