mánadagur 9. januar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 6 - 9. januar 2006
Um alt landið er
kapping um at sleppa
at byggja ellis- og
røktarheim og gongur
sum ætlað, verður
tørvurin nøktaður
nógvastaðni um
nøkur fá ár
Eldrapolitikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður hugaligari at
verða gamal í Føroyum.
Í ællum førum kann stað
festast, at kommunur um alt
landið eru farin at kýta seg
av lívsins kreftum fyri at
bøta um korini hjá teimum
gomlu.
Ein týðandi partur av
eldrapolitikkinum, hevur verið
at byggja ellis- og røktarheim,
men tað er eitt økið, sum hevur
verið skammiliga forsømt og
tað eru javnan neyðarróp at
hoyra frá eldri og avvarðandi
um, hvussu illa stendur til við
røktarheimsplássum til eldri.
Men nú er vend við at
koma í – og tað av álvara.
Nú er at kalla kapping um
at sleppa at byggja ellis- og
røktarheim og um alt landið
koma umsóknir til Almanna-
og heilsumálaráðið um
stuðul til at byggja ellis- og
røktarheim fyri.
Kristjan Árnason, fulltrúi,
sigur, at tilsamans hevur
Almanna- og heilsumála
ráðið fingið 13 umsóknir frá
kommunum úr øllum land
inum.
Løgtingið hevur samtykt, at
tey næstu trý árini, til og við
2008, kann landskassin lata
tilsamans 51 milliónir krónur
í stuðuli til ellis- og røktarheim
og onnur stovnspláss til eldri.
Kommunur, sum ætla sær
undir byggingar, kunnu so
søkja um at fáa stuðul úr hesari
puljuni.
Men tær kommunur, sum
vilja sleppa upp í part, skulu
skunda sær. Seinasta freist at
søkja um stuðul er 31. janu
ar, og væntandi fara onkrar
umsóknir at koma afturat
teimum 13, sum longu eru
komnar.
Talan er í høvuðsheitum
um umsóknir um stuðul til at
byggja røktarheim fyri.
Ongar umsóknir eru við
gjørdar og enn minni av
greiddar enn, tí tað verða tær
ikki, fyrrenn umsóknarfreistin
er úti og allar umsóknirnar
komnar inn
– Tá verða umsóknar játtaðar
alt eftir, hvussu stórur tørvurin
er í teimum ymsu økjunum,
sum hava søkt. Tey økini, har
tørvurin er størstur, fáa fyrst
játtan og so verður býtt sundur
eftir tí, til puljan er uppi.
Allar umsóknir, sum eru
komnar inn, eru sendar til
heimarøktina til ummælis
fyri eisini at fáa eina fakliga
meting av, hvussu tørvurin er
í teimum ymsu økjunum.
Og Kristian Árnason
metir, at tá ið umsóknirnar
eru so nógvar í tali, at tá ið
tær eru avgreiddar, verður
stuðulin eisini uppi.
Annars vísti tann seinasta
tørvskanningin hjá Almanna-
og heilsumálaráðnum, at í
øllum landinum tørvur er
á 151 búplássum á ellis- og
røktarheimum, sambýlum
og heimum til minnisveik
Men tað er ógvuliga stórur
munur á, hvussu stórur
tørvurin er í teimum ymsu
økjunum.
– Tað er serliga í trimum
økjum, at tørvurin er stórur
og tað er fyrst og fremst í
Suðurstreymoy, men eisini í
Suðuroy og í Norðoyggjum
er rættiliga stórur tørvur,
sigur Kristian Árnason.
Tilsamans fevna tær
13 umsóknirnar, sum eru
komnar um 187 búpláss.
Men hetta merkir ikki,
at tørvurin verður væl og
virðiliga nøktaður, hóast allar
umsóknirnar verða gingnar
á møti. Sum tað sæst í
yvirlitinum, eru fýra umsóknir
úr Eysturoy, har tørvurin
er rættiliga væl nøktaður
frammanundan. Hinvegin
er bara ein umsókn úr Norð
oyggjum um eitt sambýli
í Svínoy til 8 fólk, hóast
tørvurin í økinum annars er
rættiliga stórur og úr Suðuroy
er somuleiðis bara ein umsókn
um at byggja 10 pláss afturat
sambýlinum í Vági, hóast
kanningin vísir, at tørvurin er
nógv størri enn so.
Higartil hevur Almanna- og
heilsumálaráðið fingið 13
umsóknir um stuðul til at
byggja ellis- og røktarheim.
Og sum tað sæst í yvirlitinum
niðanfyri, eru tað flestu øki
í landinum, sum ætla sær
at byggja stovnspláss til
eldru.
Umsóknirnar eru hesar:
Øki
Umsóknir Búpláss
Suðurstreym
4
84
Norðurstreym og Vágar
3
39
Eysturoy
4
46
Norðoyggjar
1
8
Suðuroy
1
10
Tilsamans
13
187
Úr Suðurstreymoy er ætlanin
at útvega pláss til heili 84
fólk.
Ætlanin er at byggja
eitt ellis- og røktarheim
í Kirkjubø til 10 fólk. Í
Mattalág hevur kommunan
keypt eini hús, har ætlanin
eisini er at gera pláss til
10 fólk. Við Tjarnargarð
er ætlanin at byggja ellis
og røktarheim til 24 fólk
og á Boðaneshamri hevur
kommunan útvegað sær
stykki, har ætlanin er at
byggja Ellis og Røktarheim
til 40 fólk.
Úr Norðstreymoy og
Vágum eru umsóknir um
stuðul til búpláss til 39
fólk.
Í Norðstreymoy er søkt
um stuðul til at byggja
13 pláss upp í Ellis- og
røtkarheimið í Vágum.
Vestmanna
Kommuna
hevur somuleiðis søkt um
stuðul til at byggja ellis- og
røktarheim til 20 fólk og
Sjómanskvinnuringurin í
Vestmanna hevur søkt um
stuðul til eitt sambýli til 6
fólk.
Úr Eysturoy eru umsóknir
um stuðul til 46 búpláss.
Í Eysturoy søkti Skála
Kommuna í síni tíð um
stuðul til at byggja til 8
fólk upp í eldrasambýlið á
Skála.
Í Eysturoy er eisini ein
gomul umsókn frá Gøtu
Kommunu um stuðul til
at byggja uppí sambýlið
til seks fólk afturat. Tann
útbyggingin er gjørd, men
stuðulin er ongantíð játtaður
og tí liggur tann umsóknin
enn.
Annars hevur Sjóvar
Kommuna søkt um stuðul
til at byggja eldrasambýli
til 12 fólk
Harafturat er ein gomul
umsókn frá Fuglafjarðar
Kommunu, har ætlanin
er at byggja eitt ellis- og
røktarheim til 20 fólk.
Úr Norðoyggjum er
umsókn komin frá Svínoyar
kommunu um stuðul til at
byggja eldrasambýli til 8
fólk.
Í Suðuroy hevur Vágs
Kommuna søkt um stuðul
til at eldrasambýlið í Vági
við 10 plássum.
Talan er um eina eldri
umsókn. Men sum kunnugt
arbeiða royna kommunur
í Suðuroy nú at fremja
eina nýggja ætlan um at
byggja eitt rættiligt ellis- og
røktarheim í Vági.
Enn er hevur Almanna- og
heilsumálaráðið kortini onga
umsókn fingið úr Suðuroy
um ellis- og røktarheim og
Kristian Árnason, fulltrúi
sigur, at so leingi ráðið onki
frættir aftur úr Suðuroy,
verður hendan umsóknin um
at útbyggja eldrasambýlið í
Vági, viðgjørd sum allar
Nú verður hugaligari at
verða gamal í Føroyum
Í Eysturoy, ar lítil og ongin
tørvur er á fleiri plássum,
er eisini gravgangur eftir
at sleppa at byggja ellis- og
røktarheim. Hinvegin hava
Suðuroyingar og norðoyingar
ikki enn søkt um nakað
stórvegis, hóast tørvurin í
teimum báðum økjunum er
rættiliga stórur
Seinasta tørvskann
ingin hjá Almanna-
og heilsumálaráðnum
vísir, at í øllum
landinum er tørvur
búplássum til
151 fólk á ellis og
røktarheimum,
sambýlum og á
serligum heimum
fyri minnisveik.
Tørvurin er hesin.
Øki
Tørvur Umsóknir
Suðurstreymoy
68 pláss 84 pláss
Suðuroy
33 pláss 10 pláss
Norðoyggjar
27 pláss 8 pláss
Vágar og Norðurstreymoy
20 pláss 39 pláss
Sandoy
4 pláss
0 pláss
Eysturoy
0 pláss
46 pláss
Í hesum tølunum er allur
tørvurin taldur við, tvs,
bæði ellis- og røktarheim,
pláss til minnisveik o.s.fr.
Skulu tølini býtast sund
ur, er tørvur á 91 ellis- og
røktarheimsplássum um alt
landið og tað er tørvur á 38
plássum til minnisveik og
tað er tørvur á sambýlum
til 22 fólk.
Viðvíkjandi Eysturoy
kann viðmerkjast, at hóast
tørvurin sum heild er nøkt
aður, verður mett, at tørvur
er á sambýlum til 8 fólk,
eins og eitt fólk hevur
tørv á at sleppa á heim
fyri minnisveik. Hinvegin
leypa 10 pláss av á ellis- og
røktarheimum í Eysturoy
og tí verður sagt, at samlaði
tørvurin er nøktaður.
Verður gjørt upp í pro
sentum, hvussu stórur part
ur av tørvinum, er nøktaður
í teimum ymsu økjunum,
sæst, at í Suðuroy eru
63% av tørvinum nøkt
aður, Næstringast fyri
er Suðurstreymoy, har
bara 65% av tørvinum er
nøktaður. Í Norðoyggjunum
eru 73% av tørvinum
nøktaður og Í Vágum og
Norðurstreymoy eru 83%
av tørvinum nøktaður. Í
Sandoy er 86% av tørvinum
nøktaður, men í Eysturoy
eru 100% nøktað.
Tørvur á 151
plássum
Hava fingið 13 umsóknir