mánadagur 9. januar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 6. januar 2006
7
Landsstýrismaðurin í
vinnnumálum, Bjarni
Djurholm, hevur
rúsdrekkamál undir
sær, og hann sigur, at
tað eru kunngerðir á
veg, ið møguliga fara
at lætta um tilveruna
hjá matstovunum.
Rúsdrekkalógin
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bjarni Djurholm sigur, at tá
ið tað snýr seg um mál, ið
hava við rúsdrekkalógina at
gera, krevur tað altíð drúgva
politiska viðgerð.
Trupult at handfara
– Tá ið okkurt mál viðvíkj
andi rúsdrekkalógini ella
kunngerðir í hesum sambandi
eru fyri politiskt, er tað altíð
nógv uppmerksomheit um
tað, og hesi mál eru ógvulga
trupul at handfara, sigur
Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin
greiðir tó frá, at broytingar
uppskot hava verið til hoyr
ingar, og at svarini upp á
hoyringsskrivini eru á veg
aftur til vinnumálaráðið.
Bjarni Djurholm sigur seg
vænta, at málið liggur á
hansara borði aftur um ein
mánað ella so, og síðani
verður tað lagt fram á
landsstýrisfundi.
– Hetta er eitt ótrúliga
trupult mál, men nakrar av
teimum broytingum, sum
eru væntandi, eru eitt nú, at
tað fer at verða gjørligt hjá
eitt nú matstovum at keypa
upp á borg, og eisini kann
væntast, at stórir kundar fara
at fáa mongdaravsláttur í
Rúsdrekkasøluni,
sigur
Bjarni Djurholm.
Sambært landsstýrismann
inum er ein trupulleiki á
økinum, at ásetingarnar
fyri virkseminum hjá Rús
drekkasøluni eru ógvuliga
mótstríðandi. Hann nevnir
sum dømi, at stovnurin
skal hava eitt ávíst yvir
skot,
samstundis
sum
hann skal verða við til at
tálma rúsdrekkanýtsluna í
Føroyum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður:
– Arbeitt verður
við broytingum
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
vinnumálum, sigur, at
broytingar eru væntandi, ið
hava við sær, at matstovur
kunnu keypa upp á borg
og fáa mongdaravsláttur í
Rúsdrekkasøluni.
savnsmynd
Vág
bingar
fáa
nummar
Vágur: Næstu dagarnir
fáa øll hús í Vági
sendandi eitt nummar at
seta á húsini. Hetta verður
gjørt, nú adressuskráin –
gøtunøvnini – fyri Vágs
kommunu eru góðkend
Í skrivinum verður
upplýst
gøtunavn
og
gøtunummar.
Gøtunumrini, ið setast
skulu á húsini, verða
latin ókeypis, og fólk
kunnu, um áhugi er fyri
tí, fáa hjálp til at seta tey
á húsini.
Eitt kortablað verður
eisini sent við, har fólk
verða biðin um at skráseta,
hvar á matriklinum
vatnleiðing,
elkaðal,
telefonkaðal,kloakkir,
rottangi v.m. eru, og síðani
senda upplýsingarnar til
kommununa.
- Eisini er ætlanin
at
fara
undir
at
skráseta staðarnøvnini
(býlinganøvnini) í Vágs
kommunu, soleiðis at hesi
kunnu verða varðveitt til
eftirtíðina, sigur Vágs
Býráð í tíðindaskrivi.
Í gjár var eitt Boeing 737
flogfar hjá Sterling á vitjan
í Vágum. Talan er um eitt
av gomlu flogførunum hjá
Maersk Air, ið fylgdi við, tá
ið Maersk Air og Sterling
løgdu saman, og flogfarið
hevur mangan áður vitjað í
Vágum. Flogfarið, OY-API,
hevur framvegis gomlu
Maersk litirnar, men Sterling
stendur á síðuni á tí, sum tað
eisini sæst á myndini.
Flogfarið, ið er av slagnum
Boeing 737-500, kom úr
Aalborg, og tað var danska
verjan, ið hevði leigað
flogfarið í sambandi við
manningarskifti á einum av
verjuskipunum.
tn
Á Hotel Vágum
hava tey nú gjørt av,
at tað ikki longur
skal verða loyvt at
roykja á matstovuni á
gistingarhúsinum.
Roykibann
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Teir gestir, sum mánadagin
leita sær á matstovuna á
Hotel Vágum, noyðast at
gera sær greitt, at skulu tey
festa sær í eftir eina betri
máltíð, verður neyðugt at
fara út úr matstovuni at gera
hetta.
Fólk spurt eftir royki
banni
Kári Hentze, stjóri á Hotel
Vágum, sigur, at seinnu
árini eru fólk blivin alsamt
meiri tilvitað um roykibann
á almennum støðum, og
alsamt færri hava roykt á
matstovuni.
– Fólk hugsa meiri og meiri
um roykingina, og tað eru
øgiliga fá, sum í dag roykja
á matstovuni. Í útlandinum
er tað vanligt, at tað ikki er
loyvt at roykja á matstovum,
og hetta sæst eisini aftur her,
tí eingir útlendingar roykja
á matstovuni, sigur Kári
Hentze.
Stjórin á Hotel Vágum
sigur, at seinastu tíðina
hava fleiri fólk spurt eftir,
um gistingarhúsið fór at
seta fullkomið roykiforboð
á matstovuni, og nú verður
hetta so gjørt.
– Eg vænti ikki, at hetta
verður nakar trupulleiki, tí
flestu fólk fara sum er út at
roykja. Um til dømis skeið er
á gistingarhúsinum, so fara
skeiðluttakararnir út at roykja
í steðgunum. Eingin setur seg
á matstovuna at roykja, greiðir
Kári Hentze frá.
Gamal kenningur vitjaði
Tað líkist sær sjálvum, gamla
flogfarið hjá Maersk Air, sum
nú hoyrir undir Sterling.
Flogfarið var á vitjan í
Vágum í gjár í sambandi við
manningarskifti á einum av
donsku verjuskipunum.
Mynd: www.floghavn.fo
Roykibann á
matstovuni
Frá mánadegnum av fer tað ikki longur at verða loyvt at roykja á matstovuni á Hotel Vágum