Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2006 7 Føroyskir sjúklingar við systiskari fibrosu sleppa møguliga undan í framtíðini at ferðast til Danmarkar og Ríkissjúkrahúsið til eftirlit. Eftirlit Páll Holm Johannesen Pallurin@hotmail.com Tíðindastovan Ritzau skriv­aði um vikuskiftið, at Ríkissjúkrahúsið hev­ ur fingið stuðul til eina verk­ætlan, sum skal kanna møguleikan fyri telemedisinalum viðtalum fyri føroyskar sjúklingar. Í fyrsta umfari verður hesin møguleiki galdandi fyri føroyskar sjúklingar við systiskari fibrosu. Telemedisinalar viðtalur er eina metoda, har sjúklingurin møtir upp á sínum lokala sjúkrahúsi og verður kann­ aður av serfrøðingi á Rík­is­ sjúkrahúsinum í Keyp­manna­ havn gjøgnum eitt videotól við sínum lokala lækna við sína lið. Verður verkætlanin veru­ leiki, kunnu føroyskir sjúk­lingar sleppa undan at ferðast til Danmarkar og Ríkissjúkrahúsið til eft­ ir­lit, sum ofta bara tekur 10-15 minuttir, og sum í roynd og veru ikki krevur nakra veruliga fysiska kann­ing av sjúklingunum. Við hjálp av videotólinum verður møguleiki at fara á Landssjúkrahúsið og fáa sítt eftirlit við hjálp frá serfrøðingi á Ríkissjúkrahúsinum. Sundhedsstyrelsen í Dan­ mark góðkendi herfyri eina umsókn um 775.000 kr til verkætlanina, sum um­framt Landssjúkrahúsið eisini fevnir um Bornholms Centralsygehus, Dronning Ingrids Hospital í Nuuk og IT-Universitetið í Keyp­ mannahavn. Um Fjarðskiftislógin verður ein forðing fyri, at Føroya Tele kann fara upp í norð­urlendska samstarvið til tess at basa barnaporno á netinum, fari eg vegna Sjálvstýrisflokkin at taka málið upp í Løgtinginum, sigur Kári P. Højgaard BARNAPORNO Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Føroya Tele upplýsir í fjølmiðlunum, at 300 før­ oyskar leitingar dagliga eru á barnapornografiskum heimasíðum. Hesin veruleiki verður staðfestur, nú eitt filtur, ið er ment í samstarvi við donsku ríkisløgregluna, fær fram hesi hagtøl úr Føroyum. Hetta sigur Kári P. Høj­ gaard, løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins. Hann vísir á, at bæði Dátaeftirlitið og Fjar­skift­ iseftirlitið hava fremsta­ fingurin á lofti, tí Føroya Tele ger hagtøl yvir hesar skrásetingar. Spurningur verður settur við, um skrá­setingin er lóglig vís­andi til grein 20 í Fjarðskiftislógini. Red Barnet samstarvar við ríkisløgregluna um at avdúka ólógligu heimasíðurnar og tey sum vitja hesar. Hetta er ein liður í royndini at bjarga børnum frá ágangi og kynsligari misnýtsu. Allar góðar kreftir mega samstarva um vernd barnanna, og lítil ivi man vera um, at trupuleikin er eins stórur í Føroyum, sum í grannalondum okkara. Í slíkum álvarsmáli kunnu pol­itikkarar ikki sita hend­ ur í favn og látast sum onki. Barnsins trygd eins og landsins trygd hvílur í okkara hondum, sigur Kári P. Højgaard. Hann sigur, at um Fjarð­ skiftislógin verður ein forðing fyri, at Føroya Tele kann fara upp í norð­ ur­lendska samstarvið á øk­inum, fari hann vegna Sjálvstýrisflokkin at taka málið upp í Løgtinginum. Sjálvstýrisflokkurin vil steðga barnaporno á alnótini Sjúklingar við systiskari fibrosu sleppa undan at fara niður