mánadagur 9. januar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 6. januar 2005
9
Cavlingvirðislønin
2005 verður í dag
handað tveimum
journalistum fyri DR-
dokumentarsendingi
na "Hævet over
mistanke" um
viðferðina, ein ungur
drongur fekk í
samband við
handtøku. Drongurin
doyði í
politivarðhaldinum
CAVLINGVIRðISLØN
Anna V Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fyrr í vikuni varð kunn-
gjørt, at høgt metti journa-
listheiðurin, Cavlingvirðis-
lønin, hesuferð verður latin
sjónvarpsjournalistunum
Michael Klint og Christian
Andersen
fyri
dok-
umentarsendingina "Hævet
over mistanke", sum varð
send á DR1 í november í
fjør.
Virðislønin verður hand-
að í dag, og í grundgeving-
ini sigur Calvlingnevndin
millum annað:
- "Hævet over mistanke"
er ein sjáldsama væl søgd
sjónvarpssøga, sum vísir
týdningin av kannandi og
samfelagsviðkomandi
journalistikki í eini tíð, har
grunnar og lættisoppakend-
ar sendingar seta dám á
stóran part av sendiflatuni í
donskum sjónvarpi.
Rættartrygd í vanda
"Hævet over mistanke" er
framhald av sendingini
"Under anklage". Hetta var
fyrra sendingin Michael
Klint og Christian Andre-
sen gjørdu um málið, har
ein 21 ára gamal drongur
varð handtikin og stutt eftir
doyði í politivarðhaldinum.
Í sendingini dokumentera
journalistarnir
vantandi
viljan hjá mynduleikunum
at kanna málið til botns,
hóast orsøkin til deyðstil-
burðin frá byrjan var sera ó-
greið.
Sendingin førdi til eina
kanning, har ríkisákærin í
Aalborg staðfesti, at ongin
orsøk var at finnast at poli-
tinum í hesum sambandi.
Eisini staðfesti Rættar-
læknaráðið, at drongurin
varð deyður av nátúrligum
orsøkum. Teir báðir journa-
listarnir góðtóku tó ikki
hesa niðurstøður, og í
"Hævet over mistanke" lata
teir høgt mettar útlendskar
rættarlæknar meta um mál-
ið. Og eisini hesir sáa álvar-
saman og vælgrundaðan
iva um bæði deyðsorsøk
eins og viðferðina av unga
manninum í varðhaldinum.
Út frá óvanliga ítøkilig-
um dømum varpar send-
ingin soleiðis enn einaferð
ljós á spurningin um,
hvussu hóskandi tað er, at
politiið kannar seg sjálvt í
slíkum málum - og ivast
harvið av álvara í rættar-
trygdini hjá borgaranum.
Ímóti rákinum
Sendingarnar hava vakt
miklan ans og kjak í
donskum fjølmiðlum og
eru fyribils orsøkin til, at
teir báðir Michael Klint og
Christian Andersen nú fáa
størsta danska journalist-
heiðurin yvirhøvur. Í hes-
um sambandi sigur Mich-
ael Klint við Ritzau
- Vit eru í einum ráki, har
flestu sjónvarpssendingar
royna at vera so undirhald-
andi, sum gjørligt. Tí er tað
ikki minst týdningarmikið,
at sendingar, sum hesar,
eisini verða gjørdar. Og so
er tað fantastiskt at fáa eina
virðisløn, sum tínir starvs-
felagar eisini eru við til at
lata. Tey hava hugt at søg-
uni og sagt "Hetta er sannur
journalistikkur".
Sjónvarpsjournalistar fáa Cavlingvirðislønina
Cavlingvirðislønin kom í lag í 1944 í sambandi
við
40
ára
hátíðarhaldið
hjá
Dansk
Journalistforbund og til minnis um stovnaran av
felagnum, journalistin og rithøvundan, Henrik
Cavling
Virðislønin verður hvørt ár latin einum ella fleiri
journalistum, sum hava víst serlig evni óg áræði í
undanfarna ári
Umframt eina standmynd av Henrik Cavling
fylgja 20.000 kr við virðislønini
FAKTA
Cavlingvirðislønin verður í
dag handað DR
journalistunum Michael
Klint og Christian Andersen
fyri dokumentarsendingina
"Hævet over mistanke"
Í komandi viku verð-
ur sambýlið í Sanda-
vági tikið í nýtslu.
Húsini vórðu keypt í
2004, og eru tey nú
liðugt umvæld og
útbygd. Fýra fólk
flyta inn í sambýlið í
fyrstu syftu
SAMBÝLI
- Enn eitt sambýli til sinnis-
veik verður tikið í nýtslu í
komandi viku. Í hesum
sambandi verður skipað
fyri almennari móttøku, har
sambýlið verður víst fram
fyri almenninginum, og
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður fer at siga
nøkur orð, sigur Almanna-
og Heilsumálaráðið í tíð-
indas krivi.
Í desember 2004 keypti
Almanna- og heilsumála-
ráðið eitt sambýli afturat til
sinnisveik í Sandavági,
sum nú er liðugt útbygt og
umvælt. Sambýlið, ið lig-
gur við Traðarvegin í Sand-
avági, liggur stutt frá hin-
um sambýlinum fyri sinnis-
veik, ið liggur undir Fobba-
kletti. Hetta gevur møg-
uleika fyri at samskipa
rakstur og virksemi á báð-
um sambýlunum. Tí er av-
gjørt, at Signa Andreassen,
ið er leiðari fyri sambýlið
undir Fobbakletti, eisini
verður
leiðari
fyri
sambýlinum, ið nú verður
tikið í nýtslu.
Ein tílík samskipan av
rakstri/virksemi hevur við
sær størri møguleikar fyri
smidligum og skilagóðum
loysnum,
við
tað
at
møguleiki
er
fyri
at
samskipa náttarvakt, og at
starvsfólkið kann skifta
ímillum
sambýlini
við
sjúku
og
feriu
v.m.,
umframt at búfólkini eisini
kunnu flyta ímillum, um
tað verður neyðugt. Eisini
kann verða skipað fyri
felags
tiltøkum
fyri
búfólkunum
á
báðum
sambýlunum í Sandavági.
Sosialpsykiatriin,
ið
sambýlini eru partar av, er
tann sosiala skipanin, ið
hevur til endamáls at hjálpa
teimum
sálarsjúku
við
millum annað at forma
gerandisdagin
so
innihaldsríkan
sum
gjørligt. Trupulleikin við
verandi
sambýli
undir
Fobbakletti er, at einki
virksemisrúm er, ið gevur
búfólkunum møguleika fyri
samveru,
virksemi
og
menning, ið verður mett
sum ein týdningarmikil
partur av sosialpsykiatriini.
Húsini, ið nú verða tikin í
nýtslu, hava ein kjallara, ið
er yvir 150 m2, sum er inn-
rættaður til virksemisrúm.
Arbeiðið við at gera rúmið
endaliga klárt og innrætta
koma búfólkini á sambýlu-
num sjálvi at standa fyri. Á
henda hátt kunnu tey sjálvi
seta sín dám á virkisrúmið.
Í fyrstu syftu flyta fýra
búfólk inn í sambýlið.
Móttøkan fyri almenn-
inginum verður týsdagin
10. januar 2006, kl. 14.00.
Øll eru hjartaliga væl-
komin, sigur Almenna- og
Heilsumálaráðið.
Sambýli til sinnisveik í
Sandavági tikið í nýtslu