Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 6 - 9. januar 2006 Marknaðarrák Partabrævamarknaðirnir hava givið góðan vinning seinastu 3 árini. Norrøn partabrøv hava til dømis givið um 20% um árið, og liggja nú á leið á somu kursum sum í 2000. Kursirnir eru ikki hækkaðir av nakrari KT-bløðru hesuferð, men hava bert fylgt við økingini í inntøkum hjá virkjunum, og útlitini fyri 2006 eru eisini hampulig. Í USA eru vísitølini Nasdaq og S&P500 hækkaði ávikavist 4,5% og 3,0% fyrstu vikuna í 2006. Til stuttleika kann nevnast, at í 86% av førunum, har S&P500 er hækkað fyrstu vikuna í árinum, hevur árið sum heild verið gott fyri partabrøv. Renturnar ota seg niðureftir 10-ára danska rentan lækkaði 0,05% í farnu viku, og hon er nú 3,23%. Í septembur var hon niðri á 3,00%, so hon kann halda á at lækka nakað aftrat. Tó er núverandi stigið sera lágt, og tað ber tí væl til, at vit fáa eitt lítið rykk uppeftir hesa vikuna. ATP tekur ikki av keypsboði í TDC Danski eftirlønarrisin ATP, ið eigur um 5,5% í TDC hevur kunngjørt, at tey ikki taka av keypboðnum frá Nordic Tele­ phone Company. Tí lækkaðu TDC partabrøvini 6%. Or­søkin er, at ATP metir, at boðskursurin á 382 er ov lágur. Tá boðið frá Nordic Telephone Company bert er galdandi, um tey fáa minst 90% av parta­brøvunum, kann støðan hjá ATP føra við sær, at TDC handilin ikki gerst veruleiki. Fyribils kann roknast við, at freistin at taka av tilboðnum verður longd. Í løtuni eru óivað nógvir partaeigarar ið harmast um støðuna hjá ATP, tí ATP kann forða hesum at fáa góðan kursvinning fyri teirra TDC partabrøv. Hesa vikuna Dollarin verður í andgletti hesa vikuna. Amerikanski hand­ilsjavnin fyri novembur verður kunngjørdur, og hesin hevur týdning fyri dollaran, sum er viknaður nakað sein­ asta mánaðin. Gongdin í TDC-málinum fer væntandi at seta dám á allan danska parta­ brævamarknaðin. Gott partabrævaár í væntu Vika 2 2006 Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 613,78 -2,5% Lánsbrøv í DKK 105,09 0,0% JPY 5,36 0,3% Evru Lánsbrøv 174,00 0,2% GBP 1.086,94 0,2% Norrøn Partabrøv 109,15 0,2% NOK 94,22 0,9% Altjóða Vøkstur 74,36 0,3% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 3,10% 3,30% 3,50% 09/10 09/11 10/12 940 980 1020 1060 1100 09/10 09/11 10/12 – Løgmaður hevur enn einaferð bein­leiðis brotið stýrisskipanarlógina. Tað stendur greitt í stýrisskipanarlógini, at týdningarmikil uttanríkispolitisk mál skulu umrøðast í uttanlandsnevndini. Tá hann sjálvur hevur kallað fráboðanina til ST sum stórtíðindi, skuldi hann sjálvssagt ráðført seg okkum áðrenn stjórnin sendi brævið til ST, heldur limurin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen ST-fráboðan Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com – Tað sigur seg sjálvt, at løgmaður átti at ráðført seg við okkum í uttanlandsnevndini. Tað stendur týðuligt í Stýris­skipanarnevndini, at landsstýrið skal ráðføra seg við uttanlandsnevndina, tá mál av stórum uttan­lands­ politiskum týdningi eru á skránni. Limurin hjá Tjóð­veldis­ flokkinum í uttan­lands­ nevndini, Hergeir Nielsen, er samdur við formanninum í uttanlandsnevndini, Joh­an Dahl, í, at løgmaður átti at ráðført seg við uttan­lands­ nevndina, áðrenn hann gav donsku stjórnini grønt ljós til at senda uttanríkislógina til ST. – Løgmaður hevur enn einaferð beinleiðis brotið stýr­ isskipanarlógina. Tað stendur greitt í stýr­is­skipanarlógini, at týdningarmikil uttan­rík­is­ politisk mál skulu umrøðast í uttanlandsnevndini. Tá hann sjálvur hevur kallað frá­ boðanina til ST sum stórtíðindi, skuldi hann sjálvssagt ráðført seg okkum áðrenn stjórnin sendi brævið til ST, heldur Hergeir Nielsen Tingmaður Tjóð­veld­is­ floksins vísir á, at løg­maður áður hevur brotið Stýr­is­ skipanarlógina í samband við Íslands­sáttmálan. Løgmaður hevur um viku­skiftið ført fram, at ein av orsøkunum at hann ikki valdi at leggja málið um ST-fráboðanina fyri uttan­landsnevndina var, at Løgmansskrivstovan longu í februar 2004 í einum uppriti kunnaði tingnevndina um, at uttanríkislógin fór at vera fráboðað ST. – Henda grundgeving hong­ ur snøgt sagt ikki saman hjá løgmanni. Vit høvdu onga uttanríkislóg í februar 2004, so hatta heldur ikki. Sum fleiri aðrir tingmenn hvakk eg við, tá eg hoyrdi løgmann koma við ST-fráboðanin gamla­árskvøld, tí vit hava ongantíð fingið upplýst, at málið fór at vera fráboðað til ST, sigur Hergeir Nielsen Stormur í vatnglasi – Danska stjórnin sendir ST fráboðaninir um Før­ oy­­ar á hvørjum ári, og uttan­landsnevndin hevur ongantíð umrøtt hesar fráboðanir. Eg skilji tí ikki allar atfinningarnar, tí fyri mær tykist tað, sum fer fram í løtuni, at vera ein stormur í einum vatnglasi Annar av liminum hjá Javn­aðarflokkinum í uttan­landsnevndini, John Johannessen, heldur ikki, at tað var so umráðandi at uttanlandsnevndin varð ráðførd, áðrenn danska stjórn­in boðaði ST frá um uttanríkislógina. Átti løgmaður sambært stýrisskipanini ikki fráboðað uttanlandsnevndini? – Eg haldi tað verður lagt alt ov nógv í hasa frá­ boð­anina. Tað er sjálvandi at fegnast um, at Føroyar hava fingið staðfest sín sjálvs­avgerðarrætt, men annars ávirkar fráboðanin ikki tað stóra. Tá alt kemur alt skal fullveldi takast í Føroyum. Finna vit ein nóg stóran meirluta fyri hesum her heima, fer eingin donsk stjórn at seta seg ímóti ynskinum hjá føroyingum, heldur John Johannessen. Advokatar tala at Advokatarnir, Bjørn á Heyg­um og Anfinn V. Hansen, sum vóru við at gera Stýrisskipanarlógina, finnast eisini at framferðini hjá løgmanni í málinum. – Fyri tveimum árum síðani kundi uttanlandsnevndin hjá løgtinginum av góður grundum ikki vita, at ríkis­ stjórnin fór at boða ST frá uttanríkislógini við donsku viðmerkingunum um, at Føroyar hoyra undir donsku grundlógina. Hetta gjørdi hann, hóast løgtingið í summar metti, at tað vóru tær føroysku viðmerkingarnar, sum vóru galdandi, søgdu Bjørn á Heygum og Anfinn V. Hansen við Útvarp Føroya í morgun. Teir meta eins og Hergeir Nielsen, at grundgevingin hjá løgmanni fyri ikki at leggja málið fyri løgtingið ikki er nóg haldgóð, tí tað er hent so nógv í málinum síðan februar 2004. Beinleiðis brot stýrisskipanina –Henda grundgeving hongur snøgt sagt ikki saman hjá løgmanni. Vit høvdu onga uttanríkislóg í februar 2004, so hatta heldur ikki. Sum fleiri aðrir tingmenn hvakk eg við, tá eg hoyrdi løgmann koma við ST-fráboðanin gamlaárskvøld, tí vit hava ongantíð fingið upplýst, at málið fór at vera fráboðað til ST, sigur Hergeir Nielsen Savnsmynd Stýrisskipanarlógin § 54. Løgtingið velur mill­um løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum lands­ stýrið ráðførir seg við, áðr­enn av­gerðir verða tikn­ar, ið hava stóran utt­ anlandspolitiskan týdn­ ing. Stk. 2. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við rík­ismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum. FAKTA