mánadagur 9. januar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 5 - 6. januar 2005
BÚSKAPARRÁð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Jørn Astrup Hansen, fyrr-
verandi stjóra í Føroya
Banka er bæði fegin um og
errin av, at landsstýrið hev-
ur gjørt av at gera hann til
lim í Búskaparráðnum.
Hann tekur tað sum ein
heiður at fáa slíka álitis-
uppgávu. Hetta er tó ikki
fyrstu ferð, at hann hevur
fingið slíka áheitan. Tað
eru 4-5 ár síðani, at hann
fekk sama tilboð, men tá
helt hann tað ikki vera
sameiniligt við at vera
stjóri í bankanum eisini. Nú
hann er sín egni maður og
óheftur heldur hann støð-
una vera øðrvísi og hevur
tikið av tilboðnum.
Hann sær tað ikki sum
nakran trupulleika, at hann
ikki býr fast í Føroyum. -Eg
havi drúgvar royndir frá
mínum meira enn 12 árum í
Føroyum, so eg skuldi havt
tað neyðuga innlitið í før-
oyska samfelagið og við-
urskiftini her. Jørn Astrup
Hansen er annars eitt sind-
ur kløkkur av, at hann fekk
hetta tilboðið, tí hann jú býr
uttanfyri Føroyar. Hetta
hevur heldur ikki verið sið-
ur. Men hann heldur sjálv-
ur, at tað varð skeivt á sinni
at
vraka
Ráðgevanda
Nevndina í Danmark við-
víkjandi
Føroyum.
Nú
landsstýrið so hevur gjørt
av at heita á seg um at vera
partur av Búskaparráðnum
heldur hann tað vera eina
spennandi og skilagóða
roynd, nevniliga hetta at
taka fólk uttanfyri Føroyar
við í Ráðið.
- Tað var stórt spell fyri
Føroyar, at Ráðgevandi
Nevndin varð niðurløgd.
Frágreiðingar
hennara
vórðu brúktar alt ov lítið
bæði í Føroyum og í Dan-
mark. Føroyska búskapar-
ráðið hevur síðani tikið yvir
men hevur havt torført við
at fáa sama status sum
Ráðgevandi Nevndin. Og tá
man nú slepti Ráðgevandi
Nevndini so átti man eisini
at havt styrkt um Búskapar-
ráðið, og ein máti vildi net-
tupp verið at tikið við fólk
uttanífrá, sum ikki á nakran
hátt eru bundin av føroysku
skipanini. Flestu limirnir í
Búskaparráðnum fáa uttan
iva løn sína frá tí almenna.
Jørn Astrup Hansen sig-
ur, at tað eru støður, har tað
kann vera skilagott at brúka
fólk uttanífrá av ótta fyri
vandanum, at "man går til i
hensynsfuldhed", sum hann
málber seg.
- Men metir tú teg at hava
nógv at geva í slíkum
starvi?
- Tað haldi eg. Eftir 12-
13 ár í Føroyum havi eg
fingið innlit í føroysk við-
urskifti, kanska meira enn
tey flestu, tí eg havi umsitið
eitt so týðandi starv í sam-
felagnum. Eg eri ikki
bundin av nøkrum, og tað
havi eg heldur ongantíð
verið. Eg meti meg vera o-
bjektivt óheftan av tí før-
oysku skipanini. Eg haldi,
at mín persónligi integritet-
ur er í lagi. Men tað er
greitt, at tað eg eri farin úr
Føroyum, ger, at eg miss
nakað av tí tætta kensk-
apinum. Hann ætlar sær
kortini at vitja oftani.
Hann heldur tað tó ikki
nýtist at vera nakar vansi
heldur at búgva aðrastaðni
og vísir her til Ráðgevandi
Nevndina, sum jú bara
vitjaði her av og á men
hvørs frágreiðingar ikki
liggja nakað aftanfyri tær
hjá Búskaparráðnum.
- Ráðgevandi Nevndin
nýttist ikki at taka hensyn,
nakað, sum ger seg alt ov
nógv galdandi í Føroyum.
Eg haldi tó, at Búskapar-
ráðið hesi seinastu árini
hevur torað at úttalað seg
rættiliga nógv men er sam-
tíðis tíverri ikki tikið nóg
nógv fyri fult. Man hevur
ikki lurtað nóg nógv eftir tí.
Jørn Astrup kemur til
Føroya miðskeiðis í januar
at vera við á eini ráðstevnu.
– Tað eru hevur verið
stór útskifting, nú
nýtt búskaparráð
varð valt í morgun
BÚSKAPARRÁÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum hevur nú valt nýtt
búskaparráð. Og tað skerst
ikki burtur, at tað hevur
verið stór útskifting í ráð-
num.
Heilir fimm av teimum
sjey limunum í nýggja bú-
skaparráðnum eru nývaldir.
Hetta Búskaparráðið er
valt eftir sama leisti, sum
undanfarin ráð.
Tað hevur annars nógv
verið tosað um at broyta
Búskaparráðið. Báðir teir
undanfarnu
formenninir
róðu framundir at avtaka
ráðið heilt og ístaðin fyri
skipa fyri eini búskaparráð-
stevnu.
Onnur hava skotið upp at
velja útlendingar í ráðið,
sum kundi síggja føroyskan
búskap við nýggjum brill-
um.
– Búskaparráðið verður
valt eftir eini lóg og so
leingi hon ikki er broytt,
verður ráðið heldur ikki
broytt og tí er tað valt eftir
sama leisti sum undanfarin
ráð, sigur Bárður Nielsen,
landsstýrismaður.
Tað er setursráðið á Fróð-
skaparsetrinum, sum gevur
landsstýrismanninum eina
innstilling við einum lista
við fólki á, sum hann síðani
velur ráðið burturúr.
Og skulu vit tosa um út-
lendingar, eru tað kanska
summi, ið hava hug at seta
gamla Føroya Bankastjór-
an, Jørn Astrup Hansen í
tann bólkin.
– Tað er ein spurningur
um hann er útlendingur. Í
mínum eygum er hann
minst líka nógv føroyingur.
Hann er í hvussu so er ein,
ið kennir føroyskan búskap
so væl sum fá onnur, sigur
Bárður Nielsen.
– Hann er samstundis ein
frálíkur
viðmerkjari
í
almenna
samf-
elagskjakinum og eg haldi
tískil, at tað er sera heppið,
at varðveita hann í almenna
kjakinum. Men so er eisini
neyðugt, at hann hevur ein
pall at kjakast útfrá, leggur
landsstýrismaðurin afturat.
Hann helt tí, at tað var
sjálvsagt at taka av, tá ið
Astrup Hansen var ein
møguleiki til ráðið.
Annars fegnast hann um,
at tað aftur hesuferð hevur
eydnast at manna ráðið við
sera vælskikkaðum fólki, tí
tað eru mong, sum bera seg
undan.
Sjálvir ivast Bárður Niel-
sen í, um tað er rætt at av-
taka Búsksparráðið.
– Sjálvt um vit skipa fyri
eini
búskaparráðstevnu,
skal ein slík ráðstevna hava
eitt útgangsstøðið at kjakast
útfrá. Tí mugu vit hava ein
grundvøll, sum fyrireikar
eina slíka stevnu. Sostatt
dugi eg ikki at síggja, at
Búskaparráðið kann takast
av uttan so at okkurt kemur
ístaðin, sigur Bàrður Niel-
sen.
Nýggja
búsksparráðið
tekur við 1. februar í ár og
tað situr til 31. desember í
2008.
Byggimeistari á Tvør-
oyri fer nú undir
stóra útstykking, har
hann bjóðar fólki
byggibúgvin grund-
stykki, sum eisini
verða friðað fyri seyði
ÚTSTYKKING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður farið undir eina
ta størstu útstykkingina av
grundstykkjum í Suðuroy í
mong ár.
Tað er Petur Hammer,
byggimeistari á Tvøroyri,
sum tekur stig til hesa út-
stykkingina, og hetta verð-
ur samstundis fyrstu ferð,
at privata initiativið í Suð-
uroy tekur stig til so stóra
útstykking á sama hátt, sum
kent
er
aðrastaðni
í
landinum.
Tað hevur annars mangan
verið nógv tosað um,
hvussu illa suðuroyggin er
fyri, bæði viðvíkjandi ar-
beiðsplássum og fólkatali,
men Petur Hammer er so
mikið bjartskygdur um
støðuna, at hann nú ætlar
sær undir eina stóra út-
stykking úti í Heiðunum í
Froðba.
Væntandi verða upp í-
móti 20 grundstykki í hesi
eini útstykkingini.
– Vit ætla at gera grund-
stykkini púra byggibúgvin,
so tá ið tey verða keypt, er
púra klárt at seta formarnar
upp, sigur Petur Hammer.
Samstundis verður alt
gjørt og lagt til stykkið,
sum hoyrir til eina útstykk-
ing nú á døgum, bæði vegir,
kloakkir
og
gøtuljós,
streymur og telefonkaðal.
Ætlanin er eisini at tey,
sum keypa grundstykki,
skulu fáa frið fyri seyði, tí
ætlanin er at gyrða alt økið
inni og at hava eina felags
innkoyring við rulluportrið
í.
– Tað merkir so, at tað er
ikki neyðugt hjá hvørjum
einstøkum húsaeigara at
gera dýrar gyrðingar rund-
anum húsini fyri at fáa frið
fyri seyði í túninum.
Grundstykkini verða ym-
isk í stødd, men felags fyri
tey øll er, at tey eruy hamp-
iliga stór. Eftir tí, sum nú
liggur í kortunum, koma
tey at vera ímillum slakar
500 fermetrar upp í 800 fer-
metrar, men bæði stødd og
talið á grundstykkjum,
kann broytast eitt sindur, tá
ið tað er endaliga teknað.
Av tí, at grundstykkini
eru byggiklár, við øllum
hentleikum, tá ið tey verða
seld, fer tað sjálvsagt at
síggjast aftur í prísinum,
men Petur Hammer torir
ikki enn at seta nakran prís
á.
Men hann heldur, at tað
kann ofta geva eina skeiva
mynd av prísinum, tá ið
fólk keypa ein stykkið, sum
ikki er byggibúgvið fyri
bíligan penga.
– Tað kostar ógvuliga
nógv at gera eitt stykkið
púra klárt at byggja á, bæði
útgrevstur, útfylling, kl-
oakk og annað. So tá ið tað
er klárt at seta formarnar á,
kostar tað mangan meir enn
væntað, umframt at tað
krevur nógva orku.
– Tá ið fólk fáa eitt bygg-
ibúgvið grundstykkið, er
tað bæði hugaligari at fara í
holt við at byggja og eisini
nógv lættari at hava tamar-
hald á byggiprísinum og tað
átti at verið ein stórur fyri-
munur.
Nú er tað onki dulsmál,
at Petur Hammer er sjálvur
timburmeistari, men hann
leggur dent á, at tað er ong-
in treyt at fólk eisini keypa
húsini frá honum.
Men er áhugið fyri tí, er
hann sjálvsagt til reiðar at
byggja húsini eisini og at
levera tey, antin klár at flyta
inn í, ella bara innilokað,
ella eftir ynski annars.
Petur Hammer sigur, at
gongur sum ætlað, verða
grundstykkini klár um eitt
ár ella so.
Hann vónar nú at koma í
eitt jaligt samskifti við
kommununa
og
byggi-
myndugleikar um vegir,
kloakkir o.s.fr.
Hann vónar nú, at hetta
fær undirtøku, tí hetta er so
ein roynd at gera eina veru-
liga útstykking í Suðuroy,
soleiðis sum vit kenna tað
aðrastaðni frá
Størsta útstykking í Suðuroy í nógv ár
Tað er her á hesari fløtuni í Froðba, niðanfyri høllina
vinstrumegin í myndini, at ein stór útstykking nú skal gerast
við fleiri byggiklárum grundstykkjum
Jørn Astrup Hansen:
Skilagott at velja fólk uttanífrá
Fimm nýggj andlit
Nýtt búskaparráð
Sum sagt, eru tað fimm nývaldir limir í nýggja Búsksp-
arráðnum og tey, sum hugsa um javnstøðu, hava heldur
ikki nógv at fýlast á, tí tað eru tríggjar kvinnur og fýra
menn nýggja ráðnum.
Nýggja búsksparráðið er soleiðis mannað:
Elisabeth Eldevig Olsen, fiskivinnufrøðingur, Fugla-
fjørður (nývald)
Durita Tausen, cand. scient. oecon, Tórshavn (nývald)
Jørn Astrup Hansen, cand. oecon, Keypmanhavn (ný-
valdur)
Magni Laksáfoss, cand. Polit, Streymnes
Poul Geert Hansen, cand. polit, MPA, Tórshavn
Rúna Hjelm, fiskivinnufrøðingur,Tórshavn (nývald)
Zvonko Mrdalo, MA og MSc í Economics, Skála
(nývaldur)
Ráðið skipar seg sjálvt við formanni.