Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2006 9 Ole Wich metir tað sum reklamu, at Bill Justinussen hevur biðið fútan reist ákæru ímóti sær, men hann metir hetta vera list, sum eigur at fáa fólk at seta spurningar. - Fólk gremja seg um sosialan kontroll í Føroyum, men hví ger eingin so nakað við hetta, spyr Ole Wich, ið vil vera við, at hetta hevur við sær, at Miðflokkurin sleppur at mála myndina av Føroyum Theodor E. D. Olsen Bill Justinussen heitir í les- arabrævi á fútan um at reisa ákæru ímóti Ole Wich fyri m.a. at hava skrivað "homoFObia" undir tað føroyska flaggið, Merkið. Sjálvur sigur Ole Wich, at hetta hevur hann einki í- móti, men metir hetta sum góða reklamu fyri heim- asíðuna hjá honum www.olewich.com. Ole Wich sigur, at hann hevur gjørt hetta átakið fyri at vísa á, at útlendingar meta Føroyar sum eitt hom- ofobiskt land, og at hann tí vil seta støðuna "á spíssin", sum hann orðar seg. Hin- vegin sigur hann seg væl skilja, at Bill Justinussen ikki sigur seg dáma, tað hann hevur gjørt, tí Ole Wich sigur seg bara av- mynda veruleikan. List skal føra til broytingar Spurdur hvat hann sum listamaður heldur um, at ein politikari heitir á fútan um reisa ákærur ímóti ho- num um eitt listaverk á heimasíðuni hjá honum, sigur Ole Wich, at um tú gert eitt listaverk, eru allar reaktiónir vælkomnar. - List er at seta spurn- ingar. Tað heldur Bill kanska ikki, men tað er tí, at hann einki veit um list. T.d. segði Jenis av Rana, tá Ginusøgur vórðu fram- førdar, at ikki er meiningin, at list skal flyta mørk, sigur Ole Wich, sum er full- komiliga ósamdur við hes- um. - Eg skrivi meg inn í eina langa traditión, sum m.a. inniber at brúka fløgg, sig- ur Ole Wich um sína list, ið hann ynskir skal fáa fólk at hugsa og seta spurningar, og leggur afturat, at hetta vísir, at Bill Justinussen einki veit um listasøgu, og at hetta málið tí sigur meira um Bill enn um seg. Føroyar fara ikki at klára seg Ole Wich sigur, at gjørdi hesar myndirnar til heima- síðuna hjá sær, tí hann met- ir ikki, at Bíblian skal vera brúkt at argumentera við einum demokratiskum landi ella vera yvir Løg- tinginum. - Um øll ikki sleppa at vera í Føroyum, koma Før- oyar ikki at klára seg, sigur Ole Wich, og sipar til tey samkyndu, sum hann á heimasíðu sigur vera í út- legd, tí pláss ikki er fyri teimum í Føroyum. Spurdur um hann kennir tað sum at Bil Justinussen roynir at skerja talufrælsið hjá sær, sigur Ole Wich, at tað kann løgtingsmaðurin ikki. - Bill Justinussen kann bara fáa mínir myndir burt- ur á ein hátt, og tað er um hann verður við til at broyta støðuna hjá samkyndum í Føroyum, sigur Ole Wich og greiðir frá, at hann hevur havt nógvar vitjanir á heimasíðuni, har fólk hava tikið myndirnar niður og kanska sent millum sín. Ole Wich metir, at Bill Justinussen hevur skotið seg sjálvan í fótin við at heldur at fara manninum og bóltinum, og sipar til at løg- tingsmaðurin hevur heitt á fútan um reisa ákæru ímóti sær. - Nú hava vit fingið stað- fest, at tað ber til at siga alt um samkynd í Føroyum og sipar til, at fútin ikki vildi reisa ákæru ímóti Mogens Tilsted Christensen fyri hansara útsøgnir um samkynd. Eitt stríð um føroysku mentanina Ole Wich er ikki bara myndlistamaður. Í 1996 gav Forlagið Fannir út yrk- ingasavn hjá Ole Wich, har hann viðger, hvussu tað er at vera dani í Føroyum. Spurdur, hvat hann heldur um, at Bill Justinussen harmast um, at ein frem- mandur skal hava hava van- virt Merkið, og at eingin føroyingur kundi havt funn- ið upp á slíkt, sigur Ole Wich, at Bill Justinussen hevur loyvi til at siga hetta, men at hann ikki rættiliga skilir perspektivið í hesi út- søgn. Ole Wich, sum kom til Føroya tíðliga í sjeyt- iárunum og hevur búð í Føroyum í fleiri ár, sigur, at ofta koma broytingar til landið við útlendingum, og at fleiri stórar avgerðir, sum koma at galda fyri Føroyar, verða tiknar uttan fyri Føroyar. Ole Wich sigur í sama viðfangi, at hann heldur at nógv fólk velja at tiga, og tí sleppa fólk sum Jenis av Rana og Bill Justinussen at tekna myndina av Føroyum úteftir. - Fólk gremja seg um sosialan kontroll í Før- oyum, men hví eingin ger eingin nakað við hetta?, spyr Ole Wich, sum tó heldur tað unga ættarliðið síggja øðrvísi upp á hetta enn tey eldru. - Dette er jo også et spørgsmål om kulturkamp, sigur Ole Wich at enda á sínum danska máli um stríðið um mentan og virði í Føroyum. Ole Wich vil ikki loyva Miðflokkinum at mála myndina av Føroyum Bill Justinussen, løgt- ingsmaður, hevur heitt á fútan um at á- kæra listamannin Ole Wich fyri at hava van- virt Merkið. Løgtings- mðaurin metir ikki myndirnar á heima- síðuni hjá Ole Wich at hava nakað við list at gera og vil ikki vísa aftur, at hetta er eitt aftursvar til 200, sum herfyri meldaði prsetin í Hvalvík Theodor E. D. Olsen Stutt fyri jól meldaði tón- leikabólkurin 200 hval- víkarprest, Mogens Tilsted Christensen, fyri at hava úttalað seg niðrandi um samkynd. Fútin metti tó ikki, at grundarlag var í revsilógini fyri, at ákæra prestin. Nú hevur fútin so aftur fingið eitt líknandi mál. Hesaferð er tað løgtings- maðurin hjá Miðflokki- num, Bill Justinussen, sum í lesarabrævi heitir á fútan um at ákæra listamannin Ole Wich fyri eitt átak á sínari heimasíðu, har hann hevur gjørt myndir, ið fólk kunnu taka niður. Eitt nú stendur orðið "homo- FObia" undir føroyska flagginum, Merkið, á onkr- um av myndunum. Hetta er fallið Bill Justinussen fyri bróstið. Í brævi sínum til fútan sigur løgtingsmaðurin m.a.: "Eg fari harðliga at mót- mæla, at Ole Wich á ein so vanvirðisligan hátt dregur spott og skomm yvir Merkið og harvið land okk- ara, Føroyar, og allar føroyingar. At síggja óunniligu plakatirnar ella hvat tað nú er, sum hesin maður hevur framleitt, minnir í míni verð um landasvik. Ongin eigur at sleppa væl frá at knýta navnið „homoFObia" at bæði Merkinum og landi okkara. Tí fari eg á hendan hátt alment at heita á fútan um at reisa ákæru mótvegis hesum manni, tí sum før- oying kenni eg meg van- virdan, spottaðan og háðaðan." Ikki list Í samrøðu við Sosialin sigur Bill Justinussen, at hann metir at Ole Wich á ein smakleysan hátt van- virðir Merkið og traðkar á okkara samleika sum fólk, og kallar hetta ótruliga sar- kastiskt. Bill Justinessen dugir ikki rættiliga at siga, hvat hann væntar at fáa burtur úr hesum, men spurdur um hann metir tað vera rætt at honum sum politikara, at leggja seg út í arbeiði hjá listafólki, sigur Bill Just- inussen: - Tað havi eg ikki rætti- liga hugsað um, men eg meti ikki hatta hava nakað beinleiðis við list at gera, men heldur at reka spott. Bill Justinussen heldur fram við at spyrja, hvørjar afturmeldingarnar høvdu verið, um t.d. tað sama hevði verið gjørt við jøda- stjørnuna ella aðrar líkn- andi ímyndir, og sigur, at Merkið eisini ímyndar okk- ara kristnitrúgv. Bill Just- inussen metir tí eisini, at á- takið hjá Ole Wich kann fatast sum gudsspottan. Fremmand skulu ikki niðra Merkið Spurdur, um hann ikki metir seg skerja talufrælsið hjá listamanninum Ole Wich, svarar løgtingsmað- urin, at hann ikki hevur dømt nakran, men hevur meldað Ole Wich, tí hann metir, at tað eiga at vera mørk fyri, hvat ein kann siga um onnur. Eisini um samkynd, sigur løgtings- maðurin, sum var ein av teimum 20 løgtingsmonnn- unum - allir vóru nevniliga menn - sum atkvøddu ímóti at skoyta samkynd upp í diskriminatiónsparagraff- ina. Tá miðflokkamaðurin verður spurdur, um hann eisini hevði meldað Ole Wich, um 200 ikki høvdu meldað hvalvíkarprest fyri jól, svarar hann: - Tú kanst gott siga, at hugskotið kemur haðani, tí tað kann vera áhugavert at royna ta duellina. Tíðinda- flutningurin hevur verið sera einvísur og hevur bara snúð seg um rættindini hjá samkyndum, og tað kundi verið áhugavert at frætt, um hetta eisini er galdandi fyri aðrar partar av samfelag- num. Hvørjar partar? Í hesum førinum er talan um øll. Tað eigur at vera eitt mark fyri, hvussu man fer við hvørjum øðrum, sig- ur Bill Justinussen. Løgtingsmaðurin sigur seg ikki kenna Ole Wich, og sigur heldur ikki vita hvønn tjóðskap hann hevur, men Bill Justinussen stað- festir, at Ole Wich skrivar á donskum. Í hesum sam- bandi sigur Bill Just- inussen: - Tað lítur í eyguni, at tað er ein fremmandur, sum ger hetta, tí eg haldi ikki, at nakar føroyingur kundi funnið upp á hetta, og leggur afturat, at Merkið er eisini merki hjá teimum samkyndu í Føroyum. Bill biður fútan fara eftir Ole Wich Ole Wich vil brúka listina til at flyta mørk Mynd: Álvur Haraldsen