Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 5 - 6. januar 2006 Skal farleiðin úr Norðoyartunnlinum leggjast oman fyri Lorvíkar bygd, ella skal ein tunnil borast undir bygdina ella skal ein vegføring gerast niðarliga í fiskivinnubygdini við nógvum virksemi á havnarlagnum? Hesir spurningarnir eru aftur á breddanum, nú Norðoyatunnilin verður klárar at brúka um nakrar fáar mánaðir. Vit skulu venda aftur til teir tríggjar møguleikarnar seinri. Fyrst skulu vit spyrja, hvørjum líkist støðan vit eru komin í? Jú, hon líkist føroyskari tilrættislegging. Dømið í Lorvík er aftur eitt skúladømi um, at vit - ella rættari sagt okkara politiski myndugleiki - megna ikki at leggja til rættis og gera eina heildarloysn fyri eini verkætlan. Sjálvandi skuldi farleiðin gjøgnum Lorvíkar bygd verið ein partur av eini heildar-verkætlan, sum fevndi um íbindingar á Borðoyarvík, innkoyringarvegir til Klaksvíkar og so leiðina gjøgnum Lorvíkar bygd. Hetta hongur natúrliga saman og sjálvandi skuldi øll verkætlanin verið umrødd og avgjørd í einum. Somuleiðis skuldu hesir vegir verið fíggjaðir saman við tunnlinum. At loysa hetta mál megnaði politiski myndugleikin ikki. Høvuðsorsøkin er óivað, at politikkarar í Norð­oyggjum - Anfinn Kalsberg og Karsten Hansen - kravdu, at málið um undirsjóvartunnilin varð lagt fram undan jólum nøkur ár herfyri. Um vit ikki minnast skeivt, tók táverandi løgmaður málið úr hondunum á landsstýrismanninum í samferðslumálum, Bjarna Djurholm, uttan at endalig loysn var funnin fyri tunnil og veg. Nú skal í skundi ein loysn, sum er frægast fyri lorvík­ingar, finnast, hóast politiski myndugleikin meira ella minni hevur lovað lorvíkingum ta vegaføring, sum teir helst vilja hava. Bygdarráðið er samt um, at ein tunnil er besta loysnin. Men ein tunnil kostar eftir útrokningunum hjá einskildum byggifeløgum, sum Landsverk hevur biðið um, 150 mió. kr. Tað er so mikið nógv, at politiskur meiriluti fæst neyvan fyri eini tunnilsloysn, um henda kostnaðarmetingin heldur. Vegaloysn verður ætlað at kosta einar 40 mió.kr. Líka mikið, um hann verður lagdur niðarliga í bygdini ella um hann skal liggja oman fyri bygt øki. Hesum er eftir øllum at døma ein politiskur meiriluti fyri. Og kostnaðurin kann óivað góðtakast. Men so er stóri spurningurin, hví ein tunnil kostar heilar 150 mió.kr. nú. Hetta er nógv meira enn Landsverk metti í fjør. Eisini er hesin kostnaðurin næstan tvífalt so høgur, sum skandinaviska byggifelagið NCC hevur roknað út. Í sjónvarpinum hóskvøldið segði ein umboðsmaður hjá NCC, at ein tunnil undir Lorvík kostar einar 80-90 mió.kr. Vinnumálaráðið og Landsverk mugu tí finna út av, hvat er veruligi kostnaðurin fyri ein tunnil, áðrenn nøkur avgerð verður tikin. Um prísurin 80-90 mió.kr. heldur, er bara 40-50 mió.kr. á muni millum veg og tunnil. Um so er, eigur tunnilsloysnin at verða vald, tí hana vilja lorvíkingar hava, og talan er jú um bygdina hjá teimum. DAGSINS MEINING Sosialurin Tunnil ella vegur VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Er tað veruliga ongin klokka hjá løgmanni, sum ringir og sigur, at í hesum leiki er hann drigin upp á tráð? spyr Annita á Fríðriksmørk í sambandi við frá­ boðanina hjá donsku stjórnini til ST Løgmaður skilir ikki Tjóð­veldisflokkin. Hann væntaði, at hesin flokkur, sum tann fyrsti fór at takka honum fyri tað avrik innan sjálvstýrisstríð, sum hann sigur seg hava verið við til at framt. Men gakk! Tjóðveldisflokkurin er í øðini. Sambandsflokkurin hin­vegin er nógv fittari og glaðari. Hann skilir nú málið nøkulunda sum Tjóðveldisflokkurin, og er í hopla. Hann fegnast um, at tað endiliga er fráboðað altjóða samfelagnum, at vit eru ein danskur landslutur, og at ógvusligar forðingar eru lagdar í vegin fyri einum hvørjum framstigi á sjálvsstýrisleið. Og altjóða serfrøðingar siga, at málið avmarkar okk­ ara møguleika at traðka út í heim sum sjálvstøðug tjóð. Kortini fegnast løgmaður! Hann sigur aftur og aftur, at vit eru í einum veruleika í løtuni, sum er, at vit hava ríkisfelagsskap og heima­ stýrislóg. Skal hann hava rætt í hesum, eigur hann at geva okkum rætt í, at hesin veruleiki ong­antíð er alment góðtikin av føroyska fólkinum og ongantíð fráboðaður altjóða samfelagnum, og at júst hetta hevur verið ein styrki fyri okkara rætt at avgera okkara framtíð á sjálvstýrisleiðini. Hetta var m. a. høvuðs­ styrk­in hjá føroysku sam­ ráð­ingarnevndini í sam­ ráðingunum 1998 – 2001. Men nú er hendan styrkin skerd, tí sitandi samgonga hevur samtykt og heitt á donsku stjórnina (eftir um­bøn frá hesi somu donsku stjórn), um at frá­ boða hvørjar avmarkingar fyri tjóðina liggja í hesum ríkisfelagsskapi. Kortini sigur løgmaður seg ikki skilja, hví Tjóð­ veldisflokkurin ikki fegnast í dag. Og heldur uppá, at hetta er júst tað sama sum Tjóðveldisflokkurin stríddist fyri, tá ið hann sat í fullveldissamgonguni. Men um hetta nú er tað sama, hví stríddist Jóannes Eidesgaard so nógv í móti tí sum andstøðuleiðari, tá ið hann í dag kallar hetta arbeiðið fyri ein stórsigur. Og hví heldur Jóannes Eides­gaard, at danska stjórn­in ikki vildi góðtaka føroysku ynskini tá, tá ið hon fegnast um “konstruktiva” samstarvið við sitandi sam­ gongu í dag. Og hví heldur løgmaður, at fullveldisvongurin í Før­ oyum harmast í dag, meðan Sambandsflokkurin fegnast um, at teirra høvuðsmál er avrika. Og hví heldur løgmaður, at danska stjórnin hevur ver­ið so altráð eftir, at fing­ið hetta fyrst góðtikið í løgtinginum, og síðani at fráboðað løgtingssamtykina fyri ST. Og hví heldur løgmaður, at danska stjórnin sjálv hevur tikið initiativ til, og sjálv (og ikki saman við løgmanni) orðað uttanríkispolitisku heim­ildarlógirnar. Heldur løg­maður, at tað man verða tí, at danska stjórnin vil hjálpa føroyingum, so teir lættari sleppa úr rík­is­ felagsskapinum? Er tað veruliga ongin klokka hjá løgmanni, sum ringir og sigur, at í hesum leiki er hann drigin upp á tráð! Danska stjórnin hevur nú fráboðað ST: at vit eru undir donsku grundlógini, og at vit eru “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”. Og hetta kallar løgmaður fyri ein stórsigur fyri føroysku fullveldisgongdina. Og tíð­indamaðurin í Útvarpi Før­oya spurdi í samrøðu við løgmann heilt ovfarin hendan dagin, um tað so vildi siga, at tað, sum nú var hent, var søguligt? Jú, tað kundi løgmaður so staðiliga vátta! Men hann gloymdi at fortelja hesum sama tíð­ indamanni, at í somu frá­ boðan til Sameindu Tjóða stóð, at Fólkatingið og danska stjórnin hava alt vald á uttanríkispolitikkinum í Føroyum, og at vit ongan avgerðarrætt hava á hernaðar- og trygdarpolitikkinum. Og hann fortaldi honum heldur ikki, at tað í somu fráboðan stóð, at føroyingar ikki kunnu gera avtalur í stríða móti donskum áhugamálum, ella at vit ikki kunnu gerast limir í felagsskapum har Dan­mark eru limir. Kortini kom hann til ta niðurstøðu, at frá­boð­anin var eitt risa fram­stig fyri føroyskan sjálvs­stýr­is­ politikk. Ein kann heldur speiskliga spyrja, um hendan niður­ støðan eisini er komin niðri­ frá, ella um løgmaður eigur hana sjálvur. Fráboðanin til ST Løgtingskvinna ANITA Á FRÍÐRIKSMØRK