Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 6 - 9. januar 2006 Í tíðindaskrivi í farnu viku boðar Føroya Tele frá, at stovnurin hevur sett filtur upp, sum skal forða fyri barnaporno á internetinum. Nýggja filtrið er ment í samstarvi við Ríkisløgregluna og ”Red Barnet” og fevnir um allar kundarnar hjá Føroya Tele. Filtrið virkar soleiðis, at tað forðar fyri atgongd til heimasíður við ólógligum barnaporno. Tað er Ríkisløgreglan, sum dagførir og gevur Føroya Tele ein lista yvir heimasíður, sum eru ólógligar. Ríkisløgreglan kannar heimasíður og innihald í samstarvi við ”Red Barnet”, sum á altjóða stigi eyðmerkir og samlar inn upplýsingar um, hvar barnaporno er at finna á internetinum. Í sama skrivi verður víst á, at barnapornografiskt tilfar á internetinum er vaksandi í nøgd og tað sama er galdandi fyri ferðsluna til hesar ólógligu heimasíður. Í Noregi forðar filtrið hvønn dag fyri 10.000 – 12.000 royndum at fáa atgongd til heimasíður við barnaporno og í Svøríki og Danmark verða heilar 20.000 – 30.000 royndir steðgaðar um dagin. Síðani filtrið bleiv sett upp á Føroya Tele eru uml. 300 royndir steðgaðar um dagin. Her er sostatt talan um eitt sera álvarsamt mál og ein álvarsaman trupulleika. At so nógvir brúkarar í Føroyum royna at sleppa inn á ólógligar heimasíður er óhugnaligt og sera ódámligt, hóast hetta ikki nýtist at avmynda ein veruligan áhuga í barnaporno. Tað kann vera vanligt forvitni og hetta, at nógv fólk heilt einfalt dyrgja á øllum møguligum heimasíðum. Tá soleiðis er, kemur dyrgjarin inn á líkt so væl sum ólíkt. Tað er í tøkum tíma, at Føroya Tele ger nakað munagott til tess at steðga hesum ódámliga virksemi. Foreldur og avvarandi at børnum eiga at kunna kenna seg púra trygg við at lata børnini sita við telduna, uttan at vaksin alla tíðini hava eyguni eftir teimum. Tað er púra rætt, sum Føroya Tele sigur, at brúkarin hevur ábyrgdina av síni nýtslu av internetinum. Sjálvandi hava foreldrini ábyrgdina av tí sum børnini gera herundir nýtslu teirra av internetinum. Men foreldur eru eisini menniskju og eingin er førur fyri í 24 tímar av samdøgurinum at ansa eftir øllum, sum børnini havast at. At tað eru vaksin, ið hava ein ósunnan og ódámligan áhuga í barnaporno er syndarligt og kann undir ongum umstøðum góðtakast! Hesi eiga undir ongum umstøðum at sleppa framat heimasíðum við slíkum ólógligum og ódámligum innihaldi. Tað er sera gott, at Føroya Tele nú ger nakað munagott fyri at steðga óskilinum. Hetta eigur fyritøkan rós fyri. Og sum Føroya Telestjórin segði: hetta verður gjørt fyri at verja brúkaran og børnini og til tess at fyribyrgja. Foreldur, skúlin og onnur, ið vara av børnum eiga alla tíðina at vera á varðhaldi og børn eiga at kunnast um allar vandar í hesum høpi. Landsstýrið hevur tosað um at umskipa Filmseftirlitið til ein ráðgevingar- og kunningarstovn við atliti at øllum tí ódámliga og skaðiliga, ið er at finna á netinum. Hetta mál hevur skund. DAGSINS MEINING Sosialurin Barnaporno - eitt álvarsamt mál VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tunnilin undir Leirvík eigur at kunna gerast bíligari enn 150 mió kr, heldur Jógvan R. Jacobsen JÓGVAN R. JACOBSEN Nú er nógv tosað og skrivað, um eina góða loysn fyri leir­ víkingar, men enn er onki komið burturúr. Man tosar um veg oman fyri bygdina, tunnil niðri við havnalagið, tunnil oman fyri flakavirkið, veg oman fyri flakavirkið, men tá ið alt kemur til alt, hugsar eingin um leir­vík­ ingar, tað skal bara vera tann bíligasta loysnin. Alt byrj­aði við, at fittir ting­ menn úr Norðoyggjum seldu leirvíkingar fyri nak­ rar atkvøður fyri at teir kundu tryggja sær sess í tinginum, so teir loysu Norð­ oyartunnilin frá farleiðini »Leir­vík – Klaks­vík«. So var farið í gongd við tunn­ ilin, sum nú skal opna í mai 2006, men málið um far­ leiðina ígjøgnum Leirvík hev­ur man snakkað minst møguligt um. Bygdafundir hava verið í Leir­vík, har leirvíkingar hava sagt, at teir ynskja ein tunnil í Leirvík, tí tað er tað tryggasta fyri Leirvíkina, og flest allir borgarar í Leirvík eru samdir við hesum. Tá ein byrjaði at tosa um tunnil ella veg, vóru prísir nevndir, fyri tunnil uml. 75 mill og fyri veg uml. 30 mill. Nú tosar man knappliga um heilt onnur tøl, veg 30 mill og tunnil 150 mill, tí tað er tað, sum Landsverk er kom­ið til. Eg spyrji bara, hvar fáa teir talið 150 mill frá? Er tað fyritøkan, sum hevur gjørt uppskotið, sum kemur við tí, fyri at teir skulu fáa meir burturúr, um hetta verður gjørt, tí helst fær ein ráðgevandi fyri­tøka eina vissa promillu av samlaða prísinum, sum uppskotið ljóðar uppá, ella er tað Landsverk, sum eru so óeffektivir í sínum arbeiði. Eg meini so við, tunnilin undir Leirvíksfjørð sum er 6000 metrar kostar 300 mill, og tunnilin sum skal vera undir Leirvík er 400 metrar og kostar 150 mill! Tað kann ikki kallast fyri akkordarbeiði. Eisini hoyrir man, at tunnilin verð­ur so dýru, tí at man skal tryggja hús og annað, men har vil eg bara siga eitt, og tað er, at Landsverk skuldi bara brúkt tann sama viberatiónsmátaran, sum teir høvdu standandi á kaiini í Leirvík, tá teir dýptu havnalagið, tí tá komu rivur í hús av viberatiónum, sum stóðust av teimum spreing­ ingum sum vóru gjørdar, men Landsverk segði bara, at tað kundi ikki vera so, tí at teirra mátari niðri á kaiini segði nakað annað. Eitt annað sum undrar meg er, at ongin vaknar úti í Tinganesi og setur spurnar­ tekin við hendan prís, og fær eftirkanna hetta, so sum at spyrja aðrar fyritøkur um prís, ella bjóða projekteringina út, tí eg ivist ikki í, at tað kann gerast nógv bíligari. Tó skal sigast, at ein er í Tinganesi, og tað er okkara egni tingmaður, sum hevur lítið og onki sagt síðani hann kom inn har, men sum nú er forsprákari fyri at fáa vegin oman fyri bygdina, sum jú er beint ímóti tí, sum størsti parturin av borgarunum í Leirvík halda. Tað haldi eg vera langt úti. jrj@kj.fo – Av tí at bæði lands­stýris­ maðurin og umsiting hans­ ara fullkomiliga mis­skiltu ein fyrispurning frá mær herfyri um út­lendskar pen­ siónir, fari eg við hesum at heita á lands­stýrismannin um at kanna málið enn eina­ferð, skrivar Finnur Helmsdal Málið snýr seg í stuttum um møguleikarnar at fáa pen­sión fyri tíðarskeið, ein hev­ur starvast í Svøríki og Norra og møguliga øðr­ um norð­urlondum við. Mál­­ið snýr seg ikki, sum lands­stýrismaðurin trúði, um møguleikarnar at fáa fólka­pensión, tá ein hev­ur ar­beitt mesta ella stór­an part av arbeiðslívi sín­um utt­an fyri Føroyar og/ella Dan­mark. Fyri hesi viður­ skifti eru reglur galdandi, og ber avtalan heitið: avtala um partpensión ella okkurt tílíkt. Tað, eg spurdi landsstýris­ mannin er, um føroyingar, eins og danir, eiga rætt til ískoyti í sína fólkapensión, í fall ein hevur arbeitt eitt ella fleiri tíðarskeið í Svøríki og Norra (og møguliga øðrum norðurlandi við). Tað er nevni­liga komið fyri ein dag í Danmark, at teir danir sum eitt ella annað tíðspunkt, longri ella styttri, hava starv­ ast í Norra ella Svøríki, eiga at fáa ískoyti í sína fólka­ pensión. Eitt ískoyti, sum ikki verður mótroknað í sjálv­ari fólkapensiónini. Málið hevur fingið nógva umrøðu í Danmark seinastu tíðini, tí tað er komið fram, at rættiliga fá fólk hava fingið tað, tey hava havt rætt til í hesum sambandi. Orsøkin er einfalt tann, at fólk skulu søkja um hesa útlendsku pen­ siónina, men hava tey fægstu fingið upplýsingar um hetta frá rætta viðkomandi. Tá fólk ikki hava vitað av møguleikanum og heldur ikki vitað, at tey skulu søkja, ja, so hava tey heldur ikki fingið nakað. Men ljós er nú sett á málið, og fakfelagsbløð duga at siga frá fleiri dømum um, at fólk nú hava fingið tað, sum tey hava rætt til. Spurningur mín er tí, um føroyingar, sum hava starv­ ast í hesum londum, eisini hava rætt til hesa sokallaðu útlendsku pensiónina. Hetta tí ein er vitandi um, at eitt rættiliga stórt tal av føroyingum altíð hevur leitað uttanlands til arbeiðis. Heitt verður tí á landsstýrismannin um at kanna hetta mál. Orsøkin til at hetta skriv er sent sum alment ella opið bræv til landsstýrismannin er partvís, tí fyrispurningurin varð so dyggiliga misskiltur ella lættliga umfarin, og tí málið uttan iva hevur stóran áhuga manna millum. finnur-h@post.olivant.fo Tunnil til leirvíkingar Opið bræv til Hans Paula Strøm Løgtingsmaður FINNUR HELMSDAL