mánadagur 9. januar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 6. januar 2006
11
VIÐMERKINGAR
Seinnu árini hava
kor teirra samkyntu í
Føroyum fingið stóra
umrøðu. Kanska
ongantíð sum júst
nú. Sjálvur haldi eg
at henda umrøða er
komin á eitt ella fleiri
síðuspor. Og fari tí at
kasta nakrar tankar
og meiningar inn
í umrøðuna, sigur
Sámal Petur í Grund
Tað fyrsta sum undrar meg
er, at nakar samfelagsborgari
brýggjar seg um at vera
bólkaður eftir sexuellari
orientering. Vit hava fleiri
bólkingar í einumhvørjum
samfelagi. Tær eru sum oftast
relateraðar til starv, útbúgving,
samfelagsstøðu ella knýttar at
eini ella aðrari sjúku. Tað tykir
mær løgið at bólka fólk eftir
sexuellari orientering. Sjálvur
haldi eg, at tað mátti verið eitt
aðalmál at verið integreraður
við allar aðrar borgarar, heldur
enn at bróta út (spretta – koma
úr skápinum) úr fjøldini og
gera tað til nakað serstakt at
sexuella orienteringin er ørð
vísi enn hjá grannanum t. d.
Happing
Tað sum um dagarnar hevur
fingið umrøðuna aftur á
fyrstu parket er eitt uppskot
frá Annitu á Fríðriksmørk
og Finni Helmsdal, um at
seta í straffilógina, at tað
ikki skal vera loyvt at happa
nakran grundað á sexuella
orientering.
Tað tykist mongum løgið
at tað skal vera neyðugt, at
lóggeva at tað ikki skal vera
loyvt at happa nakran, vegna
hansara/hennara sexuellu
orientering.
Happing hevur altíð verið og
kemur altíð at vera. Happingin
hongur ikki saman við tí
sexuellu orienteringini, men
er nakað sum menniskjan er
tyngd av í øllum londum og
samfelagsbólkum.
Skúlarnir hava trupulleikar
av happing, og taka tað
upp sum eitt mál við mill
umbilum, helst tí at trupul
leikin tá er vorðin so stórur
at okkurt má gerast.
Hetta fyribrigdi er eisini
kent frá arbeiðsplássum og
umborð á skipi.
Tað er nokk einki at ivast
í, at happing í flestu førum
verður framd av borgarum
sum ikki á annan hátt klára
at halda seg á hædd við flest
onnur.
Hetta er ein máti at halda
sær sjálvum frá niðastu
rekkju, ella at syrgja fyri
at ein ikki verður tann sum
verður happaður, ella verður
rukka.
Heldur enn at lóggeva nakr
ar bólkar fríar fyri happing,
eiga vit at hava sum mál,at
syrgja fyri at upplýsa fólk
okkara í ein sovornan mun,
at trupulleikarnir av happing
vera minimalir.
Upplýsingin hevur nógv
betri fortreytir at eydnast
enn ein lóggáva hevur tað.
Happing av
samkyntum.
Í eini grein í bløðunum bleiv
ført fram, at tað í mestan
mun vóru politikarar úr høv
uðsstaðarøkinum, sum tóku
undir við løgtingsuppskotinum,
meðan politikarar av bygd
atkvøddu ímóti.
Hetta er rættuliga áhuga
vert og hevur helst sína
grund. Spurningurin er bara
hvør grundin er.
Ein
av
grundunum
kann vera, at happing av
samkyntum ikki er ein
trupulleika úti á bygd.
Tað er ikki óhugsandi at
so er, tí vit eru mong sum
búgva úti um landið, sum
ikki kenna til nakra happing
av slíkum slagi.
Í so føri, so hoyrir spurn
ingurin
kanska
meira
heima í politiviðtøkunum
fyri Tórshavn, enn í eini
løgtingslóg.
Umrøðan
Sum omanfyrinevnt, so
tykir mær at umrøðan,
debattin um ein vil, er
farin av sporinum. Hetta
ivast væl eingin í, aftaná at
tónleikabólkurin 200, helst
sum eina happening, men
lat tað fara, hevur meldað
hvalvíksprest Mogens T
Christensen til løgregluna.
Og ikki minst eftir grein í
Dimmalætting 4. januar í ár,
skriva av einum sum nevnir
seg Ole Wich.
Hvalvíksprestur hevur
væl sum øll onnur, loyvi til
at hava sína meining og at
lata hana koma til kennar
í fjølmiðlunum. Harafturat
skrivar hann helst bara tað,
sum ein stór fjøld av føroya
fólki hugsar.
Ole Wich hevur sjálvandi
eisini henda rætt, hóast
hann niðurger okkum sum
fólk og mentan okkara, á
ein ógvuliga ódámligan og
ósømiligan hátt.
Herferð
Umrøðan í fjølmiðlunum
sýnist annars sum ein her
ferð, fyri rættindum til tey
sum hava bólkað seg sum
samkynt.
Henda herferð sær út til
at vera stýrd av kreftum utt
anfyri landoddar okkara.
Serfrøðingar uttanlands
verða eftirspurdir og endur
givnir í loftmiðlunum.
Hótt verður við átalu frá
Amnesti og enntá verður
Straussburg nevnt, sum ein
staður vit kunnu vera drigin
til, um vit sum fólk ikki
makka rætt.
Hugsi ikki at føroyingar
ræðast so illa útlandið sum
tilfeldið kanska var fyrr.
Vit eru við at berja okkum
uppum tað støði, hvar
vit altíð føldu okkum við
undirlutan yvirfyri tí sum
var fremmant.
Trupulleikar
við útlandið
Ført hevur verið fram,
at støða løgtingsins í hes
um máli, kann skaða
okkara umdømi yvirfyri
útlandinum. Hugsi enntá at
onkur hevur róð frammundir
at tað kann fáa avleiðingar,
enntá vinnuliga.
At henda støða løgtingsins,
vegna føroyska fólkið, skal
hava skaðiligt árin á inn- og
útflutning okkara er helst at
yvirvurdera málið.
Sexuel orientering er hvørki
út- ella innflutningsvøra og
eigur tí ikki at hava minstu
ávirkan á handilsligu viðurskifti
okkara við útlandið.
Um so skuldi verið, so
eiga vit í minsta lagi ikki at
góðtaka tað.
Áhugaverdir
upplýsingar
Í sambandi við greinina hjá
Ole Wich, er ein stubbi við
faktuellum upplýsningum,
sum er rættuliga áhugaverdur
og viðkomandi, ikki minst
fyri lóggevandi valdið í
landinum.
Fyrst av øllum, so er ein
afturvísing av tí rangsøgn, at
talan skal vera um at 10% av
fólkinum er samkynt.
Ikki tí, hetta hevur hvørt
mansbarn sum kann eitt sind
ur í rokning, fyri langari tíð
síðani funnið út av.
Tað eru ikki 1600 samkynt
í høvuðsstaðnum, heldur ikki
40 í nakrari bygd í Føroyum,
sum telur 400 fólk.
Men tað mest áhugaverda
í hesum faktuella stubba eru
orðini: ”Yderligere skal man
tænke på, at tallet ændrer sig
efter det omgivende miljø.
I fængsler er det meget
højt, i strengt restriktive
samfund er det lavt, og i
liberale miljøer er det sådan
midt imellem, tæt på det
naturgivne niveau”.
Miljø og naturgivet
niveau
Hetta eru rættuliga tanka
vekjandi faktuellir upp
lýsningar. Ikki tí, hetta hevur
eisini verið kent, serstakliga við
atliti til fongsulsumhvørvið.
Eg haldi at lóggevandi
valdið í landinum eigur at
notera sær hetta, at tað ikki
er líkamikið hvat umhvørvið
vit velja at liva í.
Tað er væl eingin okkara
sum ynskir, at fólk okkara
skal tyngjast av árinið, sum
serstakliga hevur gróðrarbotn
í fongsulsumhvørvinum.
Skapt í Guds mynd
Menniskjan hevur tikið sær
so ymiskar dagar fyri, men
vit hava øll tað til felags, at
vit eru skapt í Guds mynd.
Tí eiga vit at standa
saman og liva saman sum
hansara skapningar, í øllum
tí margfaldi og fjøltátni hann
hevur skapt okkum í.
Eingin grund er til at vit
skilja okkum í fleiri bólkar
enn neyðugt. Tað kann bara
føra til mismun og kanska
eisini enntá happing.
Gott nýttár og Guðs væl
signilsi.
Søldarfjørður
Sámal Petur
í Grund
Umrøða á síðuspori
Fyrr í vikuni endurgav eg
part av frásøgnini um Lot,
sum vit lesa hana í kap 13
í Bíbliuni. Nøkur túsund
ár seinni lesa vit aftur um
Lot, tað er Jesus, sum í røðu
til fólkið endurgevur frá
tí, ið hendi Lot og samtíð
hansara.
Hendan ávísa dagin tosaði
Jesus við fólkið um dagin,
tá Hann fer at koma aftur at
taka tey, ið hava givið seg
yvir til Hansara, heim í sítt
ríki. Álvarsliga minnir hann á
týdningin av at vera tilreiðar,
nemur við støðuna, tá flóðin
mikla herjaði og bert Nóa
og tey, ið við honum vóru
í ørkini, komust undan. Og
so sigur Hann hesi orð um
Lot:
...sum tað gekk á døgum
Lots: Tey ótu og drukku, tey
keyptu og seldu, tey plantaðu
og bygdu; men tann dag Lot
fór úr Sodoma, regnaði eldur
og svávul niður av himli
og gjørdi enda á teimum
øllum - so skal eisini vera,
tann dag Menniskjasonurin
opinberast...
Síðani heldur Jesus á
við áminningini um at
vera til reiðar, tann dag
menniskjasonurin opin
berast:
....ta nátt skulu tvey vera í
eini song; annað skal verða
tikið við, og annað skal verða
latið eftir. Tvær kvinnur
skulu mala á somu kvørn;
onnur skal verða tikin við,
og onnur skal verða latin
eftir. Tveir menn skulu vera
úti á markini; annar skal
verða tikin við, og annar skal
verða latin eftir.
Dagurin Jesus her tosar
um hevur enn ikki verið,
men liggur fyri framman.
Tí er ávaring Hansara altíð
tíðarhóskandi, Hann kann jú
koma hvørja løtu. Men eins
trygt er lyftið Hansara, at seta
vit álit okra á Hann, gevur
okkum í hendur hansara, so
hava vit einki at óttast - eru
tryggari enn barnið við bróst
móðurinnar.
Eisini Pætur vísti á Lot
Í einum av seinastu kapitlum
Bíbliunar lesa vit aftur um
Lot, so týdningarmikil tyk
ist frásøgnin um hendan
megnar Gudsmannin at vera.
Nú er tað Pætur, sum sera
álvarsliga minnir á støðuna,
ið fer at taka seg upp á síðstu
døgum og vísir á ræðuligu
fylgurnar, syndin ber við
sær. Beinleiðis endurgevur
hann soleiðis úr lívi Lots:
...Býirnar Sodoma og
Gomorra legði Hann (Gud)
í øsku og dømdi teir til
undirgang; Hann setti teir
soleiðis teimum til fyridømi,
sum á komandi tíðum vildu
liva í gudloysi.
Men Hann bjargaði hinum
rættvísa Lot, sum píndist av
skammleysa atburði hinna
gudleysu.
Hesin rættvísi, sum mill
um teirra búði, píndist jú dag
eftir dag í rættvísu sál síni
av hinum lógleysu verkum,
hann sá og hoyrdi.
Ein vøkur mynd av Lot,
sum hóast skeivar avgerðir,
sum fingu katastrofalar fylg
ir, var tryggur, tí hann hevði
valt at seta álit sítt á tað, ið
heldur. Og tað lønti seg, tann
dagin rópið um Sodoma og
Gomorra og syndir tess var
vorðið ov hart í Himli. Tá
mintist Harri Himmalsins
hendan rættvísa og bjargaði
Honum.
Fantastiskt!
Har sum syndin var stór,
var náðin uppaftur størri
Hendan yvirskriftin er tikin
úr brævinum til rómverjar og
minnir okkum m. a. á, at tað
er náðin- óuppiborna gáva
Guds, sum ger at vit kunnu
koma til Hansara. Hvussu
djúpt vit enn falla, kunu vit
koma til Faðirin, og Hann
reisir okkum upp og veitir
okkum tann tryggleika, sum
bert Hann kann veita. Ongin
synd er til, ið kann forða
okkum at koma til hansara og
fáa fyrigeving og barnakor
hjá Honum. Men vit mugu,
sum kenda frásøgnin um
burturvilsta sonin eisini
minnir okkum á, reisast úr
synda- og trælahaldinum og
leita til Hann. Avgerðina má
hvør einstakur taka - men tá
hon er tikin, er alt vunnið, og
ætlan Faðirsins við lívi tínum
og mínum gerst veruleiki.
Tí lívið er ikki tilvildarligt
ella meiningsleyst - tvørt
urímóti. Tað er ríkt, trygt
og spennandi - saman við
Jesusi.
p.s. Longu dagin eftir
fyrstu grein mína skrivaðu
tveir lesarar um kunnleika
teirra til Lot. Áheitan mín
til tykkum báðar er: haldið
á at lesa Bíbliuna, havið eitt
opið sinni og biðið Heilaga
Andan hjálpa tykkum at
skilja tað, tit lesa. Tá hava
tit eitt spennandi og ríkt lív
at síggja fram til.
Jesus og frásøgnin um Lot
Jenis av Rana