Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2006 11 – Kann tað passa, at Høgni Hoydal veru­liga ikki visti, at Skaale Skaale tók sam­ráð­ing­ar­ nar við Frank Jen­sen, tá­verandi løg­mála­ráð­ harra Danmarkar, upp á band? Spyr Virgar T. Dalsgaard, sum hevur ringt til Frank Jensen at fáa greiði hesum . Frank Jensen sigur, at hann gjørdi Høgna Hoydal greitt, at hetta var grovt brot á etisku reglurnar fyri slíkar samráðingar Í sambandi við, at fyrrverandi danski justitsministarin. Frank Jensen, stutt fyri nýggj­ár í eini samrøðu í Sosial­inum avdúkaði, hvussu langt úti Høgnamenn vóru undir sonevndu ”sam­ráð­ ing­unum” á sinni, er okkara fasti tíðindabronglari, harra Sjúrður Skaale farin í bløðini og pástendur skammleyst, at Frank Jensen lýgur! Substansurin í málinum er tann, at justitsministarin og hansara menn á sjálvum fundinum varnaðust, at Høgnamenn høvdu ein band­ upptakara í gongd, uttan loyvi ella nakra forhondsavtalu. Hetta var so álvarsamt loyali­ tetsbrot, at FJ sleit fundin beinanvegin og tók Høgna Hoydal undir fýra eygum, har hann gav honum eina álvarsama moralska og jurid­ iska belæring. Fundurin varð síðani uppafturtikin, uttan bandupptakara. Hóast hetta, bedýrar nú okkara raski søgubronglari, harra SS, at bandupptakarin stóð frammi alla tíðina, so­leiðis at øll sóu hann. Her er breið søgulig gjógv millum veru­leikan hjá Franki Jensen og virtuella veruleikan hjá Sjúrði Skaale. Tessvegna ringdi eg í dag, mikudag tann 4. januar 2006 til harra Frank Jensen, sum enn einaferð ógvuliga bastant váttaði, at Sjúrður Skaale als ikki er eftirfarandi! Telefoniska versiónin hjá FJ er so álvarsom, at um SS ikki bakkar og alment etur orð síni í seg aftur, verður hann alt fyri eitt noyddur at stevna Franki Jensen fyri æru­meiðing! At kalla orðaraðið var tele­ foniska frásøgnin hjá Franki Jensen nevniliga henda: ”Mens vi var i gang med forhandlingerne, der over­ vejende var orienterende og fortrolige – vi havde jo slet ingen besluttende kom­ pe­tence – opdagede en af justitsministeriets embeds­ mænd en ejendommelig ved­ varende lyd, der kunne tyde på en båndoptagelse af vores tvangfrie drøftelser. Han orienterede mig øjeblikkeligt om sin mistanke. Jeg afbrød midlertidigt forhandlingerne og spurgte omgående hr. Høgni Hoydal, om vores sam­taler blev ”båndet”. ”Ikke med mit vidende!” svarede Hoydal. Derefter spurgte vi en af hans nærmeste med­arbej­ dere, hr. Skaale, og han måtte da modstræbende ind­ rømme, at der var en bånd­ optager i gang. Efter denne indrømmelse blev forhandlingerne fuld­ stændigt af­brudt, og jeg for­­langte en alvor­lig sam­ tale på to­mands­hånd med Høgni Hoy­dal. Jeg fore­ holdt ham under denne sam­ tale, hvilke alvorlige etiske regl er, der gjaldt for slige drøftelser og lod ham vide, at der ikke kunne blive tale om en fortsættelse af for­ handlingerne, med mindre han personligt garanterede mig, at all e båndoptagelser vill e blive tilintetgjort. Dette lovede han, men et godt stykke tid efter havde en af vore folk spurgt S. Skaale, om han havde fået ødelagt de famøse bånd, men det benægtede han stadig på det tidspunkt med den be­grundelse, at han endnu ikke havde fået skrevet dem ud!” Søguligar avleiðingar Annars má tað fella flestum fólki lætt at vita, hvørjum tey heldur skulu trúgva – Franki ella Sjúrði! Frank hevur gott orð á sær, meðan Sjúrður fleiri ferðir er tikin sum, mjúkt sagt, rættiliga virtuellur realistur Fyri komandi søgumenn er her ørgrynni av tilfari at kanna. Eitt nú, um Hoydal er so dølskur, at hann veruliga ikki visti, hvat Skaale fongl­ aðist við...? Hví helt HH ikki sítt lyfti, og syrgdi fyri, at SS strikaði tað kontroversiella band-tilfarð? SS sigur, at ”øll”, altso eisini Hoydal vistu av band­ upptakaranum! HH segði seg einki vita! Og mundi Skaale vera tann einasti í tí føroyska liðinum, sum ikki hevði reint mjøl í posanum? Ella var tað ein heil junta av húskøllum hjá Høgna, - og ikki bara ein bandittur, sum fuskaði sum amatør-agentur í einum bíligum James Bond-filmi – ein kyniskur bandi, sum nú er fúsur til at ofra Skaale sum tann naiva idiotin? Og hví skuldi Skaale fyrst skriva nakað út, aðrenn hann beindi fyri bondunum? Er SS einasti seki í hesum ódamliga máli, hevur Hoydal ikki havt nógv tamarhald á sín­um starvsfólki. Visti hann harafturímóti, hvat ið Sjúrð­ur fuskaði við ”und­ir borð­in­um”, hevur HH, sum sjálvur sat sum minist­­ari fyri rættarmálum, brot­ið alla siðvenju sum parla­ mentar­ikari og kann ikki eiga moralskan rætt til at velj­ast aftur til nakað ting ella ráð, hvørki í Føroyum ella her á landi. Tað hevði tí klætt manninum at sagt frá sær bæði løgtings- og fólka­ tingssessin. Vit kunnu ikki hava illoyalar orðloysingar sitandi í lóggávutingum!! Hesir ússaligu korruptu ama­tørar eru ikki bein­leið­ is at sammeta við blikk­ smiðju­bandan í Watergate- málinum ‒ tað hava teir for lítið format til ‒ teir kunnu heldur ikki tekniskt metast við subtilar stór-njósnarar hjá KGB, ei heldur eru teir á niveau við kommunistiska Stasi-bandan, men kortini eru teir andiliga nærskyldir við brotsmenninar og eru líka so kemiskt fríir fyri moral, skammarkenslu og anstendigheit! Tað tragikomiska í hesi ódelikatu episodu er, at teir ófólkaligu limirnir í hesum amatørbanda billa sær inn, at teir eru ovursmartir. Teir eru for óbegávaðir til at síggja, hvussu láturligir teir eru. Men tað hevur eydnast teimum at gera øllum føroy­ ingum fyri skommum. Mill­um útlendskar embætis­ menn frættist skjótt, tá ið sam­ráðingarmenn ikki hava nakran diplomatiskan kultur, og harumframt bæði eru perfidir, luskutir og illoyalir. Tí áttu hesir infantilu skølingar, sum álv­ars­liga kompromittera Føroyar, at verið permanent útihýstir úr bæði politikki og embætisliði! Eingin kann líta á teir! Men falski og ómansligi atburður teirra er enn eitt signal um, hvat slag av politistati, vit kundu vænta okkum, um tjóð­veldismenn yvirtóku politi­valdið! VIÐMERKINGAR Landasvik! Tað skírir Bill Justinussen tað, sum Ole Wich hevur gjørt við at knýta orðið »homoFObia« at Merkinum . Løg­tings­ maðurin heldur, at nøkur tingfólk og fjølmiðlarnir hava fingið støðu teirra samkyndu um skrúvuna Eg fari harðliga at mótmæla, at Ole Wich á ein so van­ virð­isligan hátt dregur spott og skomm yvir Merkið og harvið land okkara, Føroyar, og allar føroyingar. At síggja óunniligu plakatirnar ella hvat tað nú er, sum hesin mað­ ur hevur framleitt, minnir í míni verð um landasvik. Ong­ in eigur at sleppa væl frá at knýta navnið »homoFObia« at bæði Merkinum og landi okkara. Tí fari eg á hend­ an hátt alment at heita á fút­an um at reisa ákæru mót­vegis hesum manni, tí sum føroying kenni eg meg vanvirdan, spottaðan og háð­ aðan. Tað er ófatiligt, at nakar kann finna upp á at føra slíka vanæru yvir land okkara, sum er heimsins besta land at liva í. Um hesin maður hevur slíka neyð fyri teimum, sum líða, so er nóg mikið av veruligari líðing til úti í heimi. Nei, hetta snýr seg ikki um at hjálpa, men heldur á ein ógvuliga ólátaðan hátt at vinna nakrar lættvunnar krónur til fyritøkuna. Tey samkyndu hava tað eins gott í Føroyum og øll onnur. Tey hava júst somu rættindi sum øll onnur til út­búgving, arbeiði, almennar veitingar av øllum slagi og at luttaka í samfelagnum á øllum økjum á jøvnum føti við øll onnur. Øll lóggáva er eisini galdandi fyri tey sam­ kyndu, tí hesi eru hvørki und­ antikin ella tikin fram um á nøkrum lógarøki. Ongantíð havi eg verið vitni til, at føroyingar bólka fólk eftir teirra kynsliga samleika fyrrenn nú, ið krøv verða sett til okkum politikkarar um at bólka tey serstakt. Og tað er ikki vanligi føroyingurin, sum hevur framt hesa bólk­ ing, men fyrst og fremst teir politikkarar, sum hava reist málið á Løgtingi og so fjølmiðlarnir, sum onk­ ursvegna tykjast at hava fing­ ið støðu teirra samkyndu um skrúvuna. Mín áheitan á samkynd, fjølmiðlar og viðhaldsfólk skal vera: gevist við at provo­ kera fram eina forfylging, tí tað hava føroyingar ongan áhuga í. Føroyingar eru hampa­fólk, tolsamir og vin­­sæl­­ir. Væl kann vera, at onkur sigur okkurt, sum kann virka stoytandi her og har, men tað er ikki annað, enn øll menniskjur verða fyri av og á. bill @leita.fo Ein brúgv um Skála­ fjørðin forðar fyri vinnu­ligum virksemi á fjørðinum , heldur Regin Jacobsen. Hann vísir á, at fleiri før í oljuvinnuni er hægri enn 50 m og fara tí ikki at sleppa inn á Skálafjørðin Í samband við at fast sam­­band skal gerast mill­ um Skálafjørðin og Suð­ urstreym, hevur Lands­ verk lagt fram ætlan um, hvussu teir meta at hetta sambandið kann gerast. Ein av møguleikunum sum Landsverk mælir til er at stabbabrúgv verður gjørd millum Saltnes og Strendur. Landsverk vísir í sínum áliti á ymiskar fyrimunir og vansar við eini brúgv. Hesir eru, at viðlíkahaldið er 1 mió kr bíligari um árið enn ein tunnil, og at farleiðin er betri fyri »bleyta« ferðslu. Viðvíkjandi vansunum, so verður víst á hálku, vind og at ein slík brúgv forðar heilt stórum førum at koma inn á Skálafjørðin. Hetta kann serliga gera seg galdandi, um (tá) oljuvinnan er kom­ in ígongd. Viðvíkjandi mettu við­ líka­­halds­kostnaðunum, so før­ir Landsverk fram, at sein­­astu árini hava víst, at tunlar eru dýrari at við­ líkahalda enn upprunaliga mett. Spurn­ingurin er hvørt henda niðurstøða byggir á nýggjar forskriftir fyri, hvussu ein tunnil verður bygdur, ella um niðurstøðan byggir á gamlar forskriftir fyri hvussu tunlar verða bygdir. Vit vita, at Norð­ skálatunnilin er dýrur; men høvuðsorsøkin fyri hesum man vera, at tunnilin er bygd­ur eftir ótíðarhóskandi forskrift. Talan er tí ikki um viðlíkahald sum so, men heldur eina dagføring av tunlinum. Samanumtikið má niður­ støðan verða, at Landsverk byggir sítt tilmæli á, at tað hevur størri týdning at gjør­ligt er at súkkla yvir um fjørðin, heldur enn at fjørð­urin kann nýtast til vinnuligt virksemi. Ein slík brúgv fer, hóast hon er yvir 50 m høg, at avmarka møguleikarnar við Skálafjørðin bæði við­ víkjandi høgum skipum, út­gerð til oljuvinnuna, og ikki minst tí avmarkaðu útskifting, sum er av sjógvi yvir Saltnesgrynnuna inn á Skálafjørðin. Sum skilst hevur Landsverk ikki kann­ að árinið á fjørðin hesum viðvíkjandi. Sagt verður einans hesum viðvíkjandi, at »umhvørviskanningar skulu gerast rundanum brúnna« – hvat tað so merk­ir. Vansin við brúnni við­ víkj­andi atkomuni til besta og størstu náttúruhavn í Før­oyum - fjørðin, sum olju­­feløgini hava valt til út­gerðarhavn – er sera álv­ar­­samur. Tað sum vit í dag ikki vita nóg nógv um viðvíkjandi høgari ferðslu inn á fjørðin í framtíðini, kann lættliga fara at vera ein tørvur, sum er nógv hægri enn ætlaða brúgvin. Útgerðarskip til olju­ vinn­una kunnu lættliga verða oman fyri 50 m til hædd­ar, og boripallurin sum komandi summar skal bora undir Føroyum, er sum skilst oman fyri 200 m høgur. Um ein rúgva av slíkum verður undir Før­ oyum um eini 10-20 ár, er væl ikki óhugsandi at hugsa, at ein tørvur verður á at slík før hava tørv at koma inn til eina stóra havn í Føroyum, og tá er Skála­ fjørðurin sjálvandi fyrsta og besta boðið. regin@bakkafrost.com Steingja Skálafjørðin til frama fyri súkklur REGIN JACOBSEN Vil hava fútan at ákæra Ole Wich Løgtingsmaður fyri Miðflokkin BILL JUSTINUSSEN Sjúrður Skaale sum surrealistiskt sannleiksvitni VIRGAR T. DALSGAARD Lesið -so eru tit við!