mánadagur 9. januar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12 Söslalurin Nr. 5 - 6. januar 2006
FISKIMÁLARÁÐIÐ ROYNIR EFTIR
2 DEILDARLEIÐARUM
Fiskimálaráðið er í lotuni á eini leið við stórum avbjóðingum. Burtur úr rúgvuni kann nevnast atbeiðið at endur-
skoða lógina um vinnuligan fiskiskap, og arbeiðið at broyta bygnaðin í Fiskimálaráðnum. Í hesum sambandi dyrgja
vit eftir tveimum deildarleiðarum. Mynstrað verður 1. februar 2006, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.
Tekur tú kjansin, fært tú eitt starv við fjalbroyttum uppgávum í mennandi, yrkisligum umhvorvi. Hevur tú áhuga og
áræði at taka lut í og ávirka umfatandi menningina, er Fiskimálaráðið rætta miðið.
DEILDARLEIÐARI FYRI LÖGDEILDINA:
Umsókjarin skal hava lokið prógv sum logfraðingur, duga væl at samstarva og eisini tora at vera í sjálvdrátti.
Hgvuðsuppgávurnar í starvinum eru:
- at veita logfraðiliga ráðgeving innan tilbúgving og fiskivinnu- og sjóvinnumál,
- attilevna uppskot til lógir, kunngerðir v.m., innan fiskivinnuokið, tilbúgving og aðra lóggávu á sjóvinnugkinum,
- at veita logfroðiliga ráðgeving í sambandi við sakarmál, ið antin er lagt ímóti ella av Fiskimálaráðnum, um eitt mál
eigur at kærast vm.,
- at umsita onnur mál hjá Fiskimálaráðnum, har mett verður neyðugt við logfraðiligari viðgerð, antin við
sjálvstoðugari málsviðgerð ella saman við logfraðingum uttan fyri ráðið,
- at umsita logfroðiligu umsitinginia av fiskiveiðisáttmálum, veiðireglum, veiði- og fiskiloyvismálum, inn- og
útflutningsloyvum og fiskiveiðiettirlitinum.
- Skipaskrásetari.
DEILDARLEIÐARI FYRI FÍGGJAR-, STARVSFÓLKA- OG UMSITINGARDEILDINA:
Umsokjarin skal hava lokið prógv sum búskaparfraðingur frá lærdum háskúla, duga væl at samstarva og eisini tola
at vera í sjálvdrátti, eins og hann skal hava hollar royndir innan virkisokið.
Hgovuðsuppgávunar í starvinum eru:
- Ábyrgd av fíggjarstýringini í Fiskimálaráðnum og stovnunum undir tí.
- Ábytgd av starvsfólkaviðurskiftunum í Fiskimálaráðnum.
- Ábyrgd av umsitingar- og edv-økinum í Fiskimálaráðnum.
- At samskipa felags stevið í innan- og uttanhýsis samskiftinum innan virkisokið.
- At rådgeva og vegleiða í tvorgangandi málum í Fiskimálaráðnum og til landsstýrismannin.
Storvini verða bæði lont sum deildarleiðari I sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrød-
ngafelag Foroya. Starvsokið fatar um Fiskimálaráðið, stovnar undir Fiskimálaráðnum, Logmansskrivstovuna og
onnur stjórnarráð.
Umsókn við avriti av prógvum, lívsgongdarlýsing og oðrum kann sendast til:
Fiskimálaráðið
Heykavegur 6
100 Tórshavn
Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi 10. januar 2006, klokkan 12.00. Meira fæst at vita um
storvini við at venda sær til Herálvur Joensen, aðalstjóra, telefon 35 30 30. Lýsingin sæst eisini inni á www.fisk.fo.
www.fisk.fo
VIT DRAGA EINA LÍNU - VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI - VIT VILJA VITA - VIT BRÓTA SLÓÐ
Fiskimálaráðið er eitt av sjey stjórnarráðum í miðfyrisitingini, sum veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum umsitur málsokini fiskivinna, sjóvinna og tilbúgving. Fiskimálaráðið vegleiðir landsstýrismannin, soleiðis at avgerðirnar eru rættar og haldgóðar. Ráðið fyrireikar lógir, kunngerðir og reglugerðir, og hevur eisini eftirlit við,
at ásettar reglur verða fylgdar. Somuleiðis rokir ráðið samskipandi uppgávur innan málsokið hjá landsstýrismanninum, og tekur lut í millumlanda samráðingum, altjóða fiskiveiði- og sjóvinnufelagsskapum umframt norðurlendskum samstarvi.