mánadagur 9. januar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 6 - 9. januar 2006
VIÐMERKINGAR
DÀNJAL JÀKUP
MEINERTSSON
dj-noroyr@post.olivant.fo
– Verður hvalvíksprestur
ákærdur og dømdur,
eigur hetta at fáa somu
avleiðingar fyri onkran
politikara og onkran
samkomuleiðara.
Verður málið hinvegin
avvíst, ella presturin
verður fríkendur fyri
ákæru, stendur løgtings
formaðurin eftir sum
orðloysingur, tí hann
segði, at tey samkyndu
eru nóg væl vard í lógini,
skrivar Dánjal Jákup
Meinertsson. Hann held
ur, at Føroyar tá standa
eftir sum eitt land, har
tað stendur øllum frítt at
spilla minnilutabólkar í
samfelagnum út
Fordómar og »homofobi«
hava altíð havt ógvuliga
fast tak á religiøsum felags
skapum. Katólska inkvisi
tiónin í miðøldini var kanska
ræðuligasta dømi um hetta. Í
nýggjari tíð eru tað serliga tey
samkyndu, sum hava fingið
»heksaleiklutin«. Í flestu
samkomum hevur einhvør
ábending um at inn føra
juridisk rættindi til samkynd
sum minn ilutabólkur í sam
felagnum ført til eina øsing
og útspilling so hatsk, at
ein ógvast við, serliga hav
andi í huga at hesi fólk
siga seg liva eftir Guds
boði. Bæði politikarar og
samkomuleiðarar hava ført
reinar haturskampanjur móti
samkyndum.
Kjakið hevur víst, at trúar
lívið í Føroyum er ómetaliga
væl tryggjað í demokrati
num, meðan demokratiið
onki pláss hevur í trúarlívi
num.
Seinasta álopið á samkynd
kom frá einum so ósann
líkum persóni sum einum
presti í fólkakirkjuni. Her
fáa samkynd skyldina fyri
AIDS, tey verða samanbor
in við pedofil og harvið
kriminaliserað og harafturat
heldur presturin, at tey
ikki eiga at sleppa at vera
pædagogar og lærarar, tí tey
kunn u vera vandamikil fyri
børnini.
Fyri mær at síggja eru
pástandirnir og ákærurnar
hjá hesum presti so snævur
skygdar, at tær mugu
byggja á fordómar heldur
enn vitan. Ein prestur er jú
ein lærdur maður og hevur
eina stóra vitan, umframt at
hann veit, hvar hann kann
fáa sær meira vitan. Men
hesin velur at appellera til
lægstu kensluna, sum finst
í menn iskjum, nevniliga
ræðslan fyri tí ókenda og
fremmanda.
Vit kunn u hyggja eftir
pástand unum og ákærunum
í greinini.
Tey samkyndu fáa
skyldina fyri AIDS
Sambært granskaranum
Dennis H. Osmond, PhD,
við University of California
San Francisco, er ikki nak
að beinleiðis samband mill
um teir fyrstu skrásettu til
burðirnir av AIDS og homo
seksualitet sum so. Meira er
tað lívsstílurin hjá fólki við
narkotikanýtslu, nógvum
kyns sjúkum, vánaligari
føðslu o.s.fr. sum hevur ført
til, at teirra immunverja hev
ur verið sera veik. Lívstílurin
hevur so eisini ført til, at
so nógv fólk eru smittað.
Smyttumynstrini eru í dag
nógv broytt, tí sjálvt um
homo- ella biseksuellir menn
framvegis eru størsti bólk
urin, so er talið av fólki sum
eru smittað við heteroseksu
ellum sambandi nærum líka
stórt. Sproytunarkomanar eru
triðstørsti bólkurin. Tá fyrstu
tilburðirnir av AIDS komu
fram, vóru samkomuleiðarar
í USA skjótir at siga at
hetta var revsing Guds fyri
homoseksualitet. Í t. d. Suð
urafrika er eitt av størstu
vandamálunum, at blaðung ar
gentur fáa AIDS, tí tær verða
neyðtiknar av monn um við
AIDS. Er tað Guds revsing
yvir børnini í Afrika? Hvat
verða tey revsaði fyri?
Tey samkyndu vera
samanborin við pædofili
Pædofil eru sjúk fólk sum á
grovan hátt fremja kyns lig
brot móti børnum. Børn eru
verjuleys móti móti teirri
manipulatión og tí harðskapi,
sum pedofil nýta. Samkynd
eru fólk sum hava kyns ligt
samband við vaksin fólk av
sama kyni. Eins og í hinkynd
um sambond um, eru sam
kynd sambond oftast í semju
millum tveir samkyndar
partar, sum eru nóg búnir
til at siga greitt ja, eins og
onn ur vaksin. Um semja
ikki er millum partarnar,
er, sum í hinkynd um sam
bondum, talan um neyðtøku,
sum hevur sítt egna pláss í
revsilógini. Um broytingin
í § 266b í revsilógini hevði
verið samtykt, hevði hval
víksprestur kunn a fingið
fong sulsrevsing í upp til 2
ár. Broytingaruppskotið fall,
og tí kann helst ein og hvør
kalla samkynd fyri pædo
fil og, sum bólk, leggja
tey undir kyns ligan ágang
móti børnum. Við somu lóg
í hond ini, kunn u vit helst
eisini leggja prestar, reyð
hærd, lámar, kirkjufólk, bap
tistar o.s.fr. undir tað sama.
Bara vit gera tað undir ein
um, sum bólk. Revsilógin
verjir bara einstaklingar,
burtursæð frá teimum bólk
um, sum beinleiðis eru
nevnd ir í § 266b. Signalið
frá løgting inum er, at tað er
í lagi at niðra samkynd. Er
tað so eisini í lagi at niðra
arðar bólkar?
Tey samkyndu skulu ikki
sleppa at arbeiða við børn
um, tí tað kann vera vanda
mikið fyri børnini.
Hvørji eru tað nú, sum
eru vandamikil fyri børnini?
Bara tey seinastu fáu árini
eru yvir 500 prestar í USA
dømdir fyri siðamisbrot
móti børnum. Nógv mál
hanga eftir, og nógv mál
eru end að uttan fyri rættin
við semju millum partarnar
um endurgjald. Út frá hesum
eiga prestar als ikki at sleppa
nærhendis har, sum børn
eru.
Ann ars hevur kjakið um
rættindini hjá teimum sam
kyndu ein tendens til at fara
inn á fleiri síðuspor. Serliga
eru tað tær kristnu sam
komurnar, sum standa fyri
avsporingini. Eg havi hildið,
at tað eru fordómarnir og har
avfylgjandi vantandi vitan.
Men eg havi hoyrt onkran
ró framundir, at hetta er ein
tilvitaður taktikkur, sum
stendst av, at tey sakligu
argumentini eru so tunn ella
als ikki til staðar. Harafturat
hava nakrar málsligar fløkjur
ført til, at samskiftisvegirnir
eru ógvuliga tungir.
Hvørjaferð kjakið snýr
seg um juridisk viðurskifti,
verður tað skeiklað inn á
religiøs viðurskifti, soleiðis
sum tað er við so mongum
her í okkara vælsignaða
landi.
Og spurningurin, um ein er
fyri ella ímóti samkyndum,
er líka meiningsleysur sum
spurningurin, um ein er fyri
ella ímóti veðrinum.
Alment at kunn a siga frá,
at ein er ímóti antidiskrimina
tiónsregluni fyri samkynd,
skrásettum parlag, kvinn u
ligum prestum o.s.fr. er
ein demokratiskur rættur,
á sama hátt sum tað er ein
demokratiskur rættur at
vera fyri hesum. Men at
svína ein samfelagsbólk t.
d. samkynd út, og kalla tey
satans ráns veiða, pedofil og
samfelagsskaðilig, eigur at
vera revsivert. Men eisini
í hesum marknalandinum
millum religión og jura
sæst týðiliga, hvussu demo
kratiið, sum er fortreytin
fyri, at trúarfelagsskapir
sleppa at virka í friði, verður
traðkað niður av somu felags
skapum.
Málfløkjurnar gera tað ikki
lættari. Hugtøkini diskrimi
nering og happing verða
brúkt hvørt um ann að, sjálvt
av løgtingsformann inum.
Men í orðabókini stendur,
at diskriminering er mann a
munur ella mismunur (sam
kynd kunn u ikki verða lær
arar ella pædagogar), meðan
at happa (á donskum; mobbe)
er at arga, spotta, háa, niðra
(tdm: samkynd eru ránsveiða
satans, samkynd kunn u sam
anberast við pedofil, vanda
mikil fyri børnini).
Kynslig orientering verður
í fjølmiðlunum umsett til
kynsliga sann føring??? Ein
kann hava eina politiska
sannføring, men eina kyns
liga??? Tá fær tað ein dám
av einum vali ímillum at
vera samkyndur og at vera
hinkyndur. Og tað er jú púra
burturvið.
Spenn andi verður at
síggja, hvussu meldingin av
hvalvíkspresti fer at ávirka
gongdina. Verður hesin
ákærdur og dømdur, eigur
hetta at fáa somu avleiðingar
fyri onkran politikara og
onkran samkomuleiðara.
Verður málið hinvegin av
víst, ella presturin verður frí
kend ur fyri eina evt. ákæru,
stendur løgtingsformaðurin
eftir sum orðloysingur.
Hann hevur alment sagt,
at tey samkyndu eru nóg
væl vard í lógini. Føroyar
standa tá eftir sum eitt land,
har tað stendur øllum frítt at
spilla minn ilutabólkar í sam
felagnum út, og at leggja tey
undir grovan kriminalitet og
ólevna av øllum handa slag.
Tá er bara manna rættinda
dómstólurin eftir at leita
sær til.
Trúðarlívið er væl tryggjað í demokratinum
men demkratiið hevur onki pláss í trúarlívinum
Hví kravdi løgmaður
ikki føroysku viðmerk
ingarnar sendar til ST,
spyr Heidi Petersen,
løgtingskvinna
Tað undrar stórliga tá løg
maður, samstundis sum hann
boðar frá stórpolitiskari
hend ing í føroyskari søgu,
ikki kunn ar tingið og utt
anlandsnevndina, sum hann
sambært stýrisskipanini skal
gera, tá slíkar stórhendingar
fara fram? Hvar var løgmað
ur, tá hetta hendi? Haldi
hann skyldar Føroya fólki
eina frágreiðing?
Tað ørkymlar eisini, at
løgmaður boðar frá, at nú
er vegurin klárur at ganga,
um og tá føroyingar velja at
skipa seg sum sjálvstøðuga
tjóð, samstundis sum hann ,
uttan viðgerð, uttan at kunn a
tingi og uttanlandsnevnd, og
uttan sum Føroya løgmaður
at mótmæla, tá danska stjórn
in boðar ST frá at Føroyar
eru samrunn in partur av
Danmark, og at skulu vit
broyta hesa støðu føroy
inga, er neyðugt við grund
lógarbroyting.
Nær hevur Føroya fólk
atkvøtt fyri tí donsku grund
lógini og treytaleyst undir
givið seg danskt vald?
Eisini hetta skyldar løg
maður at greiða fyri føroyska
fólkinum.
Føroya fólk og danska
grundlógin?
Løgmaður førir fram, at nú
er leyst og liðugt hjá før
oyska fólkinum at gera av,
hvussu vit vilja skipa okkum
í framtíðini, men hann greið
ir ikki frá tí veruleika, at
áðrenn uttanríkispolitisku
heimildarlógirnar vórðu
samtyktar í summar, kundu
føroyingar sjálvir avgera
framtíð sína, tí Føroya fólk
ongantíð hevur atkvøtt seg
inn undir donsku grund
lógina.
Tað var okkara styrki
sum fólk og trygdin fyri at
føroyska tjóðin kundi skipast
einsíðugt, altso tá føroyingar
við fólkaatkvøðu avgjørdu
tað.
Eftir at uttanríkispolitisku
heimildarlógirnar
vóru
samtyktar á Føroya Løgtingi
í summar, skulu danir nú
eisini avgera framtíð okk
ara, tí nú skulu tvey donsk
fólkating og ein donsk
fólkaatkvøða til fyri at lima
okkum út úr »kongaríkinum
Danmark« og teirri donsku
grundlógini.
Føroyingar fullspottaðir?
Uttanríkispolitisku heimild
arlógirnar vóru eitt ófatuliga
stórt afturstig fyri føroyskt
sjálvræði, men nú eru
vit eisini fullspottað, tí
hetta afturstig sum hendi
í summar, verður nú eisini
boðað ST. Tað vil siga, at
nú er hetta ikki longur ein
spurningur millum Føroyar
og Danmark, men eisini mill
um Føroyar og allan heim.
Allur heimurin verður
gjørdur kunn ugur við, at Før
oyar eru samrunn in partur
av Danmark og er undirgivin
donsku grundlógina.
Eitt brot í frágreiðingin til
ST er soleiðis orðað:
»This means that it will
not be possible under the
Constitution for individual
parts of the Realm to be
granted independent compe
tence on these affairs.
A Constitutional change
would therfor be required
for the Faroes to be entitled
to act on its own behalf in
international affairs.«
Í donsku viðmerkingunum
stendir brotið soleiðis:
»Som det fremgår af Dan
marks Riges Grundlovs §
19, stk. 1, handler kongen
(regeringen) på rigets
vegne i mellemfolkelige
anliggender. Heri ligger, at
enkelte dele af riget efter
grundloven ikke vil kunne
tillægges selvstændig kom
petence i disse anliggen
der.
Det ville derfor forudsætte
en grundlovsændring, hvis
Færøerne statsretligt skulle
have adgang til på egne vegne
at handle i mellemfolkelige
anliggender.«
Hvar var Føroya løgmaður,
tá hetta hendi? Hví talaði
hann ikki at og kravdi, at
føroysku viðmerkingarnar
vóru sendar ST? Røkti
hann á besta hátt føroysk
áhugamál og tryggjaði
føroysku tjóðini einar dyr
til framtíðina? Helt hann
stýriskipanina? Og virdi
hann demokratisku mann a
gongdirnar í landinum?
Mótmæli at rættindi hjá
Føroya fólki vera avreidd
Føroya fyrrverandi og nú
verandi løgmenn kappast at
vissa fólki um, at lykilin til
fullveldi er settur í úthurðina,
men hvørgin hevur varnast,
at lykilin, sum er settur í
hurðina, er púrasta rundur
og als ikki er útgjørdur at
lata nakrar dyr upp, men
heldur hinvegin, er settur í so
ikki slepst útum við egnari
megi.
Undirritaða mótmælir
harðliga slíkari viðferð av
Føroya fólki og teimum
rættindum, sum til eina og
hvørja tíð einans liggja í
hondunum á fólkinum her
býr. Hesi rættindi at skipa
okkum sum sjálvstøðug tjóð
í altjóðasamfelagnum, kunn u
á ongan hátt flytast inn undir
donsku grundlógina uttan at
fólkið verður eftirspurt. Alt
ann að er óvirðiligt, ódemo
kratiskt og uttan virðing fyri
fólkaræðinum.
Vestmanna á trettanda
2006
heidi.petersen@skulin.fo
Sveik løgmaður føroysku tjóðina?
Løgtingskvinna
HEIDI PETERSEN