mánadagur 9. januar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 6. januar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðarpørum,
sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis
Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Sagt verður frá, at kæra kona mín, mamma,
vermamma og omma okkara
Anna Joensen
Saksun
andaðist á Landssjúkrahúsinum 3. januar,
86 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum fríggjadagin 6. januar kl. 13.00.
Jarðarferðin verður úr Saksunar kirkju
leygardagin 7. januar kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Magnus, Jóhanna, Sigurlaug, Sólgerð,
Jógvan og Randi
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum og kenningum
at maður, pápi og abbi okkara
Hjartvard Kjærbæk
Sumba
andaðist á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi
tann 5. januar, 83 ára gamal.
Kistan fer av kapellinum í Suðuroyar Sjúkrahúsi
leygardagin 7. januar kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Sumbiar kirkju sunnudagin
8. januar kl. 13.30. Sálmabókin verður nýtt.
Vegna familjuna
Herborg, Ólavur, Maria,
Hjartvard og Páll Magnar
Tey, sum vilja minnast Hjartvard, kunnu lata eina gávu
til Missiónshúsið í Sumba.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at okkara elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi
og langabbi
Elias Ingvard Einarsson
Saltangará
ættaður úr Rituvík
andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin
4. januar, 82 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Berøa Saltangará
leygardagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Elina og børnini
Tey, ið vilja minnast Ingvard, kunnu lata eina gávu til Zarepta,
konta í peningastovnunum
Í hesum døgum
hevur Helgi
Midjord, listamaður
í Fuglafirði, tvær
málningafram
sýningar, eina
hjá Føroya Tele í
Kringruni í Hoyvík,
og eina í Lobbyini á
Hotel Hafnia í Havn
List
Tilsamans 20 málningar eru
á báðum framsýningunum
hjá Helga Midjord, teir
flestu oljumálningar. Mynd
evnini eru føroyski báturin,
og nógvir av málningunum
bera heitið »Logn«.
Helgi hevur altíð havt
stóran áhuga fyri føroyska
bátinum. Sum ungur hevði
hann ætlanir um at læra til
bátasmið, men einki læru
pláss var tá at fáa í bygdini,
so tað bleiv av ongum. Í skúl
anum dámdi honum eisini
best at tekna og mála.
Helgi er 40 ára gamal
og fuglfirðingur. Hann
hevur luttikið á fleiri Varma
kelduframsýningum og á
framsýningum hjá Lions í
Runavík og í Havn. Hann
hevur havt sínar egnu
framsýningar í Ribarhúsi
í Fuglafirði og í Smiðjuni
í Lítluvík. Hann hevur
eisini gjørt høggmyndirnar
á Mentunarhúsinum í
Fuglafirði. Helgi er annars
útbúgvin skipsførari, men
seinastu árini hevur hann
arbeitt burturav sum lista
maður.
Framsýningin hjá Føroya
Tele hongur uppi í januar og
februar, meðan tann á Hotel
Hafnia verður allan januar
mánað.
Helgi Midjord, Fuglafjørður:
Listamaður við tveimum framsýningum
Fuglfirðingurin Helgi Midjord hevur í hesum døgum
málningaframsýningar hjá Føroya Tele í Hoyvík og á Hotel Hafnia
í Havn. Myndaevnini eru føroyski báturin
Mynd: Jens Kristian Vang
4. januar 2005 hevði Åge
Davidsen í Havn 35 ára
starvsdag hjá Føroya Tele.
Tá Åge kom í starv hjá
Telefonverki Føroya Løg
tings í 1971, byrjaði hann
í Klaksvík, har hann var
við til at seta eina mill
umbygdastøð upp í sam
bandi við automatisering
av telefonkervinum. Síðan
fór hann til Suðuroyar í
somu ørindum. Hansara
starv hevur øll árini verið
á
installatiónsdeildini,
har hann hevur ferðast
kring landi í samband við
automatsering og viðlíkhald
av telefonstøðunum. Hann
hevði eisini leiðsluna av hesi
deildini í nøkur ár.
Åge er 63 ára gamal
og føddur og uppvaksin
á Trøðum á Sandi. Hann
fór sum ungur í læru
sum elektrikari hjá Oluf
Simonsen,
installatøri,
sum tá búði á Sandi. Tá
Oluf seinni flutti til Vágs,
lærdi Åge víðari hjá Sigird
av Reyni í Havn. Eftir tað
arbeiddi hann sum elektrikari
hjá P/F Leif Mohr, har
hann m.a. var í Grønlandi
nakrar ferðir og var við til
at seta el-installatiónir upp í
Føroyinghavnini og í Syðra
Streymfirði.
Åge hevur trivist væl
hjá Føroya Tele. Hesi 35
árini hann hevur arbeitt á
stovninum eru kollveltandi
broytingar farnar fram, t.d.
eru allar automatstøðirnar
skiftar út við talgildar støðir.
Fyrr kundu teir finna feilir
við at fylgja leidningum,
men tað ber ikki til í dag.
Åge hevur stóran áhuga
fyri djórum, serliga fuglum.
Í havanum í Gundadali hev
ur hann fleiri fuglar sum t.d
smyrlar, uglar og fjallavág
(fjeldvåge).
Foreldrini hjá Åge vóru:
Elsebeth, úr Trøðum á
Sandi, og Arni Davidsen,
vanliga nevndur Arne hjá
Kitte, á Sandi, ið arbeiddi
sum telefonmaður í 40 ár.
So tað sær út til at ganga
í arv at arbeiða leingi hjá
telefonverkinum.
Åge er giftur Maluni, dóttir
Mallu og Hans Josephsen í
Klaksvík.
Malan og Åge eiga 3 børn:
Elsebeth, Hans og Arnstein,
sum øll búgva í Danmark.
Barnabørnini eru 5 í tali.
Åge Davidsen, Tórshavn:
35 ára starvsdag hjá Føroya Tele