Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 5 - 6. januar 2006 Dagurin 7. januar. Knútur hertogi. Talan er um sonin hjá danska konginum Erik Ejegod. Hann varð myrdur av systkinabarni sínum Magnusi henda dag í 1131. Í danskari søgu verður hann róptur Knútur Lávardur, ið er sama orðið sum tað enska lord, ið merkir harri. Knútur varð skírdur halgimenni í 1169. Navnið Knútur er kanska upprunaliga norrønt og merkir júst knútur, brúktur sum eyknevni. Ella kanska er tað gamalt týskt navn: hin (hug)djarvi. 8. januar. Erhardus ella Erhardt. Írskur munkur, sum doyði um ár 700. Ella kanska er talan um ein týskan biskup, sum fyri undurgerðir sínar verður skírdur halgimenni. Týskt navn, samansett av æra og harður. 9. januar. Julianus. Búði í Egyptalandi, og varð umleið ár 300 hálshøgdur, tá ið rómverski keisarin Diokletianus legði eftir teimum kristnu. Tøkk Tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara góði sonur, beiggi og mammubeiggi Páll Poulsen doyði og varð jarðaður. Tøkk til Páll, Jóhannes og Òlav fyri troystarrík orð í Hebron og á grøvini. Tøkk til tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Tøkk til tykkum øll ið fylgdu, fyri heilsanir og gávur til Hebron. Mariel, Maria, Àsla og Bjørg Tøkk Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 75 ára degnum, takki eg hjartaliga. Við ynskjum um eitt gott nýggjár. Kærar heilsanir Jacob Davidsen, Runavík Hjartvard Kjærbæk, Sumba, andaðist á Suð­ uroyar Ellis- og Røkt­ arheimi hósdagin, 83 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygardagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Sumbiar kirkju sunnudagin klokk­an 13.30. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, sum vilja minnast Hjartvard kunnu lata eina peningagávu til Missiónshúsið í Sumba. Ingvard Einarson ætt­­aður út Rituvík bú­ sitandi í Saltangará and­­aðist í gjár 4. jan. á Lands­sjúkrahúsinum 82 ára gamal. Kistan fer av Landssjúkrahúsinum fríggjadagin klokkan 18. jarðarferðin verður úr Berøa leygardagin klokkan 13. Tey, sum vilja minnast Ingvard, kunnu lata eina gávu til Zarepta; konto í peningastovninum. Anna Joensen úr Dúvugørðum, andaðist týsdagin 3. januar, 86 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Lands­sjúkrahúsinum fríggjadagin kl. 13.00. Jarð­arferðin verður úr Saksunar kirkju leyg­ar­ dagin kl. 14.00. Óli Jóhan Samuelsen fer frá kapellinum á Suð­uroyar sjúkrahúsi fríggjakvøldið klokkan 18.00 til frelsunarherin í Vági. Jarðarferðin verð­ ur leygardagin klokk­an 13.30. Tey sum vilja minnast Òla kunna geva eina gávu til Frelsurnarherin í Vági; konto í Suðuroyar sparikassa. Andlát og jarðarferðir NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mánadagin 9. januar verður Sólbjørn Jacobsen í Havn 70 ár. Hann var í nógv ár stjóri á Telefonverkinum, og eisini hevur hann á ymsan annan hátt verið við til at seta dám á føroysku samfelagsmenningina. Sólbjørn er ættaður úr Fugla­firði. Foreldrini vóru Sára fødd Johannesen og ætt­að úr Horni í Klaksvík og Edvard Jacobsen, sum var úr Fuglafirði. Tey fingu fimm børn, sum eru Mimi, fødd í 1928, Paula, fødd í 1931, Jancy, fødd í 1934, Sólbjørn, føddur í 1936, og Mikkjal, føddur í 1940. Mimi búsettist í Klaksvík, Jancy í Vestmanna og hini í Havnini. Edvard doyði í 1981 og Sára í 1989. Tað var ikki vanligt fyri millum fimmti og seksti árum síðani, at børn hjá vanligum bygdarfólkum fingu møguleika at halda fram við skúlagongdini, eftir at tey høvdu fingið prestsins hond á høvdið. Tað lá væl fyri í skúlanum hjá Sólbirni, og hann fór 14 ára gamalur til Havnar at ganga í preliminer skúla. Tá helt Føroya Studentaskúli til í VBV, og eftir preliminer prógvið helt Sólbjørn fram í skúlanum, har hann í 1954 var ein av sjey matematisk­ um studentum. Sólbjørn gjørdist sivil­ verkfrøðingur á Danmarks Tekniske Højskole í 1963, og so var hann í starvi hjá Telefonfabrik Automatic fram til 1968. Setningurin snúði seg serliga um at gera nýggj mátitól til autom­ atiskar telefonskipanir. Sam­stundis las Sólbjørn á Handilsháskúlanum, har hann í 1967 leyk HD prógv í búskapi og fyriskipan. Í 1968 gjørdist Sólbjørn tekniskur stjóri á Tele­fon­ verki Før­oya Løgtings, sum tað tá nevndist, og í 1975 varð hann eisini forstjóri. Sólbjørn plagar onkuntíð at hugleiða um umstøðurnar, sum vóru, tá ið hann fór til verka á Telefonverkinum, og hvussu stórar broytingarnar vóru tey tredivu árini, hann var á Telefonverkinum. Fel­ agatalið var umleið 3600, inn­ tøkan góðar fýra milliónir, og útbúnaðurin niður­slit­in í 1968. Í 1990 ella áðrenn kreppuna var felagatalið 25000, inntøkurnar omanfyri 150 milliónir, og yvirskotið eftir fullar avskrivingar 42 milliónir ella 28 prosent av søluni. Í seksti árunum var talan um hall. Sólbjørn var oddamaður fyri menningini. Tað fyrsta hjá honum var at seta seg inn í, hvussu telefonumstøð­ urnar vóru. Saman við ein­um av veteranunum í Tele­fonverkinum, Svend á Grundini, ferðaðist hann kring landið og lærdi har­við telefonmontørar og mann­ ingarnar á bygda­støðunum at kenna. Við hesi barlastini valdi Sólbjørn at fara undir nýmótansgerðina úti á bygd og síðani at nærkast høv­ uðsstaðnum. Tey fyrstu árini var Sólbjørn einsamallur verk­frøðingur, og hann helt fleiri fyrimunir vera í menningartilgongdini á bygd, har teknikarar og grav­ arar fingu arbeiði og ment­ ust við praktiskum arbeiði og skipaðum skeiðum í teletøkni. Menningin var treytað av dyggum tekn­­­iskum, fíggjarligum, fyri­­sitingarligum og lóg­ gávuligum fyrireiking­ um. Hesum stóð Sólbjørn fyri, og hann segðist hava gott samstarv við bæði po­litiska og umsitingarliga myndugleikan. Sólbjørn var limur í bú­skaparráðnum 1969- 81, og hann hevði í langt skeið leiklut innan Kjølbro fyritøkuna og harvið í Klaksvík, hagani mamma hansara var ættað. Tá ið Føroyagrunnurin varð stovnaður í 1971, valdi Landsstýrið Einar Kallsberg, sála, til formann, og Sólbjørn Jacobsen til nevndarlim saman við Frits Olsen, sála, og Jógvani Isaksen, sum vórðu valdir eftir tilmæli frá býráðnum í Klaksvík. Sólbjørn var nevndarlimur og okkurt skifti formaður til fyrst í 1992, tá ið hann varð valdur til formann í móðurfelagnum JFK. Harvið var hann formaður, tá ið tað var um reppið, at stóru trolararnir fóru av vánni. Sólbjørn hevur fortalt, at hann var staddur í Japan í ørindum fyri Telefonverkið, tá ið hann í telefonini nevndi møguleikan fyri Carl Vilhelm Weihe, sála, sum var grannskoðari hjá felagnum, at trolararnir vórðu seld­ ir úr móðurfelagnum og yvir í annað felag, sum Føroyagrunnurin átti. Nevndirnar í Føroya­grunn­ inum og JFK arbeiddu sam­ an við stjórnini, advokatum og øðrum serfrøðingum við hond og fót fyri at røkka ein­ari loysn áðrenn evstu freist­ina, sum norðmenninir høvdu sett at vera 22. des­ember 1992 klokkan 16. Henda dagin klokkan 15.40 norska tíð fingu norð­menninir boð um, at Skálaberg og Sundaberg vóru seldir til JFK Trol. Tá vóru trolararnir á fiskileið, og um viðurskiftini ikki vóru komin upp á pláss, so vóru boðini, at trolararnir skuldu fara at sigla til Noregs, har teir skuldu bindast við kai í Bergen og Ålesund sum pant hjá Den Norske Bank! Sólbjørn giftist 7. des­em­ ber í 1961 við Else Gotved, sum er ættað úr Keyp­mannahavn og út­búgvin ergoterapeutur. Hon er fødd 10. desember í 1933. Foreldrini hjá henni vóru teknarin og fim­leikaralærarin Aage Gotved og fimleikaralærarin Helle Gotved. Helle hevur skrivað nógv um fimleik og týdningin av at røra seg, og í Danmark er hon kend fyri mongu sendingarnar, sum hon hevði í Danmarks Radio. Helle hevur ofta vitjað í Føroyum. Í dag er hon 93 ára gomul og framvegis virkin. Else og Sólbjørn Jacobsen eiga børnini Lars, føddur í 1963, hann starvast í Kina, Gunnvá, fødd í 1966, er í Keypmannahavn, Lisbeth er fødd í 1967, hon er talu- og hoyripedagogur og starvast í Føroyum. Abbabørnini eru 8 í tali. Í sambandi við føð­ing­ ar­dagin verður móttøka í heim­inum, Dr. Dahlsgøta 13, mánadagin frá kl. 11 og út á seinnapartin. J Sólbjørn Jacobsen 70 ár