Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 6. januar 2006 15 Tórshavnar alfrøði: Læraraprógv í 1929 Her er ein mynd av lærarum, sum tóku prógv í 1929. Ein­ asti persónur vit kenna á myndini er gentan, sum situr í miðjuni fremst, hon eitur Elisabeth Kamban úr Havn, gift Andreasen. Nøvnini á teimum sum fingu læraraprógv í 1929 vóru: Andreas Andreasen (Vestmanna), Anna Sofie Petersen (Velba­staður), Elisabeth Kamban (Havn), Hans Mikael Jacobsen (Kirkja), Hans David Petersen (Vágur), Helga Johild Sofía Øregaard (Kvívík), Jákup Pauli Sofus Follend (Vestmanna), Jacob Heinesen (Kunoy), Johan C. F. Olsen (Havn), Johanna Zacharia Jacobsen (Hoyvík) Napoleon Nolsøe Petersen (Sørvágur), Nicolai Herman Sofus Poulsen (Kirkja), og Olaf Frits Krossteig (Leirvík). Sambært lærarabókini tóku 13 lærarar prógv í 1929, 4 gentur og 9 dreingir. Á myndini eru 5 gentur og 12 dreingir. Møguliga hava lesarar okkara onkra frágreiðing upp á hví fleiri persónar eru á myndini. Tey, sum kunnu hjálpa okkum við at fáa røttu nøvnini á røttu persónarnar, eru vælkomin at ringja til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. – Tey heimleysu hava verið sera tolin, með­ an tey hava bíð­að eftir politiska myndug­ leika­num, sigur Heidi Petersen, løgtingskvinna, sum heilsar uppskotinum hjá Hans Paula Strøm trupulleikar hjá teim heimleysu vælkomið Fyrst vil eg vísa á, at eg taki fult undir við lands­stýris­ manninum í almanna- og heilsumálum, nú hann boð­ ar frá, at løgtingið skal við­ gera uppskot um, hvussu trupulleikarnir hjá teimum heimleysu í Føroyum skulu loysast. Tað er at fegnast um, at hann sær álvaran í hesum máli, og eg vil mæla honum til at arbeiða skjótt og bera okkum uppskotið í tingið, áðrenn hendan tingsetan er úti. Fyrstu ferð mælt varð til at seta pening á fíggjarlógina var á heystið í 2003, tá undan­ farna samgonga skeyt upp at seta 2 mió. kr. av til útvegan av húsum til heimleys í Før­ oyum. Sum øll vita slitnaði tann samgongan, og eftir valið í januar 2004 var nýggj sam­gonga skipað. Upp á fyri­spurn­ing um nýggja sam­gong­an eisini vildi nýta pen­­ing upp á tey heimleysu var svarið sera »jaligt«, og tá uppskotið um fíggjarlóg fyri 2004 varð lagt fram, stóðu eisini 2 mió. kr. til hús til heimleys á uppskotinum hjá sitandi samgongu. Tó hendi tað harmiliga, at fíggjarnevndin skarvaði hesar 2 mió. kr. burtur, og síðani er ongin peningur játt­ aður til endamálið. Tá fíggjarlógin fyri 2005 var løgd fram, uttan at peningur var avsettur til tey heimleysu, gjørdi Tjóð­ veldisflokkurin eina roynd at bøta um hetta og skeyt upp at nýta 2 mió. kr. í 2005 til endamálið. Og seinast nú beint fyri jól tá fíggjarlógin fyri 2006 skuldi samtykkjast uttan pening til hús til heimleys, hevði Tjóðveldisflokkurin eitt broytingaruppskot, har mælt var til at nýta pening til slíkt hús. Men heldur ikki hesaferð eydnaðist at fáa pen­ ingin á fíggjarlógina. Undarligt at hugsa sær, at tosa vit um tunnlar fyri 100 tals mió. kr., tá er onki óført, men tosa vit um neyðars 2 mió kr. til tann bólkin av borgarum í okkara samfelag, sum eru allar ringast fyri, tá ber onki til. Spell at tað skal vera soleiðis, kanska høvdu raðfestingarnar verið øðrvísi, um løgtingið var samansett ann­arleiðis, her hugsi eg ser­liga um kynsbýtið millum løg­ tingsfólk. Haldi tey heimleysu hava verið sera tolin, meðan tey hava bíðað eftir politiska mynd­ugleikanum, og við tí í huga vil eg heilsa uppskoti landsstýrismannsins væl­ kom­ið við vón um skjótt at kunna viðgera tað í løgtinginum, har eg vil verða við at geva tí eina góða og »jaliga« við­gerð. Ein loysn fyri heimleys í Føroyum í eygsjón Løgtingskvinna HEIDI PETERSEN Føðingar Vegna tekniskar trupulleikar komu føðingarnar ikki við í blaðið hesaferð, men verða ístaðin í blaðnum mánadagin 9. januar. www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo