mánadagur 9. januar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2006
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Búgvi Christiansen,
sonur Odbjørg og Sørin
í Tórshavn, andaðist
í heiminum 7 jan.
21 ára gamal. Farið
verður úr heiminum
týskvøldið
klokkan
18. í Vesturkirkjuna.
Jarðarferðin verður miku
dagin klokkan 13.
Tey, sum vilja minnast
Búgva, kunnu geva eina
gávu til felagið Føroya
Syndrom, konta í pen
ingastovninum.
Maria á Lakjuni, Fugla
firði, vanliga nevnd
Mia, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum sunnu
dagin 8. januar, 84 ára
gomul.
Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Karl E. Andreasen,
vanliga nevndur Karl hjá
Hildu, andaðist sunnu
dagin 8. jan. á Klaksvíkar
Sjúkrahúsið, 84 ára
gamal. Jarðarferðin verð
ur lýst seinni.
Jona Mikkelsen ættað
úr Vági búðsitandi í
Klaksvík, andaðist í
Norðoyar røktarheimið
sunnukvøldið 90 ára
gomul. Jarðarferðin verð
ur lýst seinni.
Marjun Dalsgaard,
fødd Johannesen, ættað
av Skála doyði, 7 januar
í Keypmannahavn 76 ára
gomul.
7. januar andaðist Svenn
ing Danielsen, Kaldbak,
á Lágargarði 87 ára gam
al.
Farið verður av Lágar
garði týsdagin 10. januar,
klokkan 14.
Jarðarferðin verður
úr Kalbaks kirkju miku
dagin 11. januar klokkan
13.
Tey sum vilja minnast
Svenning kunnu lata
eina peningagávu til
Kaldbaks kirkju á kontu
í Føroya Sparikassa:
9181- 4951923.
Marjetta Heinesen and
aðist á Norðoyar røkt
arheimið sunnudagin
8. januar 85 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Rigmor Rættá, Tórs
havn, vanliga nevnd
Rigmor hjá Guttanum,
andaðist á Landssjúkra
húsinum fríggjadagin
6. januar, 84 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
10. januar. Páll einabúgvi, deyður ár 341. Livdi eini 90
ár í egyptisku oyðimørkini og gjørdist 113 ára gamal.
Sigst at hava verið fyrsti kristni einbúgvi og skírdur
halgimenni. Navnið Páll er komið av latínskum Paulus
(tann lítli)
Lis Nolsøe varð fødd
28. mars 1925. Hon var
dóttir Doru og Mourits
Winther. Hon var yngst
av sjey systkjum og var
tað einasta av systkj
unum, ið varð verandi
eftir í Klaksvík hjá for
eldrunum.
Lis giftist við Eli Nol
søe sunnan úr Vági. Tey
búsettust í Víkunum
oman fyri barnaheim
hennara. Tey bæði fingu
níggju børn.
Eli Nolsøe var skriv
stovumaður, hevði eisini
handil einaferð, og hann
var eisini Løgtings- og Landsstýrismaður fyri
Sambandsflokkin í fleiri ár.
Í heimi teirra varð tosað opið um politikk, og
altíð var Lis manni sínum ein hollur stuðul. Lis var
heima og tók sær av manni og børnum.
Húsið var stórt, nógv at taka hond í, men Lis var
røsk, og arbeiðið fall henni lætt. Lis var ein sera
fyrikomandi, blíðlig og gløgg kvinna, og hon hevði
eitt lætt sinni.
Stóran áhuga hevði hon í øllum, ið hendi í sam
felagnum og líka til tað seinasta, møtti hon trúføst
til fundir, ið Norðoya Sambandsfelag skipaði fyri.
Lis var okkum ein góð fyrimynd og dyggur
stuðul.
Tað er við størstu virðing og takksemi vit minn
ast Lis, sum andaðist hin 29. mei 2005, 80 ára
gomul.
Ærað verið minnið um Lis Nolsøe.
Norðoya Sambandsfelag
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 9. januar hava hjúnini Sunnuva og
Terji á Lakjuni í Fuglafirði silvurbrúdleyp. Tey eru
burturstødd.
31. desember 2005 fylti
Simona Nielsen í Glostrup
80 ár. Føðingardagurin varð
hildin saman við vinum og
kenningum í Glostrup Fri
kirke. Simona, sum er ætt
að av Toftum, hevur búð
í Keypmannahavn síðan
1947.
Hon vaks upp inni á Toft
um, sum tann næst yngsta av
teimum fimm døtrunum hjá
Onnu Elisabeth og Magnus
F. Mikkelsen. Tey handlaðu
á Toftum og eftir kríggið
flutti familjan til Havnar,
har tey róku klædnahandilin,
”Magnus F. Mikkelsen
Manufaktur”, sum seinni
fekk navnið Skálabúðin.
Tær fimm systrarnar
eru: Poulina Zachariassen,
Karolina (Linnebeth) Berg,
Jenny Gunnarsson (1924-
1999), Simona Nielsen og
Hertha Skýlindal.
Simona fekk arbeiði á
telefonstøðini í Havn. Í
1947 bað hon um farloyvi
í hálvt ár, tá hon saman við
tveimum øðrum føroyskum
gentum fór til Danmarkar
at arbeiða á einum hotelli á
Norðursælandi. Síðan fekk
hon starv á sjúkrahúsinum
St. Lucas Stiftelsen í Helle
rup.
Hon fór síðan til Keyp
mannahavnar. Har møtti
hon Arne Nielsen, sum var
útbúgvin og arbeiddi sum
prentari. Tey giftust í Keyp
mannahavn í 1949.
Í 1954 fingu tey dóttrina
Annelise, og í 1958 fingu tey
sonin Bent. Meðan børnini
vóru smá, var Simona heima
arbeiðandi.
Annelise er útbúgvin
sjúkrasystir, og hevur hon
tikið aðrar útbúgvingar í
hesum sambandi, soleiðis
at hon í dag kann undirvísa
øðrum sjúkrasystrum. Hon
og maðurin, Benny, eiga
tvey børn: John, 27, og Miri
am, 25. Bent er útbúgvin
magistari í donskum og tón
leiki. Í dag arbeiðir hann
sum pastorur í samkomuni
”Amagerbro” á Amager,
samstundis sum hann eisini
arbeiðir við undirvísing í
teologi. Hann og konan,
Lone, eiga eisini tvey børn:
Mattias, 20, og Cecilie, 15.
Simona fall væl til í Keyp
mannahavn, og hon og mað
urin komu nógv saman við
føroyingum í Danmark,
serliga í brøðrasamkomuni
í Torsgade 40, sum seinnu
flutti til Brønshøj. Tá tey
seinni flutti til Glostrup,
vóru tey við til at stovna sam
komuna Glostrup Frikirke.
Í mong ár høvdu tey sína
egnu fyritøku, prentsmiðjuna
Søborg Bogtrykkeri. Har
arbeiddu tey til Arne bleiv
pensioneraður. Arne andaðist
í 1998, 76 ára gamal.
Simona gongur høgt upp
í familjuna, og hóast høga
aldurin er hon framvegis
virkin. Hon kemur til møt
ir og eldrasamkomur, sum
Glostrup Frikirke og Kristna
stova skipa fyri. Eisini gong
ur hon til fimleik tvær ferðir
um vikuna.
m.
Simona Nielsen 80 ár
7. januar andaðist
Svenning Danielsen
Kaldbak
á Lágargarði, 87 ára gamal.
Farið verður av Lágargarði týsdagin 10. januar kl. 14.00.
Jarðarferðin verður úr Kaldbaks kirkju
mikudagin 11. januar kl. 13.00
Familjunnar vegna
Herborg og børnini v/ familju
Í staðin fyri blómur ella kransar, kunnu tit lata eina peningagávu til
Kaldbaks kirkju á konto í Føroya Sparikassa, 9181-495.192.3
Mynd: Øssur Berghamar
Minningarorð um
Lis Nolsøe
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum mongu,
sum gleddu og ríkaðu meg á 80 ára føðing
ardegi mínum tann 15. desember 2005.
Hetta stóra, góða føðingardagshald hevði
als ikki borið til, hevði KFUK í Havn ikki
tikið so hjartaliga og stórfingið ímóti mær.
Tann 15. desember 2005 hevur fest seg í
minnið í fløvandi takksemi.
Bergtóra Jacobsen
Grønlandsvegur 37, Tórshavn