mánadagur 9. januar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 5 - 6. januar 2006
– Sangirnir hava allir
sera rámandi orð. Teir
eru so hjartanemandi,
at ein skal næstan
vera kaldur fyri ikki
at verða gripin av
teimum, sigur Eyðun
Jacobsen.
Í hesum døgum
er hann í ferð við
upptøkurnar til eina
fløgu, sum kemur út
um ein mánað
Reportasja
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Kris-Stuff Studio: Tað
ljóðar at ein kendur svenskur
trummuspælari skal sita í
upptøkuhølunum og spæla.
Úti í gongini hoyrist ikki
eitt ljóð og heldur ikki, tá
vit nærkast sjálvum kon
trollrúminum. Her er einki
sum bendir á at ein fløga er
í gerð.
Men tá vit koma inn í
sjálvt kontrollrúmið, fáa vit
ein lítlan forsmakk – eitt
veikt trummuljóð - av at
hetta er staðið, har hesin
sviin situr.
Jú, mín sann. Í upptøku
hølinum, umgyrdur av
alskyns sløgum av trummum
situr hesin lítillætni maðurin
Claes Anderhell.
Soleiðis hevur hann sitið
so mangar ferðir áður, bæði
í heimlandinum, Noregi
og Danmark. Men hetta er
fyrstu ferð, at hann er í slík
um ørindum í Føroyum.
Orsøkin til at hann nú
situr við trummurnar í frá
líku upptøkuhølunum í
Kris-Stuff Studio í Hoyvík
er glyvramaðurin, Eyðun
Jacobsen.
Hann hevur í longri tíð
gingið við eini hugsan, um at
geva út eina andaliga fløgu
har denturin varð lagdur á
dygd, bæði tá talan var um
boðskap, løg og ikki minst
tónleik.
Sangirnar hevur Eyðun
funnið í Sangbókini, og har
eru eisini løgini at finna.
Til at knýta alt hetta saman
er neyðugt við góðum tón
leikarum.
Til hetta seinasta fekk hann
fatur á Claes Anderhell, sum
hesa vikuna hevur tikið upp
trummuspælið til fløguna.
Og tað er ikki at taka seg
aftur í, at Eyðun er sera
væl nøgdur við hesar fyrstu
upptøkurnar.
– Eg havi næstan ikki orð
fyri frálíka spælinum hjá
Claes. Hann er simpelthen
fantastiskur og er langt yvir
tað eg væntaði.
– Eg siti bara við opnum
polyppum og gapi eftir
trummuspæli hansara. Hann
er bara super, sigur ein sera
fegin Eyðun, tá vit hittu hann
í studio hósmorgunin.
Frá hjarta til hjarta
Fyri Eyðun er eingin ivi um,
at hetta verður eina sera góð
fløg. Og ikki minst ein fløga,
har hjartað hansara er við í
hvørjum einasta sangi.
– Skal eg siga, akkurát
sum tað er, so er tað bara so
lekkurt at kunna syngja allar
hesar gomlu, men kortini so
góðu sangirnar.
– Teir koma beint úr hjartan
um á mær, og eg ynski eisini,
at teir skulu tala beinleiðis til
hjartað á teimum, sum fara
at lurta eftir fløguni, sigur
Eyðun.
At teir koma beint úr
hjartanum á Eyðuni hevur
sína sjálvsøgdu orsøk: Sum
barn var hann partur av
Brøðrasamkomuni í Klaks
vík, har sangur altíð hevur
átt sín stóra leiklut.
Men tað var kortini ikki
bert har at Eyðun var við í
sangi.
– Eg kann eisini minnast, tá
eg var barn at vit sungu nógv
heima hjá okkum, tey longu
og myrku vetrarkvøldini.
Hesar løturnar fingu eisini
týdning í mínum lívi.
– Eg síggi enn fyri mær,
hvussu vit sótu har heimi í
stovuni – foreldur míni og
vit systkini – og sungu hes
ar góðu sangirnar úr Sang
bókini, saman við guittara
og harmoniku.
Tað er ein part av hesum
kæra barnaminninum, sum
Eyðun nú ynskir at geva
víðari til føroyingar anno
Domino 2006.
Varandi virði
Eyðun er í dag ein partur
av samkomuni Kelduni í
Skálafirði. Har er hann lov
sangsleiðari.
Tá talan er um lovsang til
Guds í dag verða ofta brúkt
styttri kór og niðurløg, men
Eyðun dylir ikki fyri, at fyri
hann eru teir góðu og gomlu
sangirnar gull verdir.
– Ja, hesir sangirnir eru
ein skattur, sum eg ynski at
grava fram aftur. Tekstirnir
eru bæði djúpir og hjarta
nemandi, og heilt erliga,
so havi eg altíð longst eftir
at sleppa at syngja teir á
fløgu.
– Saman við ótrúliga góð
um løgum, eru hetta sang
ir, sum hava eitt varandi
virði. Hetta eru faktiskt
mínir favoritt-sangir, sigur
Eyðun.
Fløgan skal fløva
– Lekkurt
at syngja
teir gomlu
sangirnar
Navn: Eyðun Jacobsen, Glyvrar
Starv: Málarameistari
Trúgv: Verið trúgvandi síðani 12 ára aldur
Útgávur: Hevur verið við til ein hóp av útgávum,
bæði fløgur og kasettir. Fyrsta útgávan var ein EP í
1973 saman við Jógvan Mortensen.
Tænasta: Lovsangsleiðari í samkomuni Kelduni í
Skálabotni
Ídag: Byrjað upptøkur av fløgu við 12 sangum.
Fløgan kemur út um einar tveir mánaðir.
FAKTA
Orðini og tónleikurin skulu hóska saman, sigur Eyðun Jacobsen, sum á hesi fløguni hevur lagt
seg á eina fólk-popp tónleik. Besti sangurin á fløguni verður, eftir hansara tykki, tann kendi ”Ein
undurkelda man líða”