mánadagur 9. januar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 6 - 9. januar 2006
- Higartil í ár hava vit
tikið ímóti teimum
1.000 tonsunum, sum
Christian í Grótinum
og Norðborg høvdu,
og nú skipini
væntandi koma
innaftur at landa,
vóna vit, at tey enda
túrin í Fuglafirði, siga
tey á Havsbrún
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Svartkjaftaskipini
hava
seinastu dagarnar roynt á
markinum millum Føroyar
og Hetland.
Havsbrún í Fuglafirði
fekk fyrstu lastirnar í síðstu
viku. Tað vóru Christian í
Grótinum og Norðborg, sum
vóru inni við umleið 1000
tonsum tilsamans.
Sprongdist
Tá ið skipini komu suður
aftur á leiðirnar, fekk Christ
ian í Grótinum eitt so stórt
hál, at trolposin sprongdist.
Síðan hava teir hava tvey
onnur hampiliga góð hál.
Fiskiskapurin á leiðini er
minkaður, nú hann rættiliga
hevur øtlað veðrið. Veðrið
spælir nógv inn, tá ið ræður
um svartkjaftaveiði.
Í løtuni er illveður á leið
unum, og tað er ikki royn
andi sum er. Men hann
sigur frægari veður í kvøld,
og síðan sigur hann aftur
veksandi vind.
Skipini ætla tískil at royna
til í morgin, og síðan leggja
tey væntandi leiðina til
lands.
Jupiter sleipaður
Á Havsbrún vistu tey í morg
un at siga, at Finnur Fríði
hevur útvið 2.000 tons inni,
og Tróndur í Gøtu hevur eini
800 tons.
Jupiter hevur eisini verið
har suðuri á leiðini, men
teir fingu maskinskaða, og
Brimil hevur sleipað skipið
á Skála.
Høgaberg er í løtuni í
dokk á Skála.
Á Havsbrún siga tey seg
vóna, at skipini, sum nú
royna har suðuri á leiðini,
koma hendan vegin at
landa.
- Higartil í ár hava vit
tikið ímóti teimum 1.000
tonsunum, sum Christian
í Grótinum og Norðborg
høvdu, og nú skipini vænt
andi koma innaftur at landa,
vóna vit, at tey enda túrin í
Fuglafirði, siga tey á Havs
brún.
Einki nýtt
um Grana
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri ljóðaði, at Eirik
ur Olsen, sum eigur línu
skipið, Grana á Tvøroyri,
skuldi hava selt skipið til
Klaksvíkar.
Tað ljóðaði eisini, at
reiðaríið, JFK-Trol, sum
frammanundan eigur
flakavirkið Kósina, skuldi
vera keypari.
Tá ið vit høvdu Eirik
í telefonini í morgun,
vildi hann ikki vátta hesi
tíðindi.
Einki avgjørt
- Nei, enn er einki avgjørt.
Nú fáa vit at síggja,
hvussu verður, tá ið vit
koma heim aftur.
Grani var staddur eyst
anfyri, tá ið vit høvdu
skiparan í telefonini í
morgin.
- Vit draga – og her er
ódnarveður. Lat okkum
tosa saman, tá ið vit koma
heimaftur, segði Eirikur
Olsen, skipari.
Svartkjaftaskipini royna á mark-
inum millum Føroyar og Hetland
Jógvan Fagraklett,
formaður í felagnum
Føroyskir Fiskimenn
Uttanlands, harmað
ist á aðalfundinum
um, at telefonstuðulin
er avtikin – uttan, at
myndugleikarnir hava
sett seg í samband við
felagið, sum varðar
av fiskimonnum
uttanlands
Aðalfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri hevði felagið, Før
oyskir Fiskimenn Uttanlands,
aðalfund.
Formaður felagsins, Jógv
an Fagraklett, greiddi frá
um samdøgursfrádráttin,
har hesin eftir fund við
landsstýrismannin í fíggj
armálum, Bárð Nielsen, er
hækkaður við virkni frá 1.
januar 2005.
Jógvan fanst tó at, at
dagatalið, sum er ásett í
kunngerðini, er ein forðing,
sum virkar darvandi fyri
avloysarar.
Á aðalfundinum kom eis
ini fram, at nú er møguligt
at tryggja seg í ALS við at
rinda 3.000 krónur um árið,
har Føroyar hava dupult
skattaavtalu.
Jógvan greiddi eisini
frá, at um tú vendir tær til
sjúkrakassan í viðkomandi
øki, fært tú eitt skjal at vísa
fram hjá lækna ella tann
lækna í norðurlondum og
stóra Bretlandi.
Annars harmaðist for
maðurin um, at menn
ikki sýna felagnum meiri
áhuga.
Hann helt, at skal felagið
gera nakað munagott, krevst,
at felagið hevur ein stóran
limaskarða, tí limagjaldið
er bert slakar 17 krónur um
mánaðin ella 200 krónur um
árið.
Jógvan Fagraklett harm
aðist eisini um, at telefon
stuðulin er avtikin – uttan,
at myndugleikarnir hava sett
seg í samband við felagið,
sum varðar av fiskimonnum
uttanlands.
Hann helt, at grundgev
ingarnar hjá Bjørn Kalsø
fyri avtøkuni samsvara ikki
við tað, sum fiskimenn uttan
lands kenna til.
Eftir formansfrágreiðing
ina var nevndarval:
Í gomlu nevndini sótu:
Jógvan Fagraklett, formaður,
Erhard Muller, næstformaður
og Jóhan Hansen.
Í desember tók Erhard seg
úr nevndini,
og varamaðurin, Høgni W.
Høgnesen, tók sæti.
Nýggja nevndin í felagnum
er nú henda:
Fyri Danmark: Jógvan
Fagraklett, formaður og
varamaður er Jákup Súni
Jacobsen.
Fyri Noreg: Høgni Waag
Høgnesen og varamaður
Absalon E. Hansen.
Fyri Kanada: Jóhan Han
sen og varamaður William
Hansen.
Føroyskir Fiskimenn Uttanlands:
Neyðugt við fleiri limum
Higartil í ár hevur Havsbrún tikið ímóti 1.000 tons av svartkjafti frá Christiani í Grótinum og Norðborg. Á virkinum vænta tey
sær meira svartkjaft, sum hendan vikan líður
Mynd: Yngve Olsen
- Vit mugu hava fleiri limir, um felagið skal kunna gera nakað munagott fyri føroysku
fiskimenninar í øðrum londum, sigur formaðurin í felagnum hjá fiskimonnum uttanlands