mánadagur 9. januar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 6. januar 2006
17
Hetta eru sangir, sum
snúgva seg um kjarnina í
kristinlívinum – Golgata,
viðurskifti okkara við Gud
og náði hansara.
Sum dømi um hesar sang
ir, og sum eisini verða við á
nýggju fløguni nevnir Eyðun
hesar: Ein undurkelda man
líða; Jesus, halt meg við tín
kross; Um friður sum flóðin
og Tá ið son sín Gud skal
senda.
Á fløguni verða 9 sangir
av eldri og yngri uppruna,
eins og tríggir heilt nýggir,
sum Eyðun eigur sín lut í.
Tann eina sangin hevur
hann gjørt bæði orð og lag
til. Ein annan sang eigur
hann lagið til, meðan Sámal á
Toftini eigur orðini, og triðja
av hesum sangum hevur
dóttir Eyðun, Kristina gjørt
bæði orð og lag til. Saman
við hinum báðum systrum
sínum, Heidi og Birgit lut
taka tær allar somuleiðis á
fløguni.
Hesin
sangurin
hjá
Kristinu verður samstundis
tittullagið á fløguni: Eg eigi
ein vin!
Gamalt hugskot
Tað tekur altíð sína tíð at
geva út eina slíka fløg, tí
langt er frá hugskoti til veru
leika.
Henda veruleika kann Eyð
un eisini skriva undir uppá.
– Hugskotið til hesa fløg
una byrjaði at koma fram
fyri einum ári síðani.
– Men ikki fyrrenn miku
dagin fóru vit av álvara undir
sjálvar upptøkurnar til hesa
fløguna. So tú kanst ætla, at
eg eri spentur til fløgan skal
koma út, sigur Eyðun.
Fløgan skal fløva
Kendi svenski
trummuspælarin,
Claes Anderhell
leggur tónlistarliga
botnin á nýggju
fløguna
Fløga
Gongur sum Eyðun og fram
leiðarin Kristoffur Mørkøre
ætla, so skal fløgan koma
á føroyska marknaðin um
tveir mánaðir.
Fyri Eyðun er tað av stór
um týdningi at orðini eru góð
og sigandi; at teir umsettu
sangirnir eisini halda mát,
og at løgini skulu vera góð
og byggja upp undir sjálvan
tekstin.
Hinvegin – sum tónleik
ari, so veit hann eisini at
tónleikurin hevur stóran
týdning fyri eina fløgu.
Og tí ætlar hann ikki at her
skal slakast upp á krøvini á
nakran hátt.
Kend nøvn
Fyri at tryggja sær ein góðan
botn í fløguna – bæði prakt
iskt og ikki minst tónlistar
liga – so hevur hann fingið
fatur á einum av allarfremstu
trummuspælarunum
í
Svøríki, fyri ikki at siga í
Norðurlondum.
Talan er her um svian
Claes Anderhell, sum er
freelanse tónleikari, og
sum hevur spælt saman við
teimum kendastu nøvnun
um innan norðurlendskan
tónleik.
Hann hevur m.a. spælt
saman við svensku bólkun
um Jerusalem og Viking
arna, og hevur spælt nógv
saman við Svend Ingvards.
Hann hevur somuleiðis
spælt trummur saman við
Carolu, Lill Lindfors og
Hanne Boel, bara fyri at
nevna nakrar av kendu norð
urlendsku sangfuglunum.
Fyrr í vikuni kom hann
so til Føroyar har hann skal
spæla trummur á fløguni hjá
Eyðun. Hetta er samstundis
fyrsta ferðin, hann er her í
landinum, men kanska ikki
tann seinasta.
Claes verður liðugur við
sínar upptøkur í dag, og í
næstu viku skal so bassurin
spælast inn.
Síðani verður restin av tón
leikinum og sangurin tikin
upp, og í mars mánaði fáa
vit so høvið at hoyra sangin,
tónleikin og framleiðsluna
savnaða á fløguni ”Eg eigi
ein vin”.
Tónleikurin skal vera í lagi
Claes Anderhell er kendur trummuspælari. Ætlanin var upprunaliga, at upptøkur hansara
skuldu gerast í Svøríki. Men tá hann fekk fyrispurningin um at koma til Føroyar var eingin ivi:
Hóast hann hevur nógv at gera, so var gjørligt hjá Claes at seta nakrar dagar av til at koma
higar
Kristoffur Mørkøre er
framleiðari av hesi nýggi
fløguni, sum kemur í mars
mánaði. Umframt hetta, so
skal hann m.a. eisini spæla
bassin