mánadagur 9. januar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Føroyar og Noreg
hava nú undirskrivað
sínámillum fiski
veiðiavtalu fyri 2006,
og seravtalur um
atgongd eru gjørdar
um makrel-og
svartkjaftaveiði hjá
hvørjum øðrum
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Umsíðir spurdist semja burt
ur úr samráðingunum um
sínámillum fiskiveiðiavtalu
millum Føroyar og Noreg á
fundinum í Keypmannahavn
í farnu viku. Hesar samráð
ingar vóru annað umfar
millum londini bæði fyri at
fáa avtaluna fyri 2006 undir
land.
Eftir samráðingar í Keyp
mannahavn í 2-3 dagar,
gjørdist úrslitið, at partarnir
kundu undirskriva nýggjan
fiskiveiðisáttmála millum
londini.
Føroyar og Noreg hava
síðani 1977 havt eina síná
millum avtalu um fiskiveiði,
sum hevur til endamáls at
tryggja og menna eitt breitt og
fjølbroytt fiskiveiðisamstarv
landanna millum.
Makrelur
Í Fiskimálaráðnum verður
sagt, at ein tann størsta broyt
ingin í avtaluni fyri 2006 er,
at gjaldið fyri atgongd hjá
føroyingum at fiska sína
makrelkvotu í norskum
sjógvi ikki longur er ein
partur av avtaluni.
- Í fleiri ár hava Føroyar
verið noyddar at gjalda fyri
atgongd at fiska sín part av
makreli í norskum sjógvi.
Men nú hava londini bæði
gjørt eina seravtalu um
atgongd at fiska ávísar partar
av sínari strandalandskvotu
av makreli hvør hjá øðrum.
Fyri at varðveita javnvágina
í avtaluni, nú gjaldið fyri
atgongd ikki longur er eitt
element í avtaluni, hava Før
oyar fingið 2.743 tons av
makreli aftrat, sum fyrr varð
latið Noregi.
Fiskimálaráið sigur, at
Føroyar nú kunnu fiska til
samans 3% av heildarkvotuni
fyri makrel í norskum
sjógvi. Í 2006 svarar hetta til
13.260 tons samanborið við
tey umleið 8.500 tonsini av
makreli, sum vit kundu fiska
í norskum sjógvi í 2005.
Noreg fær atgongd til at
fiska 1,5% av heildarkvotuni
í føroyskum øki, og hetta
svarar til 6.630 tons í 2006.
Svartkjaftur
Ósemjan um kravið hjá
Noregi at fáa atgongd til
at fiska sín part av stranda
landskvotuni av svartkjafti
í føroyskum øki, setti sín
dám á samráðingarnar um
fiskiveiðiavtaluna hesaferð.
Hetta var eisini høvuðsor
søkin til, at eingin semja
fekst á fundinum í Oslo í
desember.
- Men eins og við makrel
inum, eru Føroyar og Noreg
nú eisini samd um eina
seravtalu um atgongd at
fiska svartkjaft hjá hvørj
um øðrum. Noreg fær høvi
at fiska 4% av stranda
landskvotuni av svartkjafti
í føroyskum sjógvi, tó í
mesta lagi 60.000 tons, og
Føroyar fáa atgongd at fiska
2% av strandalandskvotuni
í norskum øki, ella í mesta
lagi 30.000 tons. Sum av
leiðing av seravtaluni fer
svartkjaftakvotan, sum Før
oyar hava havt í norskum
sjógvi, úr 16.800 tonsum
niður í 2.000 tons, og norska
svartkjaftakvotan í føroysk
um sjógvi fer úr 36.200 tons
um niður í 20.800 túsund
tons.
Botnfiskur
Samlaða botnfiskakvotan í
norskum sjógvi komandi ár
er í høvuðsheitum óbroytt í
mun til 2005.
- Toskakvotan í Barents
havinum verður varðveitt
á sama støði, hóast heildar
kvotan er minkað nakað,
og kvotan á hýsu fer upp
við 270 tonsum, sigur Fiski
málaráðið.
Makrelurin hevur stóran
týdning fyri føroysku
nótaskipini
Mynd: Jens Kr. Vang
Noreg fær
heldur minni
av botnfiski
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í tíðindaskrivinum, sum
Fiskimálaráðið hevur sent
út eftir fiskiveiðisamráð
ingarnar við Noreg,
stendur einki um norsku
botnfiskakvotuna undir
Føroyum, sum felagið
Línuskip ynskir, har pipar
ið grør.
Av misgávum
Andrass Kristiansen, sam
ráðingarleiðari, ásannar,
at hesin parturin av mis
gávum ikki er við í tíð
indaskrivinum.
Hann sigur, at norska
botnfiskakvotan undir
Føroyum er minkað eitt
lítið vet í mun til kvotuna
seinasta ár.
Noreg hevði loyvi at
fiska tilsamans 5.410
tons í fjør, men í ár er
talið 5.267 tons.
- Hetta er sostatt ein
lítil minking í norsku
botnfiskakvotuni undir
Føroyum, staðfestir sam
ráðingarleiðarin.
Longa og brosma
Andrass sigur, at tað,
sum norðmenn í fyrsta
lagi hava loyvi at fiska
undir Føroyum, er longa
og brosma.
- Í fjør kundu norsk
skip eisini fiska eina
minni nøgd av svartkalva
og havtasku, men hesi
fiskasløgini eru tikin burt
ur úr avtaluni í ár, sigur
hann.
12 norskir línubátar
kunnu fiska á djúpum
vatni undir Føroyum í
senn, og sambært Fiski
málaráðnum, eru fýra
bátar komnir higar at
royna, nú fiskiveiðiavtalan
millum londini bæði er
komin upp á pláss.
Trupult í Oslo
Samráðingarnar millum
londini vóru á embætis
mannastigi, har sam
ráðingarfólkini høvdu
fingið nakrar heimildir
frá myndugleikunum at
samráðast út frá.
Andrass Kristiansen
sigur, at samráðingarnar
í Oslo í desember vóru
strævnar, men betur gekst,
nú partarnir hittust aftur í
Keypmannahavn.
Nr. 6 - 9. januar 2006
17
Nýggjur fiskiveiðisáttmáli:
Beint eftir nýggjár komu hesi bæði norsku línuskipini á Havnina at bíða eftir nýggju fiskiveiðiavtaluni millum Noreg og Føroyar. Í Fiskimálaráðnum siga tey, at fýra
norsk línuskip nú eru undir Føroyum. Kvotan hjá teimum er minkað eitt lítið vet í mun til seinasta ár
Mynd: Vilmund Jacobsen
Seravtalur um atgongd at
fiska makrel og svartkjaft