Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 5 - 6. januar 2006 Nú hevur tú møguleika at vera við á einum skeiði fyri bólkar, har tú leggur av at roykja. Roykisteðg-skeiðið verður fyriskipað av roykiavvenj- arum á Suðuroyar Apoteki og er skipað soleiðis: Í hvørjum bólki verða uml. 8-10 luttakarar. Vit møtast 5 onskvøld yvir uml. 6 vikur og hvør kvøldfundur er uml. 2-3 tímar. Byrjað verður onskvøldið 18. januar og síðani møt- ast vit hvørt onskvøld næstu vikurnar. Skeiðið endar onskvøldið 22. februar. Miðskeiðis í skeiðnum verð- ur dagurin ásettur, tá ið tú skalt leggja av at roykja! Kostnaðurin fyri skeiðið er 1000,- kr. og tilmelding fer fram á Suðuroyar Apoteki. Hevur tú fyrispurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja á Suðuroyar Apotek og spyrja eftir einum roykiavvenjara. Suðuroyar Apotek 800 Tvøroyri Tlf. 371076 Suðuroyar Apotek Innskriving til 1. flokk Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár verður í sangstovu skúlans mánadagin 9. januar kl. 13.00. Fuglafjarðar skúli Kom og arbeið hjá okkum! Dagstovnurin í Hoyvík søkir eftir peda- gogum til vøggustovu og barnagarð Øll størvini eru farloyvisstørv • 1 pedagogur til vøggustovu at byrja 1. februar ella eftir avtalu, 35 tímar um vikuna. • 1 pedagogur til vøggustovu at byrja 1. februar 30 tímar um vikuna. • 1 pedagogur til barnagarð at byrja 1. februar ella eftir avtalu, 26 tímar um vikuna. Í okkara dagliga arbeiði leggja vit m.a. stóran dent á: • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn, soleiðis at tey ekkaleys kunnu fara til arbeiðis og vita sær, at børnini eru í góðum hondum • At vit seta okkum inn í støðuna hjá tí einstaka barninum • At skapa fjølbroyttar menningarmøguleikar í einum kreativum umhvørvi. • At hava eitt gott foreldra- og starvsfólkasam- starv. Dagstovnurin í Hoyvík liggur í einum sera náttúruríkum og avbjóðandi umhvørvi tætt við haga og fjøru. À stovninum eru 75 spennandi og forvitin børn í aldrinum 0-7 ár. Stovnurin er skipaður í trý hús, við einari vøggustovu og einum barnagarði í hvørjum húsi. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og Føroya Pedagogfelag. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera stovninum í hendi í seinasta lagi 23. januar 2006. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til: Dagstovnin í Hoyvík Vegurin Langi · 188 Hoyvík Onnu Mariu ella Eddu Tlf. 317319, 217318 ella 317452 lok. 10 ella 12 Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Írestandi skattur og AM-gjald 2005 Freistin at gjalda írestandi skatt og írestandi AM-gjald fyri skattaárið 2005 er 31. januar 2006. Verður goldið innan henda dag, slepst undan eykagjaldinum á 4%. Útrokningarforrit er at finna á heimasíðuni www.tollskatt.fo Eisini ber til at rokna írestandi skattin út í bóklinginum ”Skattinum 2005”, ið øll húski fáa í januar 2006. Tá skatturin verður goldin, skal viðmerkjast: p-tal og ”Skattur 2005”. Gjaldið skal setast inn á eina av hesum kontum hjá Føroya Gjaldstovu: Føroya Banki 6460 260.005.8 Føroya Sparikassi 9181 185.012.3 Norðoya Sparikassi 9865 185.016.9 Suðuroyar Sparikassi 9870 100.090.0 á Argjum, 6. januar 2006 Hús til leigu Hús í góðum standi í Syðrugøtu til leigu frá 1. februar. Tlf. 503092 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 4126 Navn: Sp/f Hamarsgarður Adressa: Eynar Martin Kjærbo 220 Skálavík Kommuna: Skálavíkar Stovningardato: 30-12-2005 Viðtøkudato: 30-12-2005 Stovnarar: Eynar Martin Kjærbo, 220 Skálavík Stjórn: Eynar Martin Kjærbo, 220 Skálavík, (stjóri) Grannskoðari: P/F Grannskoðaravirkið Inpact, statsaut. revisorar, R. C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn Partapeningur: kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 80.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi, sum knýtir seg til raksturin av festi og annað virksemi í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.07 - 30.06 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2005 - 30.06.2006 Skráseting Føroya tann 04. januar 2006 Kristin Balle ________________________ -so eru tit við!