mánadagur 9. januar 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2006
19
Óvanliga kalt
í Asia
Tað hevur verið óvanliga
kalt í stórum pørtum av
Asia í seinastuni, og kuldin
hevur eisini kravt fleiri
mannalív. Kuldin kemur úr
Sibiria, og veðurmenninir
vænta onga broyting enn.
Har norðuri í India eru
umleið 100 fólk deyð tær
báðar seinastu vikurnar. Í
høvuðsstaðnum New Dehli
hava verið 0,2 stig, og so
kalt hevur tað ikki verið
har tey seinastu 50 árini.
Í grannalandinum Bangla
Desh hevur kuldin kravt
umleið 20 mannalív.
Í Kina hava myndug
leikarnir flutt fleiri hundr
aðtúsund fólk burtur, og
í landspartinum Xinjiang
hava veðurstøðirnar mátað
niður í heili 43 kuldastig.
So kalt hevur btað ikki ver
ið í Japan, men har hevur
tað kavað so illa sum neyv
an nakrantíð fyrr. Kuldin
hevur kostað 63 japanum
lívið, og stjórnin hevur sett
hermenn at grava kava, so
fólk kunnu koma vegin
fram. Her norðuri í land
inum eru hermenn eisini
settir at grava kava oman
av húsatekjum, tí vandi er
fyri, at tær kunnu hoykna
undan tí nógva kavanum.
Bjartskygni í
vinnulívinum
Vinnulívsleiðarar í Evropa
og Japan halda, at útlitini
fyri 2006 eru góð, og at
tað fer at geva fleiri arbeiðs
pláss og veksandi eftir
spurning, skrivar Reuter.
Í Evropa eru tað serliga
tænastufyritøkurnar, sum
vænta vøkstur í ár, og tey
seinastu hagtølini vísa eis
ini, at vøksturin nú er tann
størsti í tvey ár, og at nógv
nýggj arbeiðspláss eru
komin í tænastuvinnuni. Í
Japan er tað harafturímóti
ídnaðurin, sum væntar
sær nógv burtur úr nýggja
árinum, og hagtølini har
vísa eisini vøkstur ta sein
astu tíðina.
Eisini í USA eru tekin um
framburð í búskapinum,
men tað fer neyvan at geva
fleiri nýggj arbeiðspláss.
Roknað verður við, at
arbeiðsloysið har verður
um fimm prosent í ár.
Vil tosa við
Taliban
Forsetin í Afghanistan,
Hamid Karai, sigur seg
nú vera til reiðar at hitta
Taliban-leiðaran mullah
Omar, men sjálvur væntar
hann ikki, at Taliban-
leiðarin fer at taka av til
boðnum. Omar hevur fjalt
seg, síðani Taliban varð
rikið frá valdinum á heysti í
2001, og USA hevur lovað
at gjalda finningarløn, verð
ur hann tikin.
– Vit vilja fegin lurta
eftir, hvat hann hevur at
siga, men eg vænti ikki,
at hann kemur. Vit vita
ikki, hvar hann fjalir seg,
men vit vilja fegin tosa við
hann, segði Karzai í einari
samrøðu í gjár.
Í samrøðuni nam hann
eisini við ta stóru rús
evnisframleiðsluna
í
Afghanistan. Hann segði,
at teir nógvu rúsevnispeng
arnir eru ein hóttan ímóti
tí almenna búskapinum
og landsins fullveldi.
Sambært forsetanum er
rúsevnisframleiðslan ein
størri hóttan enn yvir
gangsmenninir, og hann
hartar tey útlendsku brots
mannaliðini, sum leggja
trýst á teir afghansku
bøndurnar fyri at fáa teir
at dyrka opium.
Mynd: Reuters
Úlvur doyði av
hundasjúku
Amerikanskir granskarar
undrast á, at 47 av teimum
69 úlvahvølpunum, sum
vórðu lagdir í Yellowstone-
náttúrulundini í fjør, doyðu
stutt eftir. Hetta er størsta
fellið í Yellowstone seinastu
ellivu árini.
Nú halda granskararnir,
at hvølparnir doyðu av
sjúkuni parvo virus, sum er
ein hundasjúka, og teir hava
gjørt av at taka blóðroyndir
av fleiri úlvum fyri at fáa
staðfest, um metingin er
røtt.
Doug Smith, sum hevur
ábyrgdina av úlvunum í
Yellowstone, sigur við
AP, at tað stóra fellið
er ein álvarssom hóttan
ímóti úlvunum har, og at
tað er umráðandi at finna
orsøkina.
Andar
sjálvur
Ísraelæski forsætisráðharrin,
Ariel Sharon, hevur sjálvur
drigið andan, síðani
læknarnir fóru undir at
skerja doyvingina í morgun.
Leiðslan á Hadassah-
sjúkrahúsinum sigur, at tað
kann taka tímar ella dagar at
taka alla doyvingina burtur,
og ikki fyrr enn tá fæst at vita,
hvønn skaða heilin hevur
fingið av bløðingini
Mynd: Reuters
Seinasta hósmorgun
sakk ein lítil franskur
trolari í Ermasundi,
og fransmenn vilja
vera við, at eitt
farmaskip sigldi hann
niður
Samanstoytur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fýra av teimum fimm monn
unum sjólótust, tá franski
trolarin ”Klein Familie” sakk
hósmorgunin í síðstu viku.
Trolarin var úr Cherbourg,
og har eru menn ikki í iva
um, at tað var farmaskipið
”Sichem Pandora”, sum
sigldi trolaran niður, og
at skipið helt leiðina fram
uttan at steðga. Kanningar
av skipinum avdúkaðu reyða
máling ein metur niðan fyri
vatngangin, og fransmenn
halda uppá, at málingin stav
ar frá trolaranum. Tí hava
fronsku myndugleikarnir
gjørt av at leggja hald á
skipið eftir kravi frá teimum
avvarðandi.
”Sichem Pandora” er skrá
sett á Malta, men tað er Oslo-
felagið Carmillo Eitzem,
sum rekur tað. Danska
felagið Tesma holding er
dótturfelag hjá Carmillo
Eitzen, og stjórin í danska
felagnum, Claus Thornberg,
sigur við Aftenposten, at har
hava tey einki ímóti, at málið
verður kannað. Hann vísir tó
á, at manningin á ”Sichem
Pandora” hevur avsannað,
at skipið sigldi á franska
trolaran.
Fronsku myndugleikarnir
hava ikki lagt seg út í málið
enn. Teir siga, at teir fara fyrst
at bíða eftir kanningunum,
sum skulu vísa, um málingin
á ”Sichem Pandora” stavar
frá ”Klein Familie”. Vrakið
av trolaranum skal eisini
kannast.
Bretski generalurin
Michael Rose heldur,
at Tony Blair eigur
at koma fyri ein
ríkisrætt í sambandi
við kríggið í Irak
Bretland
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Politikararnir eiga at standa
til svars fyri tað, teir hava
gjørt, og sjálvur haldi eg, at
forsætisráðharrin eigur at
koma fyri ein ríkisrætt. Tað
hevði fingið politikararnar
at aftra seg við at draga land
ið upp í eitt kríggj eina aðru
ferð.
Tað sigur bretski gene
ralurin Michael Rose við
blaðið Mail on Sunday. Gene
ralurin, sum var ovasti fyri
ST-deildunum í Sarajevo í
Bosnia í nítiárunum, sigur,
at hann hevði í hvussu er ikki
valt at fara í kríggj á einum
so tunnum grundarlagi, sum
bretska stjórnin hevði, tá hon
gjørdi av at fara í kríggj við
Irak.
Fyri einum góðum ári
síðani skutu 23 parlaments
limir upp at leggja ríkis
rættarsak ímóti Tony Blair.
Uppskotið fall, men tað
vakti kortini stóran ans, tí
eitt tílíkt uppskot hevur ikki
verið í parlamentinum tey
seinastu 198 árini.
UTTAN ÚR HEIMI
Sigldi trolara niður og rýmdi
Blair eigur at koma fyri ríkisrætt
Michael Rose, generalur, vil hava Blair fyri ein ríkisrætt
Mynd: Reuters