Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 6. januar 2006 19 UTTAN ÚR HEIMI Skulu fylgja offrunum Tey bæði næstu árini fara granskarar at fylgja við umleið 2.000 av teimum, sum noyddust at flýggja úr amerikonsku suðurstatunum undan ódnini „Katrinu“. Endamálið er at kanna, hvussu lætt ella trupult fólk hava við at seta búgv aðrastaðni og at byrja av nýggjum. Ronald Kessler, sum stendur fyri kanningini, sigur við AP, at tey fara at tosa við fólk triðja hvønn mánað fyri at halda eyga við teirra sálarligu, likamligu og fíggjarligu viðurskiftum, samstundis sum ætlanin er at fylgja við, um fólk hava funnið sær nakað at búgva í, og um tey hava funnið skúlar til børnini. Minst ein millión fólk máttu fara frá húsi og heimi, tá „Katrina“ herjaði amerikonsku suðurstrondina. Gransk­ ar­arnir, sum arbeiða á lærda Harward-háskúlanum, ætl­a at brúka 1.000 fólk úr New Orleans og onnur 1.000 úr statunum Louisiana, Alabama og Mississippi í kanningunum. Granskararnir vísa á, at í teimum trimum statunum máttu fólk flýggja, tí ódnin oyðilegði hús teirra, meðan tað var vatnflóð, sum rak fólk í New Orleans frá húsi og heimi. – Ein ódn er „Guðs verk“, meðan vatnflóðin í New Orleans var úrslit av vánaligari politiskari stýring, sigur Ronald Kessler. Skrivar endurminningar Kjell Magne Bondevik, sum noyddist frá sum norskur forsætisráðharri í heyst, fer at geva sínar endurminningar út í bók. Aftenposten skrivar, at tað stóra forlagið Asche­ houg hevur boðið sæt til at geva bókina út. Forlagið hevur latið Bondevik eitt skrivstovuhøli, og har situr hann um dagarnar og tosar endurminningarnar inn á band. Starvsfólk hjá forlagnum skriva so upptøkurnar inn á teldu. Tann 58 ára gamli Bondevik hevur verið politikari í 33 ár, og hann hevur eina rúgvu av skjølum, sum hann noyðist at hyggja í, nú hendingarnar skulu festast á band og síðani á blað. Kjell Magne Bondevik var ráðharri í stjórnunum hjá Kåre Willoch og Jan P. Syse, og sjálvur var hann forsætisráðharri í tveimum skeiðum - fyrru frá frá 1997 til 2000 og seinnu ferð frá 2001 til 2005. Lakari hjá Volvo og Saab Árið í fjør royndist ikki so væl hjá svensku bilverk­smiðj­ unum Volvo og Saab, sum leiðslurnar høvdu ætlað. Volvo seldi 443.947 persónbilar, og tað var 12.000 færri enn árið fyri. Saab seldi 128.000 bilar, og tað var á leið tað sama sum í 2004. Hjá Volvo var tað serliga tann amerikanski marknaðurin, sum sveik. Í fjør keyptu amerikanararnir 123.575 Volvo- bilar, og tað var umleið 11 prosent færri enn árið fyri. Christer Gustafsson, kunningarstjóri, sigur, at kappingin á amerikanska marknaðinum hevur verið ógvuliga hørð. Tað hevur gjørt, at fleiri verksmiðjur hava lækkað prísirnar, men tað vil Volvo ikki gera, og tí minkaði sølan. Harafturímóti vaks sølan á svenska heimamarknaðinum og í Týsklandi, Bretlandi, Italia, Spania og Russlandi. Størsti vøksturin var tó í Kina, og í fjør keyptu kinesarar tvær ferðir so nógvar Volvo-bilar sum í 2004. Dýr hús Nýggj hagtøl vísa, at húsaprísurin í Danmark hækkaði umleið 20 prosent í fjør, og tað er tað mesta, síðani farið varð undir at skráseta prísirnar fyri ellivu árum síðani, skrivar Ritzau. Ein orsøk til hækkingina er, at lutfalsliga færri hús vóru til sølu í fjør enn í 2004, men ein onnur orsøk er, at fólk hava havt meiri pengar at ráða yvir, samstundis sum rentan hevur verið í botni. Serfrøðingar eru á einum máli um, at príshækkingin fer at standa við í 2006, men at hon verður ikki so stór sum í fjør. Teir flestu vænta, at hækkingin verður umleið 10 prosent í 2006, men summir vænta, at hon verður nakað minni. Tann politiska støð­ an í Ísrael kann enda í ruðuleika, nú tað tykist greitt, at stólurin hjá Ariel Sharon verður standandi tómur Ísrael Árni Joensen: fartekst@mail.dk – Støðan er óbroytt, men enn vita vit ikki, hvørjar avleiðingar bløðingin fer at hava. Vit vita ikki, um hann verður førur fyri at flyta seg, ella um hann verður førur fyri at hugsa, og tað fáa vit heldur ikki at vita enn, sigur stjórin á sjúkrahúsinum, har Sharon liggur við andingartóli og vitleysur. Tann stóri spurningurin, sum ísraelsfólk, onnur í Miðeystri og leiðandi pol­ it­ikarar í USA og Evropa seta sær, er, hvussu heilsu­ støðan hjá Sharon fer at ávirka viðurskiftini í Miðeystri. Seinastu tíðina hevur støðan verið ótrygg í Gaza-geiranum. Nú er støðan í sjálvum Ísrael eisini ótrygg. Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, hevur boðað ísraelsku stjórnini frá, at hann harmast tað, sum er hent Sharon, og at hann stúrir fyri, hvat kann henda. Eygleiðarar siga, at hóast teir báðir vóru ósamdir um bæði eitt og annað, so vóru teir á ein hátt vinmenn. – Eg vóni tað besta, segði Abbas, tá hann varð spurdur um heilsustøðuna hjá sínum fyrrverandi erkafígginda. Umstríddur leiðari Men tað eru fá í tí arabiska partinum av Miseystri, sum fara at sakna Sharon á tí politiska pallinum. Minn­ini frá krígnum í Libanon og hópmorðunum í flóttafólkalegunum Sabra og Shatilla í 1982 verða framvegis havd á munni. Men tað var sami maður, sum gav palestinunum Gaza aftur eftir 38 ára herseting. – Sharon er tann einasti, sum kann fáa frið í lag, hevur egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, sagt. Hinir arabisku leiðararnir kunnu í hvussu er siga, at Sharon var í hvussu er ein, sum teir kendu. Á stjórnarfundinum í gjár stóð stólurin hjá Sharon tómur, og eingin veit, hvør kemur í hann, ella hvussu framtíðin verður. – Vit tosa um eitt heilt nýtt tíðarskeið - um tíð­ina eftir Sharon, segði and­ støðupolitikarin Tommy Lapid í gjár. Sharon var ein óvan­ liga sterkur leiðari og nógv sterkari enn enn eftir­maðurin, sama hvør hann verður, og sambært ísraelska tíðindamanninum Emmanuel Rosen hava ísra­ elsmenn orsøk til at stúra. – Tá ein ísraelskur leiðari kennir seg veikan, leggur hann á arabararnar, sigur Rosen. Aftur Netanyahu? At Sharon fer úr politikki er einki minni enn ein pol­ itiskur jarðskjálvti í Ísrael. Roknað varð við, at nýggi flokkur hansara fór at fáa 40 av teimum 120 sessunum í tjóðartinginum, og nógv væntaðu, at Sharon fór at taka nøkur týðandi stig í friðartilgongdini í næsta valskeiði fyri at tryggja sær eitt betri eftirmæli. Men tað letur seg ikki gera nú, og uttan hann fær tann nýggi flokkurin bara 13 tinglimir. Samstundis royna bæði Likud og Arbeiðaraflokkurin at fáa fatur á teimum, sum herfyri vendu flokkunum bakið og fóru í part við Sharon. Eygleiðarar í Ísrael siga, at eydnast tað Ar­beiðaraflokkinum at fáa tann gamla Shimon Peres uppíaftur, kann tað væl henda, at nýggi flokkurin hjá Sharon fer fyri bakka. Velur Benjamin Netanyahu samstundis at flyta seg nærri miðjuni, kann valið tann 28. mars seta hann í tann tóma stólin hjá Sharon. Men tað fer ikki at seta ferð á friðartilgongdina, held­ur tvørturímóti, siga eygleiðararnir. Kelda: Dagsavisen Ákæruvaldið í Kalifornia vil hava fatur á Cynthiu Sommers, tí tað heldur, at hon gav manni sínum eitur USA Árni Joensen: fartekst@mail.dk Løgreglan í San Dioego í Kalifornia ivast ikki í, at tann 32 ára gamla Cynthia Sommers myrdi mann sín, tann 23 ára gamla hermannin Todd Sommers, fyri trimum árum síðani. Løgreglan vil eisini vera við, at Cynthia brúkti lívstryggingina hjá manninum til at fáa sær størri bringu. Tá Todd Sommers varð funnin deyður, staðfesti lík­ skoðarin, at hann var deyður av hjartaslagi. Men tá líkið bleiv kannað av nýggjum, vísti tað seg, at maðurin var deyður av arsenikeitran. Løgregluni í San Diego heldur uppá, at Cynthia Sommers myrdi mannin, so hon kundi fáa fatur á lívstrygging hansara, sum var 1,6 millión krónur. Grannar hennara hava greitt frá, at stutt eftir fekk hon sær størri bringu, og at hon helt fleiri veitslur fyri skyldfólki og vinfólki. Cynthia Sommers býr nú í Florida, men myndugleikarnir í Kalifornia vilja hava hana útflýggjaða. Kemur hon fyri rættin í San Diego, kann hon fáa deyðarevsing. Myrdi mannin og brúkti tryggingina til bróstviðgerð Tómur stólur í Miðeystri Stólurin hjá Ariel Sharon stóð tómur, tá ísraelska stjórnin helt fund í gjár. Ehud Olmert, varaforsætisráðharri, røkir fyribils stjórnarleiðarastarvið