mánadagur 9. januar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 6 - 9. januar 2006
Sørvágur: Nú skal gerast
nakað ítøkiligt fyri at fríðka
um tær vestastu bygdirnar í
Føroyum.
Á fíggjarlógini fyri í ár
hevur bygdaráðið í Sør
vágs kommunu samtykt
at játta pening til fríðkan
av teim fýra bygdunum í
kommununi – Sørvági, Bø,
Gásadali og í Mykinesi.
– Hetta er sjálvandi nak
að, sum aðrar kommunur í
roynd og veru gera hvørt
einasta ár.
– Men tað er sera
jaligt, at bygdaráðið sær
møguleikan í at gera serlig
átøk hetta komandi árið,
sigur borgarstjórin, Jákup
Suni Lauritsen.
Til tess at røkka hesum
máli hevur bygdaráðið
somuleiðis samtykt at setast
skal ein laðingarmaður til
hetta.
sb.
Hoyvíksvegur 59 · Postsmoga 3118 · 110 Tórshavn
Tel. 31 45 55 · fax 31 80 26 · hestoy@foroyaprent.fo
Føroyaprent fer nú at menna
marknaðar- og søluarbeiðið, og
søkja vit tí eftir søluleiðara. Tú
skalt, saman við tilboðsroknarum
og virkissamskipara, styrkja tey trý
grundleggjandi virðini hjá okkum,
sum eru: rættur prísur, góðska og
levering til tíðina.
Vit hugsa okkum, at tú:
•
helst hevur eina viðkomandi
útbúgving innan sølu og
marknaðarføring
•
hevur royndir við B2B sølu
•
hevur lætt við at samskifta við
viðskiftafólk og starvsfelagar
•
dugir at orða teg í talu
og á skrift
•
hevur lætt við at koma
í samband við fólk
•
hevur áræði, ert álítandi,
nærlagdur og dugir at
arbeiða sjálvstøðugt
•
at títt fremsta mál er at fáa
kundarnar at kenna seg nøgdar
Ábyrgdarøki
Sum søluleiðari hevur tú ábyrgd
av allari sølu og marknaðarføring,
tað verður tín uppgáva at styrka
sambandið við viðskiftafólk okkara,
eins og tú skapar samband við
nýggjar kundar.
Fram um alt skalt tú virka undir
tí grundleggjandi treytini: Eitt orð
er eitt orð.
Arbeiðsviðurskifti
Á Føroyaprent bjóða vit tær eitt
mennandi umhvørvi. Tú fært eitt
avbjóðandi starv, sum er at menna
størsta grafiska virkið í Føroyum.
Málið er sjálvandi ein sunnur øktur
umsetningur. Tú fert at virka undir
stjóranum og í okkara leiðslubólki
Løn sambært avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjørdar
í trúnaði.
Vilt tú vita meira, so ring til Jon
Hestoy, stjóra, á telefon 59 45 55.
Umsóknarfreist 22. januar 2006
Skrivlig umsókn við CV
verður at senda til:
Pf. Føroyaprent
att.: Jon Hestoy
Postsmoga 3118 - 110 Tórshavn
Søluleiðari
Zarepta: Í hesum døgum
vitjar trúboðarin Sebastian
Edelmann í Føroyum.
Sebastian hevur arbeitt í
22 ár við Child Evangelism
Fellowship (CEF), ið er
ein felagskapur, ið serliga
arbeiðir ímillum børn.
Hann hevur arbeitt í eystur
Týsklandi, Rumenia, Slo
vakia og Slovenia.
Í løtuni er Sebastian leið
ari hjá CEF í Ukraina og
Belarus, har meir enn 40
fulltíðararbeiðarar virka.
Hesir náa meir enn 50.000
børnum árliga. Í Týsklandi,
har Sebastian hevur búð
seinastu árini, hevur hann
eisini verið við at stovna
nýggja samkomu, sum í
dag hevur uml. 50 limir.
Sebastian vitjaði fyrstu
ferð í Føroyum í 2004,
og hevði hendan vitjanin
serligt tilknýti til legu
arbeiðið í Zarepta við ynski
um ráðgeving og stuðul úr
Føroyum. CEF arbeiðir við
legum fyri børn í Ukraina,
og visti onkur í leiðsluni
har um leguarbeiðið í Før
oyum.
Á hvørjum ári fer fram
innsavning millum legu
luttakararnar í Zarepta til
eina serliga verkætlan, ið
nevnist ”Hini”. Hendan
innsavning verður latin
til ymisk kristilig arbeiði
millum børn og ung uttan
lands.
Zarepta hevur tvey tey
seinastu árini latið tað, ið
savnað verður inn til hesa
serstøku verkætlanina hjá
CEF í vestara parti av
Ukraina.
Á ferðini í Føroyum
fara Sebastian Edelmann
og John í Skemmuni at
vitja nakrar samkomur
kring landið. Í annaðkvøld
vitjar hann samkomuna á
Tvøroyri, og síðani verður
vitjað í Klaksvík, Gøtu,
Eiði og í Runavík.
sb.
Serlig átøk at fríðka bygdirnar
Tiltak fyri ferðavinnuna
Hestur: Hóast bygdin í
mangar mátar hevur staðið
í stað í menningini, so eru
tað kortini ikki øll sum hava
mist vónina um at her skal
verða liviligt at búgva.
Í seinastu útgávuni av
útoyggjablaðnum ”Glóð
ini” verður tikið saman um
støðuna kring landið. Her
verður m.a. sagt, at í Hesti
er eingin fólkavøkstur og
at fólk sakna vinnuligt virk
semi í bygdini.
Tey sum búgva í bygdini
liva framvegis av landbúnaði,
útróðri, eins og nøkur ferðast
inn á meginøkið at arbeiða.
Hóast hesar døpru veru
leikar, so er kortini talan
um at fólk hava hug at fara
undir ymisk tiltøk, sum
kunnu menna ferðavinnuna
í oynni. Lítið ítøkiligt verður
sagt um hetta, men blaðið
slær kortini fast, at hetta
kann gerast byrjanin til størri
lokalt vinnuvirksemi.
sb.
Barnavinur vitjar samkomur
Hóast fólkið í Hesti kanska tykist mótfallið um framtíðina, so eru tað kortini ikki øll sum eru tað
Talið av fulltíðararbeiðs
leysum var í november
2005 gjørt upp til 1.027
fólk. Hetta eru á leið tað
sama sum fyri einum ári
síðani og 28 fleiri enn
mánaðin fyri.
Arbeiðsloysið minkaði
frá februar til juni, men hev
ur síðani tá verið rættiliga
støðugt við umleið 1.000
fulltíðararbeiðsleysum,
seinastu 4 mánaðirnar tó
við einum lítlum vøkstri.
Arbeiðsloysið hevur
alt tað seinasta árið, utt
an í januar og februar
verið minni enn 4% av
arbeiðsfjøldini, og hetta er
lágt samanborið við okkara
grannalond.
sb.
Arbeiðsloysið lítið broytt
Á hvørjum ári savna leguluttakarar á Zarepta (myndin) inn
til barnaarbeiði uttanlands. Nú er ein umboiðsmaður fyri
ein slíkan felagsskap á vitjan í Føroyum