Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 6. januar 2006 21 Nr. 5 • Fríggjadagur • 6. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Tromsø á NRK1 Leygardagin verður norska steypafinalan í mansflogbólti spæld. Annað av finaluliðunum er Tromsø, har Rúni Weihe og Bárður B. Mikkelsen hava sína dagligu gongd. Rúni verður tó ikki partur av finaludystinum móti Nyborg, nú hann hevur givið sær sjálvum barnsburðarfarloyvi, men fyri tað er lítil ivi um, at nógvir føroyingar hava áhuga í dystinum. Og sært tú NRK1, so ber eisini til at síggja, hvussu leikur fer. Dysturin sjálvur byrjar klokkan 15.00 før­ oyska tíð. NRK sendir kl. 14.30 ein samandrátt av kvinnufinaluni, og klokk­ an 14.40 verður so farið undir sendingina kring mans­finaluna. -mørk --- Súni venur aftur Saman við tveimum liðfeløgum er Súni Olsen nú av álvara farin undir aftur uppvenjingina Fótbóltur Jákup Mørk Mikudagin fór Jón Rói Jac­ obsen saman við flestu av nýggju liðfeløgunum í AaB undir regluliga venjing. Venj­ing, sum fyrst og fremst hevur til endamáls at brynja spælararnar til endaspurtin í donsku super­ liguni. Tað eru tó ikki allir spæl­ ararnir, sum alt fyri eitt sleppa at venja saman við liðfeløgunum. Súni Olsen, sum í heyst breyt fótin, er ein av skaddu monnunum, og hjá honum er málið fyrst og fremst, at kropsliga venjingarstøðan skal fáast í rættlag, áðrenn januar mánaði er liðin. Henrik Bøgvad, sum er fysioterapeutur hjá AaB, sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at talan fyrst og fremst er um renning, styrkisvenjing og onkrar smávegis bóltvenjingar hjá Súna. Serliga leggur hann dent á, at venjingarnøgdin ikki verður ov stór hjá Súna, sum hevur bundið frið síðani 14. november. Saman við Súna royna Mattias Lindstrøm og Daniel Hoch at koma fyri seg eftir skaðar. Longu fyrsta dystin í endaspælinum taka hoyvíkingar móti Kyndli í avgjørda oddadystinum hetta umfarið Atlantic Airways- kappingin Jákup Mørk Talan verður um topp­ dyst longu í fyrsta umfar­ in­um, nú mansliðini fara undir endaspælið í hondbóltskappingini. H71 er í løtuni á odda í deildini, men munurin til Kyndil er bara í málum, og tí vilja báðir partar helst leggja nógv fyri í royndunum at fáa fyrsta fetið væl inn í endaspælið. Tað er tó einki dulsmál, at tey í Hoyvík munnu iðra seg um fjórðingsfinaluna móti næst besta liðnum hjá Kyndli. Ikki bara taptu hovyíkingarnir dystin móti einum væl styrktum Kyndils- liði. Bæði Jakob Jónsson og Tróndur Vatnhamar fingu eisini reytt kort í dystinum, og tí eru teir leikbannaðir til týdningarmikla dystin sunnudagin. Men uttan nakran sum helst iva, so fara teir hvítu tó at stríðast av øllum alvi. Júst stríðsviljin hevur mangan argað grønu grannarnar, og tí er væntandi, at talan verður um satt brak, sum áskoðararnir fáa at síggja í Hoyvíkarhøllini. Tey bæði liðini, sum eru næst teimum báðum oddaliðunum, eru VÍF og StÍF. Tey skulu hetta um­farið spæla á útivølli móti ávíkavist KÍF og Neistanum, og her er kravið púrasta greitt ein sigur, um vón skal vera fyri finaludysti um FM. Ikki minst, tí avrikini hjá KÍF og Neistanum fyri tað mesta hava bent á, at liðini eru væl aftan fyri hini f‡ra. Bæði á stigatalvuni og leikliga. Við heimadysti móti Stjørnuni í fyrsta dystinum sleppa Neista-kvinnurnar alt fyri eitt til stóra styrkisroynd Sunset-kappingin Jákup Mørk Við bara fýra liðum í FM- endaspælinum, eru illa ráð til nakrar kiksarar, tá kvinnuliðini skulu gera av, hvørjir finaluluttakararnir í FM-finaluni verða. Millum manna tykist í løtuni valda lítil ivi um, at Stjørnan verður annað liðið í finaludystinum, meðan spurningurin um hitt plássið stendur millum VB og Neistan. Her sleppur Neistin alt fyri at royna seg, tá tær longu í fyrsta dystinum taka ímóti Stjørnuni. Higartil í ár hevur Stjørnan væl og virðiliga verið við yvirlutan, tá tey bæði liðini hava tikist, og tí mugu klaksvíkskvinnurnar roknast sum favorittar undan dystinum. Men hinvegin vita tær í Neistanum, at tær her hava møguleikan at vinna sær ein kanska avgerandi fyrimun, og tí er eingin ivi um, at tær eisini vilja geva seg fult út. Í hinum dystinum í FM- endaspælinum tekur VB móti Kyndli. Tað er ein dystur, sum VB skal vinna, um tær vilja spæla við. Og so er spurningurin, hvørt Kyndil kortini megnar at arga nakað. Spenningur á Skála Í niðara bólkinum er mest spennandi dysturin helst tann á Skála, har Søljan kemur á vitjan. Á pappírinum tykist VÍF í øllum førum at vera sterkasta liðið, og megna tær at basa Tjaldri í Runavík, eru tær komnar væl ígongd við endaspælið. Tí tykist spurningurin eina­ mest vera, hvørt tað verður StÍF ella Søljan, sum megnar at halda fast um plássið í ovastu deildini. Og ein partur av tí spurninginum kann verða svaraður á Skála. Grannabrak í Hoyvík Talan verður um satt brak í Hoyvík, nú farið verður undir endaspælið í manskappingini Styrkisroynd hjá Neistanum Longu fyrsta dystin í endaspælinum sleppur Neistaliðið veruliga at royna seg, tá tær fyri triðu ferð í ár skulu takast við Stjørnuna Dystaryvirlit - Hondbóltur Sunset-kappingin, FM-bólkurin Dagur Kl. Dystur Dómarar 08.01 14.30 Neistin-Stjørnan Kristian/Sámal 08.01 15.00 VB-Kyndil Dánjal/Heri Sunset-kappingin, niðari bólkurin 07.01 15.30 Tjaldur-VÍF Rúni/Ragnar 08.01 15.00 StÍF-Søljan Hallur/Petur Atlantic Airways-kappingin 07.01 16.00 KÍF-VÍF Karstin/Kristian 08.01 16.00 Neistin-StÍF Kristian/Sámal 08.01 16.00 H71-Kyndil Kári/Dánjal Flogbóltur - Mjølnir-kappingin, finalur Meistaradeild kvinnur 08.01 14.30 SÍ-ÍF Meistaradeild menn 08-01 16.30 Fleyr-SÍ