mánadagur 9. januar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2006
21
Nr. 6 • mánadagur • 9. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Í EB/Streymi verður
vónað og roknað
við, at miðvallarin
nú skal koma fyri
seg eftir skaðan, sum
leingi hevur darvað
honum
EB/STREYMUR
Jóannes Hansen
Tað gekk leingi væl hjá
EB/Streymi í fjør.
Tað var um reppið,
at teir vunnu fyrstu
heiðursmerkini, men fram
móti kappingarenda taptu
teir lykladystir.
Nú leggur EB/Streymur
á aftur, og í Sundalagnum
verður vónað, at tað hesa
ferð skal eydnast. Spælar
arnir hava fingið eitt sindur
fleiri royndir, og eisini
í landsliðshøpi verður
roknað við spælarunum
hjá EB/Streymi. Tað sást
aftur í, at bæði Hans Pauli
Samuelsen og Bárður
Olsen í vikuskiftinum tald
ust millum teir 27, sum
vandu við landsliðnum.
Ein av ungu monnunum,
sum frá tí hann var blaðungur,
hevur verið eyðsýndur í EB/
Streymi, er Marni Djurhuus.
Síðani hann var 16 ára gam
alur, hevur hann verið fastur
maður á liðnum.
Í fjør spældi Marni
ikki heilt so nógv, sum
hann annars hevur gjørt.
Orsøkin var skaði, sum
støðugt plágaði og argaði.
Sambært heimasíðuni hjá
EB/Streymi var talan um
gamalt beinbrot, sum var
vaksið skeivt saman aftur,
og sum tískil hevur órógvað
og elvt til pínu.
Stutt fyri jól var Marni
Djurhuus í Danmark, har
hann varð lagdur undir
skurð. Í vikuni, sum fór,
vórðu penturnar tiknar úr.
Marni hevur fingið boð
um, at hann skal bíða við at
fara undir aftur venjingarnar
inntil í mars. Tá verður kapp
ingarárið heilt stutt burtur.
At Marni ikki fer at venja
fyrrenn í mars kann fara at
hava við sær, at hann ikki
verður førur fyri at spæla
við í fyrstu umførunum
í landskappingini. At
kollfirðingurin nú hevur
verið undir knívinum fer
ivaleyst eisini at hava við
sær, at hann - tá ið hann
fer at verða komin fyri seg
aftur - verður førur fyri at
luttaka meiri sannførandi í
venjingunum og dystunum,
enn hann var tað í fjør.
Marni bíðar
inntil í mars
Sørvingar hava gjørt
avtalu við 32 ára
gamla áleyparan
Marcello Marcelino
og 30 ára gamla
Messias Perreira,
sum báðir hava leikt
í Føroyum áður
Fótbóltur
Páll Holm Johannesen
Sørvingar tykjast veruliga
at brynja seg væl til
avbjóðingar
komandi
kappingarár. Felagið hevur
tryggjað sær tveir gamlar
útlendskar kenningar í før
oyskum fótbólti.
Talan er um 32 ára gamla
Marcelo Marcelino og 30
ára gamla Messias Perreira,
sum báðir hava spælt við
B68, umframt at Messias
eisini hevur verið í NSÍ.
Í kappingarárinum 2000
varð framherjin Marcello
kosin besti leikari í
Føroyum
SÍ vann 3. deild í fjør, og
skal sostatt royna seg í aðru
deild í ár. Veteranurin Jens
Erik Rasmussen, sum hevur
spælt í nógvum ymiskum
feløgum, og Jógvan Páll
Joensen verða í ár venjarar
í Sørvági.
Marcello og
Messias til Sørvágs
Jógvan Martin
Olsen vónar, at
tað eftir venj
ingarleguna
uttanlands
og undan EM
undankappingini,
sum sjøtul
verður settur
á eftir summ
arfrítíðina,
fer at bera
til at spæla
onkran
vinar
dystin
LANDSLIÐIð
Jóannes Hansen
Í vikuskiftinum varð farið
undir fyrireikingarnar til
nýggja landsliðsárið. 27
spælarar vóru leygardagin og
sunnudagin á venjingarlegu
í Gundadali. Sum tað varð
nevnt í blaðnum í síðstu
viku, so verður í samráð
við Sport 5, sum eigur
sjónvarpsrættindini
til
dystirnar hjá føroyska fót
bóltslandsliðnuim, arbeitt
við at fyrireika venjingarlegu
í Florida seinni í vetur.
Ætlanin er, at 20 útispælarar
og tríggir málverjar skulu
við á venjingarleguna í USA.
Hvørjir fara at fáa boð til
spennandi venjingarleguna,
verður gjørt av eftir næstu
venjingarleguna, sum verður
í Gundadali vikuskiftið 28.
og 29. januar.
– Vit høvdu 27 spælarar
saman hesa ferð. Veðrið
var einki serligt, men tað er
veðurgott í Gundadali, og
eftir umstøðunum eydnaðist
tiltakið væl, sigur Jógvan
Martin Olsen, sum fyri fyrstu
ferð hevði høvuðsábyrgdina
av landsliðnum.
Hóast landsliðið ikki
hevur verið saman, síðani
nýggi venjarin varð settur, so
hevur hann í fleiri mánaðir
arbeitt við at fyrireika nýggja
landsliðsárið.
– Sum altíð so vóna vit, at
tað eisini í ár fer at eydnast
at fáa onkrar vinardystir,
áðrenn vit seint í summar
og í heyst skulu spæla EM
undankappingardystir.
Men tað ber ikki til at gera
avtalur um vinardystir, fyrr
enn lutakastið til EM und
ankappingina hevur verið, og
skráin fyri undankappingina
er løgd, sigur Jógvan Martin
Olsen.
Lutakastið verður fríggja
dagin 27. januar. Jógvan
Martin Olsen verður saman
við øðrum FSF umboðum
hjástaddur í sambandi við
lutakastið. Sama kvøldið er
ætlanin hjá venjaranum at
sleppa aftur til Føroya, so tað
skal bera honum til at vera til
staðar, tá ið landsliðið skal
venja leygardagin 28. og
sunnudagin 29. januar.
– Beinanvegin eftir luta
kastið hittast umboð fyri
londini, sum eru komin í
bólk saman, fyri at avtala,
nær og hvar fundurin skal
verða, har tað skal avgerast,
hvussu skráin skal síggja út.
Hesin fundurin er sum oftast
heilt skjótt eftir lutakastið.
Tað plagar at vera soleiðis,
at tá ið hesin fundurin hev
ur verið, so hevur FSF
kannað møguleikarnar fyri
vinardystum seinni í vár ella
í summar. Eg vóni, at hetta
eisini hesa ferð fer at bera
til, men nú fáa vit at síggja,
sigur Jógvan Martin Olsen.
Undan EM endaspælinum
fyri knappliga tveimum árum
síðani fekk FSF aðal
skrivarin fyri
spur ning,
u
m
Føroyar
kundu spæla
landsdyst móti Hol
landi, sum í Sveis fyri
reikaði seg til EM enda
pælið í Portugal. Tað var
lag á manni, og 1. juni í
2004 spældu Føroyar og
Holland í Lausanne í Sveis.
Holland vann 3-0, eftir at
teir í steðginum høvdu verið
frammanfyri við einum
máli.
Profilarnir
ikki til USA
Føroyar skulu spæla dystir
undir
venjingarleguni,
sum tað verður roknað við
og vónað verður í USA.
Men talan verður ikki um
landsdystir.
Í vikuskiftinum vóru
spælararnir í superliguni
og í Onglandi ikki á venj
ingarleguni í Gundadali, og
Jógvan Martin Olsen sigur
seg ikki rokna við, at teir fara
at luttaka á venjingarleguni
um tríggjar vikur og heldur
ikki, tá ið landsliðið fer uttan
lands á venjingarlegu:
– Súni Olsen, Jón Rói
Jacobsen, Johan Byrial Han
sen, Ingi Højsted, Claus
Bech Jørgensen, Christian
R. Mouritsen og Jóhan T.
Davidsen fer tað neyvan
at bera til at fáa við á venj
ingarleguna. Teir fara tá at
spæla í sínum feløgum, og
tað fer at telja rætta vegin
fyri landsliðið, um teir
megna at stríða seg til fast
pláss á sínum liðum.
Harafturímóti
roknar
landsliðsvenjarin við, at
hinir spælararnir, sum eru
uttanlands
– Gunnar Nielsen,
Jónas fiór Næs og Andrew
av Fløtum í Danmark og
Rógvi Jacobsen og Símun
Samuelsen í Íslandi - fara at
luttaka á venjingarleguni um
tríggjar vikur, og at tað eisini
verður møguleiki hjá hesum
at fara við á venjingarleguna
uttanlands.
Í vikuskiftinum møttu
tríggir spælarar, sum høvdu
fingið boð, ikki upp. Hjá
Símuni Samuelsen bar
ikki til at møta av privatum
orsøkum, og Bjarni Jørg
ensen og Pauli G. Hansen
góvu avboð orsaka av
sjúku. Andrew av Fløtum
hevur havt liðbandsskaða í
knænum at dragast við. Hann
royndi at venja leygardagin,
men orsaka av skaðanum
noyddist hann at gevast eftir
fyrstu venjingina.
Tað hevur ljóðað, at Rógvi
Jacobsen skuldi vera á veg
úr KR, sum hann er sátt
málabundin at eitt ár afturat,
og til okkurt føroyskt felag.
Higartil hevur hetta ikki verið
meiri enn leyst tos. Rógvi lut
tók á venjingarleguni í viku
skiftinum, og fyrst í hesi vikuni
fer hann til Reykjavíkar, har
KR fyri langari tíð síðani er
farið undir fyrireikingarnar til
nýggja kappingarárið, sum teir
vóna at fáa væl meiri burturúr,
enn teir fingu í fjør, tá ið árið
var rættiliga miseydnað hjá
teimum.
Úttøkan verður um
tríggjar vikur
Um einar tríggjar vikur fer Jógvan Martin Olsen at taka
endaliga støðu til, hvussu landsliðshópurin til venjingarleguna í
USA fer at síggja út