mánadagur 9. januar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 5 - 6. januar 2006
Fríggjadagin verð
ur farið undir lið
kappingina, og tað er
samstundis startskotið
til ein spennandi
bridge-kalendara fyri
várið 2006
Bridge
Bogi Simonsen
Liðkappingin hjá Føroya
Bridge Samband byrjar
fríggjadagin 13. januar 2006
í skúlanum í Sørvági.
Freistin at boða frá
luttøku til liðkappingina er
fríggjadagin 6. januar 2006.
Tilmelding hjá Jóannes
Mouritsen 311930 ella
Robert Langaard 742002.
Kappingin í ár sær rættiliga
spennandi og opin út. Liðið
hjá Allani Dal- Christiansen,
ið vann 1.deild í fjørð, er aftur
í ár favorittur at vinna, meðan
liðið hjá Boga Simonsen og
Símin Lassaberg væntandi
fara at geva teimum harða
kapping.
Í fjørð vóru bæði ein
2. deild og 3. deild við í
kappingini. Í ár verða tær
nokk lagdar saman til eina
størri deild. Fleir sera sterk
lið fara at dystast um at vinna
sær sæti í bestu deildini.
Steypakappingin
Fyri tveimum árum síðani
avgjørdi FBS, at broyta
steypakappingina, soleiðis,
at hon varð spæld sum ein
miniliðkapping. Hendan
broyting gekk ikki serliga
væl, tískil verður kappingin
broytt aftur til tann gamla
háttin við cup-skipan. Eftir
hesari skipan, verður luta
kast millum øll tey tilmeldaðu
liðini. Tað liðið, sum fyrst
verður trekt hevur heimadyst
og skal syrgja fyri at hesin
verður spældur eftir galdandi
reglum og innan ásettu
tíðarfreist. Tá ið komi er
fram til hálvfinaluna og sjálva
finaluna, verður tað FBS, ið
skipar fyri dystinum.
Vinnarin
av
steypa
kappingini sleppur at
umboða Føroyar í tí sera
sterku Rottneros kappingini,
ið verður spæld einaferð í mai
2006. Liðini, ið luttaka í hesari
kapping eru steypavinnarar úr
hinum norðanlondunum.
Freistin at boða frá luttøku
til steypakappingina er 13.
januar 2006.
Tilmelding hjá Jóannes
Mouritsen 311930 ella
Robert Langaard 742002.
Spæl
Hvat hevði tú melda sum
sunnan við hesari hondini.
Pass kemur til tín í 3.hond.
N/NS
Sp D109865
Hj 4
Rú K8765
Kl E
Ein kann velja millum 1sp,
2sp og pass. Sjálvur vildi
eg melda 2sp fyri at sperra
mótpartin. Sigið tykkara
meining á bridge.fo.
So er at bridge’a
Ein av veteranunum í
føroyskum bridge, Oddmar
Danielsen, hyggur her at
fordeilingunum
Bridge Kalendarin 2006
Januar
Fríggjadag, 13
19:00
FM-Lið Sørvágur
Leygardag, 14. 10:00
FM-Lið Sørvágur
Sunnudag, 15.
14:00
Grand Prix par
Sørvágur
Februar
Fríggjadag, 3.
19:00
FM-Lið Eysturoy
Leygardag, 4.
10:00
FM-Lið Eysturoy
Sunnudag, 5.
14:00
Grand Prix par
Eysturoy
Fríggjadag, 24. 19:00
FM-Lið Tórshavn
Leygardag, 25. 10:00
FM-Lið Tórshavn
Sunnudag, 26.
14:00
Grand Prix par
Tórshavn
Mars
Fríggjadag, 17. 19:00
FM-Lið Klaksvík
Leygardag, 18. 10:00
FM-Lið Klaksvík
Leygardag, 18. 20:00
Veitsla við
steypahandan
Sunnudag, 19.
14:00
Grand Prix par
Klaksvík
Apríl
Leygardag, 1.
10:00
FM-Par Semi-
finala, Tórshavn
Leygardag, 22. 10:00
FM-Par finala
Tórshavn
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/- stig
1 H71
0
0 - 0 - 0
289
235
54
8
2 Kyndil
0
0 - 0 - 0
268
235
33
8
3 VÍF
0
0 - 0 - 0
277
273
4
6
4 StÍF
0
0 - 0 - 0
251
257
-6
6
5 KÍF
0
0 - 0 - 0
249
281
-32
2
6 Neistin
0
0 - 0 - 0
265
318
-53
1