mánadagur 9. januar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 6 - 9. januar 2006
Leingi argaðu koll
firðingar, men tá Ingi
Olsen varð sendur á
vøllin, fekk VÍF vent
dystinum til egnan
fyrimun
Hondbóltur
Jákup Mørk
Tað er nærum eitt ár síðani,
at VÍF í steypafinaluni fekk
eitt álvarsligt skot fyri bógvin.
Slitið í økslini hevði leingi
argað Inga Olsen, men bert fáar
minuttir inni í steypafinaluni,
var nóg mikið. Ingi noyddist
av vøllinum, og eftirfylgjandi
varð hann lagdur undir drúgva
skurðviðgerð.
KÍF argaði
Tey flestu mundu tá halda, at
hetta samstundis markeraði
endan á aktiva leiklutinum,
sum Ingi hevur havt í før
oyskum hondbólti seinastu 20
árini. 20 ár, har VÍF støðugt
hevur verið partur av føroyska
oddinum, og - aloftast - við
Inga Olsen í einum sentralum
leikluti.
Seinasta dystin í grund
spælinum var Ingi tó aftur
partur av VÍF-liðnum, tá
VÍF spældi móti Neistanum.
Tað ferðina var leikluturin
kanska ikki so eyðsýndur,
men tað var hann, tá VÍF
leygardagin vitjaði hjá KÍF.
Fyri steðgin vildi nevnliga
lítið og einki bera til hjá
VÍF. KÍF hevur ofta argað
grannarnar fyri norðan, og
soleiðis tóktist eisini vera
hesaferð. Hóast spælið ikki
var flótandi, so stríddust und
irtippaðu heimamenninir
væl, og frustratiónirnar hjá
VÍF gjørdust spakuliga alt
sjónligari.
Hetta broyttist tó, tá Ingi
Olsen varð sendur á vøllin.
Enn er dystarvenjingin
kanska ikki so góð, sum hon
hevur verið. Men eyga fyri
spælinum og evni at stýra
hevur hann enn sum fáur.
Og hessir eginleikar vóru
týdningarmesta orsøkin til,
at VÍF fekk koppað dystinum
til egnan fyrimun.
Sjampanjuhondbólt gjørd
ist talan kanska ikki um. Men
teir fingu stigini, sum skuldu
til, og enn eru teir partur av
bólkinum, sum eltir annan
av finalusessunum í Atlantic
Airways-kappingini.
Leingi hevði Neistin
eitt sera gott tak á
StÍF, men seinastu 20
minuttirnar prógvaðu
favorittarnir sítt virði
Hondbóltur
Jákup Mørk
Einasti
dysturin,
sum
Neistin
hevur
vunnið
hetta kappingarárið, var í
fyrsta umfarinum av grund
spælinum, tá StÍF vitjaði.
Sunnudagin var um reppið,
at bláu menninir endurtóku
tann sigurin, tá StÍF vitjaði.
Strandingar vóru nakað
skerdir, nú Leivur Justinus
sen ikki fekk spælt, og leingi
tóktist heimaliðið at hava
ein heilt greiðan fyrimun av
hesum.
Neistin byrjaði dystin væl,
og tað gjørdi ikki støðuna
verri, at Marian Cirloganescu
miðskeiðis í fyrra hálvleiki
fekk reytt kort. Hetta tá hann
leyp út eftir púra blanka
Trónda Kragesteen, sum var
í kontra-álopi.
Eitt skifti eftir hetta
tóktist eisini, sum skuldi
Neistin veruliga renna frá
StÍF. Teir vunnu seg upp á
10-5, men seinastu løtuna
undan steðginum fingu
strandingar tó aftur fatur á
rætta endanum.
Og eftir steðgin kom so
av álvara ferð á vanliga
ferðmiklu strandingarnar.
Eina løtu megnaði Neistin
at fylgja teimum, men um
miðjan hálvleikin skrædnaði
av álvara. Úr 17-14 broyttist
støðan til 19-24, og so vóru
týdningarmiklu stigini mest
sum vís. At Neistin seinastu
løtuna minkaði um munin,
mundin bila minni í so máta.
Strandingar eru framvegis
bert tvey stig aftan fyri odda
liðið. Og megna teir aftur at
vinna næsta vikuskifti, tá
teir spæla móti KÍF, fer tað
at síggja so heilt hampuligt
út hjá teimum.
- Eg segði ongantíð,
at eg fór at gevast.
Men eg segði, at
eg fór at umhugsa
støðuna, sigur Ingi
Olsen, sum nú aftur
er partur av besta
mansliðnum hjá VÍF
Hondbóltur
Jákup Mørk
Tá tú sum 37 ára gamal
fær ein somikið álvarsligan
skaða, at skurðviðgerð og
langur steðgur er neyðugt,
munnu tey flestu hugsa, at
hetta var tað. Í øllum førum,
um talan er um ítróttarfólk
í fremstu røð.
Men Ingi Olsen er kanska
ikki sum tey flestu. Í øllum
førum er hann nú aftur at
síggja á besta mansliðnum
hjá VÍF, og leygardagin
enntá í avgerandi leikluti.
Sjálvur leggur hann tó
dent á, at hann ongantíð
staðfesti, at hann fór at
gevast, tá hann í vár varð
lagdur undir skurð.
– Talan var sjálvandi um
álvarsligan skaða. Og eg
umhugsaði sjálvur støðuna
væl og virðiliga.
– Mær dámar tó somikið
væl, at spæla hondbólt.
Og eg kenni eisini meg
sjálvan somið, at ongantíð
vildi melda út, at eg fór at
gevast, sigur hann.
Síðani á summarmála,
tá armurin slapp úr fatli,
hevur talan so verið um
strævna uppvenjing. Og
hóast armurin enn ikki
hevur somu styrkina, so
heldur hann, at hann nú
væl er førur fyri at spæla.
– Eg veit ikki, um armurin
nakran tíð endurvinnur
fullu styrkina, men tað
kann eg liva fyriuttan.
Tað týdningarmesta er,
at eg kenni meg ikki í
størri vanda enn allir aðrir
spælarar. Eg eri ikki bangin
fyri, at sami skaðin aftur
skal gera um seg, um eg
eitt nú verið taklaður, so
í so máta eri eg klárur,
sigur spælarin, sum ikki
so mikið sum spældi ein
dyst við sonevnda old-
boys liðnum hjá VÍF. Tað
vil siga liðnum, har flestu
av eldru liðfeløgunum hjá
Inga í dag hugna sær við
hondbóltinum.
– Eg spældi eitt lítið
sindur við móti Neist
anum seinasta dystin
í grundspælinum. Og
so spældi eg aftur hetta
vikuskiftið. Undir venjing
ini hevur málið alla tíðina
verið, at eg skuldi koma
fyri meg aftur kropsliga.
Tað hevur tíbetur eydnast,
og beint nú eri eg bara
fegin um aftur at vera ein
partur av liðnum, sigur Ingi
Olsen at enda.
Vildi spæla
aftur
Síðani 14. apríl hevur talan verið um uppvenjing hjá Inga
Olsen. Nú er hann við aftur, og tað munnu bæði Ingi sjálvur
og vestmenningar sum heild vera fegnir um
Mynd: Álvur Haraldsen
Neistin-StÍF 24-26 (11-9):
Neistin kløkkaði strandingar
Tróndur Kragesteen var í
nógvum førum ein stór hóttan
móti StÍF. Men í longdini
var hetta tó ikki nóg mikið
hjá Neistanum, sum tó s‡ndi
framstig í spælinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Neistin-StÍF 24-26 (11-9)
Málskjúttar
Neistin: Blagoje Buha 10(1), Tróndur Kragesteen 5,
Birgir Poulsen 4, Karl Oddmar Rasmussen 2, Dann
Thorleifsson 1, Roar Dalsgarð 1, Kári Horn 1
StÍF: Alexandur Johansen 8(6), Artur Johansen 5, Bent
Djurhuus 3, Borgar Danielsen 3, Bárður Danielsen 2,
Jørmund Joensen 2
Brotskøst: Neistin 1, StÍF 9
Útvísingar: Neistin 6, StÍF 2
Diskvalifikatión: StÍF 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason
FAKTA UM DYSTIN
KÍF-VÍF 24-27 (11-10):
Ingi vendi
dystinum
Leingi høvdu vestmenning
arnir tað sera strævið, men
at enda fingu teir kortini
knógvað kollfirðingunum
Mynd: Álvur Haraldsen
KÍF-VÍF 24-27 (11-10):
Málskjúttar
KÍF: Rógvi Weyhe 5, Petur Martin Poulsen 5, Arnbjørn
Hansen 5(2), Sune Davidsen 4, Gert Hansen 3, Mirco
Milenkvic 1, Karl Jóhan Dhurhuus 1
VÍF: Sámal Joensen 9, Áki G. Olsen 6, John Zachariassen
5, Sjúrður Poulsen 3, Agnar Joensen 2, Harald Bjørgvin
1, Ingi Olsen 1
Brotskøst: KÍF 2, VÍF 2
Útvísingar: KÍF 5, VÍF 4
Diskvalifikatión: VÍF 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen
FAKTA UM DYSTIN