Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 • fríggjadagur • 6. januar 2005 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Planet.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nú er klárt at atkvøða um planetirnar, ið verða handaðar á stóra galla kvøldinum á Hotel Føroyum 28. januar. Serliga dómsnevndin hevur funnið fimm uppskot til hvørja av teimum seks planetunum, ið tit kunnu atkvøða um á sms, frá nú og fram til 26. januar á miðnátt. Til ber á komandi síðum at lesa um øll tey spennandi nøvnini, ið eru skotin upp. Til ber at atkvøða einaferð innan hvørja kategori fyri hvørja fartelefon, og øll fartelefonhald hjá Føroya Tele kunnu luttaka í atkvøðugreiðsluni. Hvør atkvøða kostar 5 kr. Sms atkvøðurnar telja helmingin av endaliga úrslitinum. Limirnir í dómsnevndini atkvøða somuleiðis hvør í sínum lagi, og teirra samlaðu atkvøður telja hin helmingin av úrslitinum. Síðani verða atkvøðurnar hjá fólki og dómsnevndini taldar saman til eitt endaligt úrslit, sum verður almannakunngjørt á stórfingna Planet tiltakinum á Hotel Føroyum. Ætlar tú at atkvøða fyri t.d. Førist sum bestu útgávu, sendir tú ”pla bu 2” til 1441, ella fyri Teitur Lassen sum besta sangara, sendir tú ”pla bs 5” Eitt livandi tónleikalív Føroyskur tónleikur stendur í blóma. Hetta boða uppskotini til planet heiðurslønirnar eisini á. Her er talan um nógvar spennandi bólkar og einstaklingar 200 hava við Viva La Republica og Muscleman- blað, lagt Føroyar fyri sínar føtu Guðrun Sólja Jacobsen Besta songkvinna Í 2001 vann ein lut­falsliga ókend kvinna kapp­ingina Ársins Song­rødd. Triðju ferð hon var komin í finaluna, eyndaðist tað Guðrun Sólju at vinna sang­kapping­ ina, og eftir sigurin segði hon, at vónandi slapp hon nú at gera meira við tónleikin. Síðani er nógv hent. Guðrun gjørdist darling hjá dønum, tá ið hon vann eina aðra sangkapping, Stjørna eitt kvøld hjá DR, og síðani hevur hon gjørt nógv við tónleikin. Hon hevur givið tvær fløgur út í Danmark, og hon hevur framført allar hugsandi staðni í Danmark,. Hon hevur tó ongantíð gloymt Føroyar, tí eisini her heima hevur hon javnan verið at hoyrt. Stóra styrkin hjá Guðrun er ein fantastisk songrødd, sum bæði kann vera innilig og avbjóðandi. Hon syngur sum ein stjørna, og í Danmark er gentan av Tvøroyri ein kend kvinna. Atkvøða: Send »pla bk 3« til 1441 Petsi Tvørfoss Besta songkvinna Hóast hon hevði verið virkin sum songkvinna í fleiri ár, var stóra gjøgnumbrotið hjá Petsi Tvørfoss luttøkan í danska Grand Prixnum í 2004. Songkvinnan úr Gøtu, sum hevur búð í Danmark í nógv ár, var við í Grand Prixnum við sanginum Mest Når Det Er Regn, og sangurin endaði sum nummar 5 í kappingini. Síðani hevur Petsi havt fleiri konsertir í Føroyum, og hon hevur imponerað við eini sera góðari rødd. Kanska var byrjanin í almenna ljósinum eitt sindur misvísandi, tí Petsi er minst líka sterk til jazz og popptónleik sum tann typiska Grand Prix-tónleikin. Seks ára gomul sá hon Sissel Kirkjubø í sjónvarpinum og fann út av, at tað ber at liva av at syngja. Líka síðani hevur Petsi droymt um at sleppa at liva av at syngja, og hon hevur eisini gjørt nakað við tað, tí hon hevur millum annað ment seg á tónlistaskúla í Danmark. Atkvøða: Send »pla bk 5« til 1441 Guðrið Hansen Besta songkvinna Guðrið Hansen er eitt lutvíst nýtt navn í føroyskum tónleiki. Hon var ein av luttakarunum í singer/ songwriter kappingini á Hafnia Lounge í fjør, men bæði áðrenn og eftir tað hevur hon verið at hoyrt alment. Guðrið er miðskeiðis í 20’unum og hevur áður roynt seg sum kórsangara og sangara í bólkum – til dømis pH 5,5. Hon var eisini við í íslendsku útgávuni av Idols, har hon stóð seg rættiliga væl. Guðrið syngur væl, og hennara countrykenda gittarspæl er hugtakandi. Ummælarin hjá Sosialinum skrivaði eftir finaluna í singer/songwriter kappingini í fjør, at hennara løg vóru rættiliga góð, og serliga meistraði hon lopið frá vanligari rødd og upp í falsettina væl. Atkvøða: Send »pla bk 2« til 1441 Eivør Besta songkvinna Eivør Pállsdóttir er eitt kent navn í føroyskum og íslendskum tónleiki, í ár hevur hon tikið stór lop inn á danska marknaðin, har hon nú javnan spælir konsertir. Eivør gav í vár fløguna Trøllabundin út saman við Danmarks Radio Big Band. Hon hevur eisini verið á konsertferð við hesum orkestri. M.a. spældu tey eina stórfingna konsert í Opera húsinum í Keypmannahavn. Røddin hjá Eivør er tiltikin góð. Hon vann heilt ung Ársins Songrødd, og í 2001 vann hon Prix Føroyar við Clickhaze. Hon hevur higartil givið fimm fløgur út, her telist maksifløgan við Clickhaze ímillum. Harumframt hevur hon luttikið á alskyns upptøkum og savnsfløgum. Atkvøða: Send »pla bk 1« til 1441 Lena Besta songkvinna Lena Andersen hevur valt at fylgja dreyminum um lívið sum yrkistónleikarar. Saman við manninum Niklas hevur hon í ár satsað uppá danska marknaðin. Har hava tey spælt nógvar konsertir, givið eina fløgu út, luttikið í nógvum útvarpsendingum, fingið fleiri frálík ummæli og hava verið á konsertferð saman við amerikonsku songkvinnuni Beth Hart. Lena er nógv ment sum songkvinna, tekstskrivari og tónasmiður. Hennar ómetalig inniliga rødd, rørir nógv, tá hon syngur sínar søgur. Lagið Step On The Gas, av nýggju endurljóðblandaðu útgávuni av fløguni Can’t Erase It, hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum í Danmark. Atkvøða: Send »pla bk 4« til 1441