mánadagur 9. januar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2006
23
Bara seks mál í 35
minuttir bendir
ikki á nakað meist
araspæl. Og tað
var fyrst og fremst
hetta, sum kostaði,
tá hoyvíkingar
sunnudagin køvdu
logan hjá Kyndli
Hondbóltur
Jákup Mørk
Uttan leikbannaðu Jakob
Jónsson og Trónd Vatnhamar
vóru fortreytirnar hjá hoy
víkingum avgjørt ikki tær
bestu sunnudagin. Teir báð
ir fingu reytt kort, tá H71
var fyri óvæntaðum tapi
í dystinum móti Kyndli í
grundspælinum. Eitt tap, sum
í sjálvum sær kom illa við,
og tað gjørdi ikki lagi betri,
at leikbannini so enntá raktu
beint á fyrsta oddabrakið í
endaspælinum.
Fyri steðgin var eisini
líkt til, at hetta skuldi gerast
dupul-dýrt hjá H71. Hóast
eftirverandi spælararnir
royndu at stríðast. Og hóast
Halgir Dahl Olesen nú aftur
var partur av liðnum eftir
at slitnu knøini hava hvílt
í hálvan annan mánað, so
tóktist hetta ikki vera nóg
mikið.
Eftir eina kanska varisliga
byrjan upp á dystin, so kom
Kyndil veruliga ígongd eftir
einum 10 minuttum. Verjan
kom upp at koyra hampuliga
væl, og so kundu teir revsa
hoyvíkingar við kvikum
mótálopum. Og var H71-
verjan komin upp á pláss ,
so tóktust stóru menninir
nakað tungir í mun til kviku
kyndlarnar, sum fleiri ferðir
brutu seg ígjøgnum, soleiðis
at brotskast varð einasti
útvegurin. Brotskøst, sum
ein væl upplagdur Høgni
Klein ósvikaliga trygt sendið
í meskarnar heili f‡ra ferðir
á rað eitt skifti.
Á gamlar gøtur
Seinastu løtuna undan steðg
inum vóru tó glottar at hóma
hjá H71. Í verjupartinum
fingu teir spælið upp at koyra,
soleiðis sum áskoðararnir
eru vanir við.
Serliga vóru tað tvær inn
skiftingar, sum gjørdu munin
í so máta. Í málinum hevur
Levi Nybo annars verið H71
ein góður maður nú í eini fýra
ár, men hesa ferð var hann ikki
heilt á toppinum, og tí var Jens
á Skipagøtu, sum nú aftur er
heima, settur í málið. Við
T-shirt og jogging-buksum
líktist hann mest av øllum
einum harðførum sjómanni,
men eyðkendi stílurin í mál
inum var ikki at fara skeivur
av. Og ótilvitað mundi ráa
útstrálingin eisini benda
hoyvíkingarnar á kanska mest
grundleggjandi elementið í
spæli teirra. Nevnliga óviljan
móti at geva seg undir nakað
siðvant yvirvald. Í so máta
kann kanska sigast, at H71 við
hesum leitaði aftur á gamlar
(Skipa)gøtur!
Og so kom Bárður Brim
vík eisini inn á strikuna.
Fyrrverandi landsliðsspælarin
hevur annars ikki spælt tað
stóra, síðani hann fyri nøkrum
árum síðani sleit kross bandið.
Einamest, tí hann fyri tað
nógva ikki hevur búð í
Føroyum alla tíðina. Men nú
er hann heima, og ávirkan
hansara á dystin kann neyvan
undirmetast.
Tí knappliga koyrdi verju
parturin. Ikki bara væl, men
100%. Snøgt sagt, so slapp
Kyndil ikki framat málinum
næstu longu løtuna. Í 24
minuttir skutu teir grønu
bara eitt mál, og so kundu
hoyvíkingarnir spakuliga eta
leiðsluna aftur.
Seinastu løtuna undan
steðginum bleiv 10-17 til
13-17, og eftir steðgin helt
munurin á fram at minka.
Kanska skutu hoyvíkingarnir
ikki so øgiliga nógv mál, men
so leingi Kyndil einki fekk,
so gjørdi tað mun hvørja
ferð. Tí Kyndils- verjan
stóð seg slettis ikki so illa.
Hóttanin hjá H71 var fyri tað
mesta stóra skotstyrkin hjá
Halgiri og Piti, og hendan
var eisini nóg mikið.
Øll høllin var á gosi, tá
H71 við 13 minuttum eftir
fór framvið Kyndli, og tó
at teir grønu nú spakuliga
byrjaðu at svara aftur, so var
viljin hjá H71 ikki at benda.
Og tá teir so fimm minuttir
fyri leiklok smekkaðu tríggj
ar kass ar á rað inn, var
avgerðin follin. At Kyndil
fekk pyntað um støðuna
seinasta góða minuttin bilti
ikki stórvegis. Sigurin og
stigini fóru til Hoyvíkar,
og so er H71 einsamalt á
odda, nú eitt umfar er farið
av endaspælinum í Atlantic
Airways- kappingini.
Enn eru tó ikki allar súður
syftar. Fyrst og fremst, so eru
framvegis níggju dystir eftir
at spæla í endaspælinum. Og
hartil, so verður eisini talan
um finaludyst millum tey
bæði fremstu liðini í deildini.
Men ein góð byrjan er ikki at
forkasta, og í øllum førum,
so hava hoyvíkingarnir skapt
sær eitt fínt útgangss tøði til
endaspurtin.
Hjá Kyndli mundi tapið
svíða eyka nógv, tá hugsað
verður um fortreytir undan
dystinum - og dystargongdina
sum heild. Enn er liðið tó at
finna á øðrum pláss i, har
kappingin tó er beinhørð.
Komandi umfarið er talan
um dyst móti Neistanum, og
tann dysturin eigur at geva
tvey stig. Bæði tí Kyndil á
papp írinum er væl sterkari
enn grannarnir, men eisini
tí Kyndil hevur ein sera
greiðan tørv á stigunum.
H71-Kyndil 24-23 (13-17):
Kyndilin slóknaði
Málið hjá Kyndli er
framvegis, at liðið skal verða
partur av FM-finaluni, tá
endaspælið er liðugt
Mynd: Álvur
Høgni Klein hjá Kyndli var
sum vera man vónsvikin
eftir dystin móti H71
sunnudagin.
– Spyr meg ikki, hvat
vit gjørdu, men vit skora
í øllum førum ov fá mál.
Bara seks mál í ein hálvleik
er bara ikki nóg gott, ljóðaði
kontanta staðfestingin.
Var tað kanska so, at
tit í hálvleikinum longu
hildu tykkum hava vunnið
dystin?
– Nei. Móti H71 hevur
tú ongantíð vunnið, fyrr
enn dysturin er liðugur.
Men teir stríðast betri enn
vit eftir steðgin, og yvir
høvur eru teir ídnari. Og
tað mugu vit so læra av,
heldur hann.
Við verandi skipan, har
talan verður um finaludyst,
so nýtist talan ikki at vera
um nakað katastrofalt tap.
Men Høgni staðfestir, at
liðið heilt skjótt skal lyfta
seg, um teir vilja verða
partur av FM-finaluni.
– Vit skulu gerast
nummar eitt ella tvey. Og
tað krevur nakrar sigrar
komandi dystirnar. Hartil
skulu vit longu mikudagin
spæla hálvfinalu í steypa
kappingini móti StÍF. Og
tað er í sjálvum sær ein
stór uppgáva, sum vit eis
ini ætla okkum at loysa.
Vit skulu jú helst sleppa
í finaluna at spæla móta
aðrudeildarliðnum hjá
okkum, segði Høgni, sum
so leiðis eisini hevði orkuna
til okkurt smílið hóast alt.
-mørk
Eftir hvíld í hálvan annan
mánað, tykjast knøini hjá
Halgir nú aftur at hava tað
nakað betri
Mynd: Álvur
Eingin ivi var um, hvør stóri
maðurin í H71-leguni var
eftir dystin sunnudagin.
Halgir Dahl Olesen tos
aði í heyst um, at støðugu
trupulleikarnir við knænum
kanska fóru at seta ein steðg
fyri hondbóltinum hjá sær.
Sunnudagin var hann tó
aftur partur av liðnum hjá
H71. Og við sjey málum
umframt einum ósvikaligum
stríðsvilja var hann eisini ein
av høvuðsmonnunum hand
an sigurin. Nakað, sum
spælarin sjálvur tó ikki hevði
nakran hug at staðfesta.
– Seinastu løtuna undan
steðginum fáa vit verjuna
at koyra. Bárður og Jens
gera eitt fantastiskt arbeiði,
tá teir koma inn, soleiðis at
teir veruliga lyfta alt liðið.
Var tað kanska eisini so,
at teir báðir vóru við til at
finna »gamla« striðsviljan
hjá H71 aftur.
– Ja, avgjørt. Og at
vit alla tíðina halda á
at stríðast ger eisini, at
Kyndilss pælararnir verða
alt meira frustreraðir, haldi
eg.
Og slitnu knøini klára
kanska at taka endan av
hesum kappingarárinum
við?
– Tað vóni eg. Beint nú
hava tey tað fínt, men so
er spurningurin, hvuss u tað
verður í morgin.
– Í øllum førum haldi
eg, at hvíldin hevur hjálpt
nakað. Hartil er hetta ikki
ein skaði, sum versnar nak
að av at spæla. Tað er ein
spurningur um pínu, men
verður tað framhaldandi so
stuttligt at spæla við H71
í ár, so rokni eg við, at eg
kann bíta hesa í meg, sigur
altso Halgir Dahl Olesen
at enda.
-mørk
Teir vildu
meira
Verjan hevði
alt at siga
H71-Kyndil 24-23 (13-17)
Málskjúttar
H71: Halgir Dahl Olesen 7, Piti Negru 7, Ólavur
Brimnes 4, Niels Viggo Niclass en 2, Poul Kjartan
Dam 1, Bjarni Sørensen 1, Johnny Durhuus 1, Ólaf
Vesturgarð 1
Kyndil: Høgni Klein 10((5), Rókur Akralíð 6, Josef
Abrahamsen 3(1), Marius Joensen 2, Hans Arni Thom
sen 1, Janus Einar Sørensen 1, Hans Áki Dal-Christansen
1, Hjalti M. Jacobsen 1
Brotskøst: H71 2, Kyndil 6
Útvísingar: H71 4, Kyndil 4
Dómarar: Dánjal Hansen & Kári Hansen. Linjan var
ikki altíð eins løtt at fylgja, og í einstøkum førum var
talan um regulerar feildómar
FAKTA UM DYSTIN
Høgni Klein og Kyndil høvdu fyri steðgin gott tak á. Men innskiftingin av Bárði Brimvík munaði
sera væl hjá H71, sum í seinna hálvleik stríddi seg í einsamalla oddastøðu
Mynd: Álvur Haraldsen