Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 5 - 6. januar 2006 Marius Besti føroyski Marius er bólkurin hjá fyrrverandi Flux sangaranum Hans Marius Ziska. Bólkurin hevur júst verið í upptøkuhøli og spælt løg inn til fyrstu fløguna hjá bólkinum. Marius hevur ikki spælt nógv í ár, men luttóku m.a. á G!. Tað var tó í GBOB kappingini, at Marius gjørdist eitt kent navn í Føroyum. Marius vann føroysku finaluna . Í heimsfinaluni fekk bólkur eitt deilt sætta pláss. Marius gjørdist besti norðurlendski bólkur framman fyri Noreg, Svørríkið, Danmark, Finnland og Ísland. Marius spælir væl sungnan og spældan popputtan rokk. Bólkuirin hevur eitt øgiliga heiltstoypt konsept, har eru útstráling, løg, tekstir og spæl sum hongur væl saman. Atkvøða: Send »pla bf 5« til 1441 Marius Besti nýggi Marius er bólkurin hjá fyrrverandi Flux sangaranum Hans Marius Ziska. Bólkurin hevur júst verið í upptøkuhøli og spælt løg inn til fyrstu fløguna hjá bólkinum. Marius hevur ikki spælt nógv í ár, men luttóku m.a. á G!. Tað var tó í GBOB kappingini, at Marius gjørdist eitt kent navn í Føroyum. Marius vann føroysku finaluna . Í heimsfinaluni fekk bólkur eitt deilt sætta pláss. Marius gjørdist besti norðurlendski bólkur framman fyri Noreg, Svørríkið, Danmark, Finnland og Ísland. Marius spælir væl sungnan og spældan popputtan rokk. Bólkuirin hevur eitt øgiliga heiltstoypt konsept, har eru útstráling, løg, tekstir og spæl sum hongur væl saman. Atkvøða: Send »pla bn 2« til 1441 Lama Sea Besti nýggi Lama Sea er kendur sum Føroya glaðasti bólkur. Teir hava gjørt vart við seg, við fangandi løgum sum “Fitti sangurin”, “Everything I touch turns into gold”, “He kicked my ass” og “Woody Allen”. Hesi eru altíð eru við til at gera konsertupplivingarnar góðar. Bólkurin hevur nøkur ár á baki, og luttók millum annað á undirgrundsfløguni Ampaljóð. Men bólkurin fekk sítt veruliga gjøgnumbrot, tá hann spældi seg í Prix Føroyar semifinaluna. Lama Sea spældi síðan á MjúS, G! og Ólavsøkukonsertini, umframt nógvum øðrum tiltøkum. Í vetur gjørdist Lama Sea nummar tvey í Global Battle Of The Bands og spældi á Nýggjárskonsertini. Harumframt hevur Sjónvarpið sent konsert við bólkinum í Meijarínum allan vetur. Sangarin í bólkinum Janus Rasmussen er í uppskotið til sum besti sangari. Atkvøða: Send »pla bn 1« til 1441 200 Besti føroyski Við eini fløgu í topp 10 listanum, einum lagi 9 vikur ovast á 15 teimum bestum, framúrskarandi konsertum á AME, á MjúS, á G!, á íslendska Airwaves, í Vega í Keypmannahavn, í SMS, á Faroe Expo og í spælistøðum kring allar Føroyar hevur árið 2005 verið eitt fantastisk ár fyri 200. Rokkenda punk trioin kom fram í sambandi við upptøkurnar av Rock í Føroyum 2 í 1997. Teir spældu tá antipopp á føroyskum, tað flutti seg síðan til fullveldispunk á fyrstu fløguni 200% í 2001. Nýggjasta fløgan Viva La Republica tekur tráin upp eftir 200%, men er heldur meira rokkkend enn fyrra fløgan, og tekstirnir eru enn meira argandi. Teir eru allir tríggir framúr góðir tónleikarar, sum við sínum pappmasjefokkjúfingri leggja eftir øllum, sum teir halda vera skeivt. Atkvøða: Send »pla bf 1« til 1441 Go Go Blues Besti føroyski Nakað so klassiskt og gjøgnumspælt sum bluestónleikur gjørdist tað stóra hittið í føroyskum tónleiki í fjør. Ungi og evnaríki gittarspælarin og sangarin Uni R. Debess var á odda fyri eini bluestrio, sum av álvara tók føroyska tónleikaheimin á bóli í 2005. Bólkurin var við í Prix Føroyar tónleikakappingini, og har komu teir allan vegin í finaluna og vunnu hana. Harafturat varð bólkurin kosin til besta bólk í landinum á Atlantic Music Awards. Bólkurin hevur eisini eina útgávu á baki, sum kom fyri einum góðum ári síðani, og tá ið teir vunnu Prix Føroyar, vunnu teir samstundis studiotímar í góðum donskum studio, so vónandi kemur meira frá teimum á fløgu. GoGo Blues spælir tónleik, sum limirnir í bólkinum sjálvir hava skrivað, og tann fríski inngangsvinkulin hjá Una Debess til bluestónleikin hevur fingið tey ungu at taka væl ímóti bólkinum. Atkvøða: Send »pla bf 2« til 1441 Makrel Besti føroyski Tónleikurin hjá Makrel er so øðiliga vakur. Sangarin Ári Rouch er undir røttu umstøðunum og við rætta ljóðblandinum ein fongur hjá bólkinum, hann syngur við so nógvari innliving og pínu í røddini, at hann rørir hjartastreingir á sama hátt sum gandakendi gittarin hjá Rasmus Rasmussen. Bólkurin vann føroysku tónleikahjørtuni við frálíka lagnum Forever and Beyond, ið var ovast á 15 teimum bestu leingi. Hetta var eitt tað besta lagið í Prix Føroyar kappingini í ár. Bólkurin luttók eisini á Atlantic Music Event, Jóansøkufestivalinum, G! og Á AME í Vega, umframt hópin av øðrum konsertum. Bólkurin hevur nógv ár á baki, fyrst undir navninum Happy og síðan sum Makrel. Makrel varð nummar trý í Prix Føroyum 2003. Atkvøða: Send »pla bf 4« til 1441 Viva la Republica - 200 Besta útgáva 200, upptøkumaðurin Jónas Bloch Danielsen, og Óli Poulsen sum hevur ljóðblandað, hava skapt eina fløgu, ið onkur hevur kallað tí mest týdningarmiklu føroysku fløguna nakrantíð. Fløgan var á 10. plássi á listanum hjá 3’aranum yvir mest seldu fløgur í 2005. Lagið Musclemanblað varð ársins hitt á 15 teimum bestu. Løgini og tekstirnir ganga upp í eina heild, sum bara riggar. Rokk- og punkkendi tónleikurin koyrir við 500 km/t sum ein orkufylt maskina, meðan yrkingarnar eru skrivaðar við einum óvanliga løttum penni. Nógv er argandi men styrkin liggur í tí einfalda. Tað eru fáir føroyskir yrkjarar, ið høvdu megnað at skriva tað, ið Niels skrivar. 200 eru eisini í uppskoti til planetina fyri besta føroyska. Atkvøða: Send »pla bu 5« til 1441 A Place To Stand On - Deja Vu Besta útgáva A Place To Stand On hjá Deja Vu hevur verið á veg í fleiri ár, og fleiri ymiskir tónleikaframleiðarar hava verið við í skapanini av hesum verkið. Deja Vu fekk sítt veruliga gjøgnumbrot, tá bólkurin í 2003 gjørdist nummar tvey í Prix Føroyum. Líka síðan tá hava føroyingar bíða eftir fløguni. A Place To Stand On er skapt sum ein heild, har húsin, viðlagdi bóklingurin og tónleikurin á fløguni eru samantvinnaðir partar. Tónleikurin er ein sveimandi og droymandi streymur av tónum, ið draga lurtaran inn í alheimin hjá bólkinum. Ljóðmyndin er eisini flott, og fløgan er næstan terapeustisk. Atkvøða: Send »pla bu 1« til 1441 Koma – Petur Pólson Besta útgáva Á fløguni Koma, hava Petur Pólson, framleiðslustjórin Bogi á Lakjuni og ljóðblandarin Óli Poulsen saman við tónleikarunum, skapt eina myrka og djúpa fløgu, ið rørir við hjartastreingirnar. Fyrrverandi Clickhaze og Visible Fish oddamaðurin hevur á hesi fløguni havt ein nógv virknari leiklut í sangskrivingini enn nakrantíð áður. Petur er ein stórur listamaður og ein av bestu føroysku yrkjarunum og tekstirnir eru ein stór uppliving. Teir eru myrkir, daprir og eirindaleysir, hetta bera heitini á løgunum boð um: Jarðarferð, Einsemi, Synd, Eyma sál og Timburmenn fyri at nevna nøkur. Petur sigur sjálvur at hetta er ein slag av tekstligari uppgerð við lívið. Petur er eisini í uppskoti til planetina fyri besta nýggja bólk/einstakling. Atkvøða: Send »pla bu 3« til 1441 Morning Dew – Høgni Lisberg Besta útgáva Á nýggjastu fløgu síni Morning Dew vísir Høgni Lisberg, at hann er ein tann gávuríkasti ungi føroyski tónasmiðurin. Hann gjørdist kendur í Føroyum sum trummuleikarin í Clickhaze, men hevur seinastu árini sligið sítt navn fast, sum sangari og gittarleikari í egnum bólki. Fløgan er á tremur við góðum lurtaravinarligum og vælspældum tónleiki. Ikki minst vakra lagið “Morning Dew”, “Ráa rokklagið “Learn To Ride On Waves” og Oasiskenda tulkingin av “All along The Watchtower” hjá Bob Dylan Høgni hevur ment seg sum lagasmið, sum sangara og gittarleikara síðan fyrru útgávuna, og hetta kemur til sjóndar í nógvum løgum. Á fløguni arbeiðir Høgni saman við ljóðblandaranum og sam- framleiðslustjóranum Óla Poulsen. Atkvøða: Send »pla bu 4« til 1441 Førist – Páll Finnur Páll Besta útgáva Onnur fløga hjá Páll Finnur Páll Førist, er ein rokkkend fløga, við frálíkum íoyrafallandi popprokkløgum. Hon er á tremur við vælskrivaðum fangandi, spælandi og stuttligum løgum. Lagið Herbergið hevur longu gjørt um seg á 15 teimum bestu, og næsta lagið Grannin er nú farin at gera um seg á listanum. Tekstheimurin hjá Páll Finnur Páll er øgiliga fjøllbroyttur við einum blandi av tí pena, tí ljóta og tí ordiliga vemmiliga. Ljóðarbeiðið á fløguni er sera væleydnað. samstarvið millum tónleikaframleiðaran Jón McBirnie og Páll Finnur Páll var so ótrúliga væleydnað á fyrru fløguni Bermenn, og á Førist heldur hetta arbeiði fram. Atkvøða: Send »pla bu 2« til 1441 Lama Sea Besti føroyski Lama Sea er kendur sum Føroya glaðasti bólkur. Teir hava gjørt vart við seg, við fangandi løgum sum “Fitti sangurin”, “Everything I touch turns into gold”, “He kicked my ass” og “Woody Allen”. Hesi eru altíð eru við til at gera konsertupplivingarnar góðar. Bólkurin hevur nøkur ár á baki, og luttók millum annað á undirgrundsfløguni Ampaljóð. Men bólkurin fekk sítt veruliga gjøgnumbrot, tá hann spældi seg í Prix Føroyar semifinaluna. Lama Sea spældi síðan á MjúS, G! og Ólavsøkukonsertini, umframt nógvum øðrum tiltøkum. Í vetur gjørdist Lama Sea nummar tvey í Global Battle Of The Bands og spældi á Nýggjárskonsertini. Harumframt hevur Sjónvarpið sent konsert við bólkinum í Meijarínum allan vetur. Sangarin í bólkinum Janus Rasmussen er í uppskotið til sum besti sangari. Atkvøða: Send »pla bf 3« til 1441