mánadagur 9. januar 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 6 - 9. januar 2006
Søljan varð send
vestur til Vágar við
einum ordans sekki
í dag
Hondbóltur
Jákup Mørk
Tað varð mett sum ein av
veruliga styrkisroyndunum
í niðurflytingardystinum,
tá Søljan í dag vitjaði á
Skála.
Talan var kanska eisini
um styrkisroynd, men so
má sigast, at StÍF stóð hesa
væl og virðiliga.
Frá byrjan setti heimaliðið
seg á dystin, og við trygga
sigrinum hava tær i øllum
førum skapt sær sjálvum
eitt gott útgangsstøði, nú
niðurflytingarvandin er
heilt sjónligur hjá teimum
fýra liðunum, sum dystast
í niðara bólkinum.
Fyri StÍF skutu Rebekka
Justinussen og Paula B.
Jacobsen 6 mál hvør.
Louisa Niclassen, Arnleyg
Haraldsen og Fía Selma
Nielsen skutu 3 mál í part
fyri Søljuna.
Tá VB eftir steðgin
setti ferð á, stóð
tað øllum greitt, at
Kyndil fer at hava
nakrar strævnar
vikur í FM-endaspæl
inum
Hondbóltur
Jákup Mørk
Við at vinna seg fram í
ovara bólkin, hevði Kyndil
sum so rokkið málinum,
sum tær settu sær undan
kappingarbyrjan.
Tí munnu spælararnir á
liðnum eisini vera nøgdar
við avrikið í Vági, hóast
teir í seinna hálvleiki vóru
greitt við undirlutan í dyst
inum móti VB.
Fyri steðgin hevði Kynd
il annars fylgt væl við, og
heimaáskoðararnir mundu
eisini ótolnast nakað, tá
tað ikki eydnaðist VB at
leggja sjógv niður til mót
støðuna.
Men hetta kom í rættlag
eftir steðgin. Kyndil fekk at
kalla slettist ikki fylgt við,
tá veruliga ferð varð sett á
seinastu 20 minuttirnar. Tá
broyttist støðan frá 14-14
til endaligu 23-16, og tað
sigur helst eisini nakað um,
at VB hevði eyka gearið í
dystinum.
VB-Kyndil 23-16 (10-10):
Tungt hjá Kyndli
VB-Kyndil 23-16 (10-10)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 8(3), Christina Holm 8(5),
Rannvá Augustinussen 3, Laila Jespersen 3, Svava
Vestergaard 1
Kyndil: Jórun S. Ludvig 5, Lina Andriulyta 5, Linda
Weihe 2, Anja Heinadóttir 2, Súsanna Petersen 1,
Hildur Høghamar 1
Brotskøst: VB 12, Kyndil 3
Útvísingar: VB 5, Kyndil 6
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen
FAKTA UM DYSTIN
StÍF-Søljan 28-18 (14-7):
StÍF vann
stórsigur
StÍF-Søljan 28-18 (14-7)
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 6(2), Paula B. Jacobsen
6(2), Guðrun Ólavsdóttir 5, Malan Petersen 4, Ninna
K. Johansen 4, Poula D. Olsen 3
Søljan: Louisa Niclassen 3, Arnleyg Haraldsen
3(1), Fía Selma Nielsen 3, Jana Jacobsen 2, Hertha
Simonsen 2, Heidi Maria Akselsen 2, Irdi Mikkelsen
2, Sólja Jóanisdóttir 1
Brotskøst: StÍF 5, Søljan 1
Útvísingar: Søljan 4
Dómarar: Petur S. Dahl & Hallur Danielsen
FAKTA UM DYSTIN
Fýra vikur í gipsi.
Tað er støðan, sum
Ása á Neystabø má
finna seg í, eftir at
hon breyt hondina
í dystinum móti
Stjørnuni
Hondbóltur
Jákup Mørk
Tað var dyggur smeitur
hjá Neistanum, tá Ása á
Neystabø tíðliga í seinna
hálvleiki mátti gevast í
dystinum móti Stjørnuni.
Fram til hetta hevði Áa
verið ein av bestu spælar
unum á vøllinum. Og hóast
onnur viðurskifti eisini
gjørdu seg galdandi, so var
hetta helst ein av orsøkunum
til, at Neistin ikki megnaði at
halda fast móti Stjørnuni.
Og sunnukvøldið var
so greitt, at tað ikki bara
var hendan eina dystin,
at Neistin mátti vera Ásu
fyriuttan. Á sjúkrahúsinum
varð staðfest, at talan er um
brot í arminum, og næstu
fýra vikurnar verður hesin
so í gipsi.
Tað er tó enn møguleiki
fyri, at Ása verður at síggja á
vøllinum aftur í ár. Soleiðis,
sum kappingin hevur lagað
seg, so bendir nógv á eina
hálvfinalu í FM-stríðnum
millum Neistan og VB.
Og tá er væl hugsandi, at
Ása aftur verður partur av
hópinum. Hinvegin er væl
hugsandi, at Neistin spælir
seg í steypafinaluna móti
antin VB ella Stjørnuni,
men tann dystin mugu tær
so klára seg uttan Ásu.
Enn einaferð hevði
Neistin leingi gott
tak á Stjørnuni. Men
enn einaferð hevði
Stjørnan munin, tá
málini veruliga fóru
at telja
Hondbóltur
Jákup Mørk
Tað mundi kennast sum
okkurt slag av deja-vu hjá
Neistakvinnunum. Mest sum
hvørja ferð, ið tær hava tikist
við Stjørnuna seinastu tvey
kappingarárini, hava tekin
verið um, at stig skuldu spyrj
ast burtur úr royndini. Men
hóast tekinini hava verið
til staðar, so er takið eisini
hvørja ferð slept.
Soleiðis var eisini, tá
liðini hittust sunnudagin.
Fyrstu løtuna tóktust tær
á vitjandi liðnum annars
at hava eitt gott tak, men
spakuliga fekk Neistin liðið
at koyra sum eina heild. At
Manuela Jensen í málinum
eisini tóktist spæla upp móti
sínum allarbesta, mundi ikki
gera fortreytirnar verri, og
uttan at munurin gjørdist
tann stóri, so tóktist Neistin
kanska hava rakt dagin, har
tær loksins skuldu fáa ein
sigur á Stjørnuni.
Og tekinini gjørdust
ikki kámari, tá farið var út
til seinna hálvleik. Ása á
Neystabø treivst væl við
rúmu teymunum, sum hon
fekk frá Stjørnu-verjuni,
og tað darvaði eisini spælið
hjá teimum reyðu, at Alina
Olaru frá fyrsta bríksli varð
mansvard.
Óhepni og
vantandi dirvi
At tað so kortini eydnaðist
Stjørnuni at vinna ein á
pappírinum tryggan sigur,
hevði sínar orsøkir.
Fyrst og fremst, so hevur
Stjørnan fleiri ferðir í ár
prógvað, at liðið altíð hevur
trúnna á egnan mátt. Tað vil
siga, at hóast tað ikki altíð
gongst eftir vild, so megna
tær at berja mótgongdina
niður. Ein eginleiki, sum í
sjálvum sær ber boð um, at
talan er um eitt lið, sum bæði
kann og vil verða best.
Og so eigur eisini at
verða lagt afturat, at Neistin
sum so ikki gjørdi júst
tann partin av uppgávuni
truplari. Tí spurningurin
er, hvussu nógv tær bláu í
veruleikanum mundu trúgva
uppá, at uppgávan kundi
loysast. Sjálvandi betraði tað
ikki um fortreytirnar, at tvær
av avgjørt bestu spælarunum
hjá liðnum sunnudagin máttu
gevast miðskeiðis í seinna
hálvleiki. Manuela Jensen
stóð føst á gólvinum, tá hon
skuldi venda sær eftir einum
bólti, og fáar minuttir seinni
noyddist Ása á Neystabø út,
eftir at hon datt sera keðiliga
í álopsroynd.
Men mest av øllum, so var
tað vantandi dirvi, sum hevði
við sær, at Neistin ikki fekk
hildið fast. Eitt skifti í seinna
hálvleiki spældi Neistin við
tveimum í yvirtali, uttan at
tær tó kundu gagnnýta hetta.
Tvørur ímóti, so eydnaðist
tað Stjørnuni at toga eitt
mál aftur hesa løtuna, og so
tóktist, sum fekk Neistin eitt
sálarligt knekk. Stjørnan tók
nú alt meira yvir, og tá tær
so tvær ferðir á rað kundu
skora við kvikum mótálopi,
eftir at Neistin hevði misnýtt
brotskast, var leyst og liðugt.
Enn einaferð hevði Stjørnan
víst, at tær megna at toga seg
upp, tá tørvurin er størstur.
Sum so var talan ikki um
nakra vanlukku fyri Neistan.
Soleiðis sum kappingin er
skipað, so verður talan undir
øllum umstøðum um pláss í
hálvfinaluni. Men sálarliga
man tað hava stóran týdning,
at tað onkursvegna tykist
vera ógjørligt hjá teimum
bláu at basa Stjørnuni.
Ása breyt hondina
Ása á Neystabø verður undir
ongum umstøðum við, um
Neistin skuldi spælt seg fram
til steyapfinaluna í hondbólti
Mynd: Álvur Haraldsen
Neistin-Stjørnan 21-25 (12-11):
Sama søgan hjá Neistanum
Her hevur Annika Thomsen
gott tak á Alinu Olaru, men
seinastu 20 minuttirnar varð
hetta kortini slept
Mynd: Álvur Haraldsen
Neistin-Stjørnan 21-25 (12-11)
Málskjúttar
Neistin: Ása á Neystabø 6, Annika Ljósstein 4(2),
Nicoleta R. Hansen 3(1), Kára á Dunga 2, Annika
Thomsen 2, Rakul Augustinussen 2(2), Mia Káradóttir
1, Unn Kragesteen 1
Stjørnan: Alina Olaru 9(2), Bára Skaale Klakstein 5,
Katarina Stepanov 4, Joan Midjord Djordjevic 3, Una
Olsen 2, Louisa Andreasen 1, Anna Kristina Samson 1
Brotskøst: Neistin 9, Stjørnan 2
Útvísingar: Neistin 6, Stjørnan 4
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason. Í nøkr
um førum saknaðust fylgirevsingar, tá dømt varð fyri
hart spæl
FAKTA UM DYSTIN