mánadagur 9. januar 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 6. januar 2006
25
Poppkorn
Besti nýggi
Bólkurin PoppKorn er eitt eindømi
í føroyskari tónleikasøgu. Hann er
fyrsti gentupoppbólkur nakrantíð.
Bólkurin hevur í ár spælt á
festivalum og konsertum kring
Føroyar.
Poppkorn er fimm ungar gentir
av Sandi, men aftan fyri genturnar
situr Føroya mætasti poppsmiður
Kári Jacobsen. Kári livir av at skriva
tónleik og skrivar javnan tónleik til
nógv útlendsk nøvn og sjónvarprásir.
Poppkorn er Kárasa verkætlan
og hetta hoyrist aftur. Kári hevur
skrivað orð og løg á 9 av teimum 10
løgunum. Hitt lagið er “Sjeikurin”
hjá Elin Heinesen, ið lá nummar eitt
á fimtan teimum bestu. Fyrsta fløgan
hjá bólkinum kom út beint fyri jól,
og megnaði uppá fáar vikur at gerast
triðjmest selda fløga á sølulistanum
hjá 3’aranum.
Atkvøða: Send »pla bn 4« til 1441
Petur Pólson
Besti nýggi
Petur Pólson hevur verið virkin
í føroyskum tónleiki í nógv
ár í bólkum sum Visible Fish
og Clickhaze. Petur var í 1999
oddamaður í tveimum bólkum í Prix
Føroyar finaluni, og í 2001 vann
hann Prix Føroyar við Clickhaze. Í
ár hevur Petur á fyrsta sinni verið
at hoyra solo. Hetta hevur, sambært
Peturi sjálvum, givið honum nógv
leysari teymar til at gera tað ,sum
hann hevur hug til. Við sær í
bólkinum hevur Petur royndar og
dugnaligar tónleikarar, ið saman við
Peturi skapa eina myrka og vakra
ljóðmynd.
Petur vann M.A. Jacobsens
virðislønina fyri fagrar bókmentir
í 1997. Hetta er stutt sagt ein
listarmaður, ið einki hevur at prógva.
Atkvøða: Send »pla bn 3« til 1441
The Dreams
Besti nýggi
Punkrokkbólkurin úr Havn er
tann fyrsti føroyski bólkurin, sum
av álvara er sloppin fram at á
tónleikarásini MTV. Bólkurin varð
valdur til at verða við í kappingini
The A Cut, og har stóðu teir seg heilt
væl, hóast teir vórðu soldaðir frá
móti endanum av kappingini.
Tríggir tónleikarar eru í The
Dreams, og teir spæla lívligan
rokktónleik, sum er á tann
punkkenda bógvin. Bólkurin
hevur eitt lítið ár á baki, men
hann hevur longu gjørt vart við
seg í føroyskum tónleiki. Eftir at
bólkurin var komin inn í hitan á
MTV, vóru boð eftir honum til
føroysku tónleikafestivalarnar í
summar, og The Dreams spældi
bæði á Jóansøkufestivalinum,
G! Festivalinum og á Summar
Festivalinum, umframt at bólkurin
hevur spælt á øðrum konsertum. The
Dreams er eitt spennandi og ungt
navn í føroyskum tónleiki.
Atkvøða: Send «pla bn 5« til 1441
Brandur Karlson
Jacobsen
Besti sangari
Í fjør kom ein sangari afturíaftur,
sum tað ikki hevði verið so nógv
at hoyrt í fleiri ár. 30 ára gamli
runavíkingurin Brandur Karlson
Jacobsen plagdi at verða virkin í
føroyskum tónleiki, og hann var
millum annað við í rokkbólkinum
Ikaros, sum spældi eitt skifti í
90’unum. Men í fleiri ár hevur
hann ikki framført nakað serligt
alment, og tað var tí talan um eitt
lítið comeback, tá ið hann var við
í singer/songwriter kappingini.
Har gekk tað so væl, at Brandur
gjørdist tryggur vinnari av
kappingini. Sosialurin skrivaði, at
Brandur var í einum flokki fyri seg
í finaluni. Brandur skrivar sjálvur
sangir, og tónleikurin hjá honum er
fólkakendur popptónleikur.
Atkvøða: Send »pla bs 1« til 1441
Kári Sverrisson
Besti sangari
Eru vit til, spurdi Kári Sverrisson
í sanginum, sum hann skrivaði
til kappingina hjá Amnesty
International fyri sløkum 15
árum síðani. Tað var tað fyrsta,
sum føroyingar veruliga hoyrdu
til sangskrivaran og sangaran
Kára Sverrisson. Nøkur ár
frammanundan gjørdi hann nógv
við at vera málmaður í fótbólti,
men hann læt seg úr handskunum
og tók heldur gittar hond. Kári var
sentralur limur í tónleikabólkinum
Enekk, sum var ein nýskapandi
fólkatónleikarabólkur, og millum
og eftir útgávur hjá Enekk hevur
Kári Sverrisson spælt sum solistur.
Hann hevur javnan framførslur við
tónleiki hjá sær sjálvum og øðrum.
Hann er ein gávaður og nýskapandi
sangskrivari, sum telist millum teir
størstu vísusangararnar, sum Føroyar
hava átt.
Atkvøða: Send »pla bs 3« til 1441
Kim Hansen
Besti sangari
Nólsoyingurin Kim Hansen
man vera ein av best umtóktu
sangarunum í landinum. Dugnaligi
popptónleikarin telist millum okkara
bestu tónleikarar, og hann er ein
framúr góður sangari. Hann kann
tulka teir vakrastu sangirnar, so at
teir fáa nýtt lív, og hann fáa tann
lætta popptónleikin og bukandi
rokktónleikin at svinga sum fáur.
Í fjør gav Kim Hansen út eina
savnsfløgu við øllum teimum mongu
sangunum, sum hann hevði sungið
í ymsum samanhangum. Úrvalið
er imponerandi og hugtakandi.
Alt frá stóra hittinum um Mariu
til jólasangir, fótbóltssangir og
poppsangir. Fløgan gjørdist mest
selda fløga hjá 3’aranum í fjør.
Á palli hevur Kim Hansen verið
sera virkin – bæði sum solistur,
men serliga í tónleikabólkum
– og í løtuni er ein hann ein av
limunum í vælspælandi bólkinum
Showmonnum.
Atkvøða: Send »pla bs 4« til 1441
Teitur Lassen
Besti sangari
Fáur føroyskur tónleikari hevur verið
so áhaldandi og treiskur sum Teitur
Lassen í arbeiðnum fyri at gerast
tónleikari burturav. Hann hevur í
fleiri ár ferðast úti í heimi við sínum
tónleiki, og tað gav eisini úrslit,
tá ið stóra plátufelagið Universal
gjørdi ein sáttmála við hann. Teitur
byrjaði sum popptónleikari í Havn,
og hann var sangari í væl umtókta
bólkinum Mark No Limits, sum
millum annað vann Prix Føroyar
tónleikakappingina. Seinnu árini
hevur hann spælt undir sínum egna
navni, og hann hevur ikki minst
verið á ferð í USA, men eisini á
okkara leiðum í Norðurlondum og
Europa annars. Higartil er ein fløga
komin út á plátufelagnum Universal,
men meira er í væntu. Teitur skrivar
sínar egnu sangir, og teir eru
hugtakandi við góðum yrkingum og
fangandi løgum.
Atkvøða: Send »pla bs 5« til 1441
Janus Rasmussen
Besti sangari
Karismatiski sangarin í feel
good bólkinum Lama Sea, Janus
Rasmussen, hevur í ár sligið sítt
navn fæst, sum ein lívligur, góður,
stuttligur og garrvillur sangari. Hann
er ein sonn orkubumba á einum palli
og eigur ein stóran leiklut í, at Lama
Sea nú telist millum best dámdu
føroysku bólkarnar.
Janus Rasmussen gjørdi fyrstu
ferð vart við seg í bólkinum Speaker
í Prix Føroyum 2003, men tað
var í ár við Lama Sea, at hann
gjørdist ein veruliga stjørna. Lama
Sea er í uppskoti til planetir fyri
besta bólk og besta nýggja bólk.
Janus Rasmussen syngur eisini í
lýsingarbólkinum The Message.
Atkvøða: Send »pla bs 2« til 1441
Madonna
Besti
útlendski
Madonna verður
roknað sum
poppdrotningin í
løtuni. Songkvinnan,
sum er farin at
nærkast teimum
fimmti, er framvegis
virkin, dagførd og spennandi. Hon
kom av álvara fram í 1984, tá ið fyrsti
sangurin hjá henni kom inn um topp-10
í USA. Síðani hevði hon 17 fylgjandi
sangir, sum allir komu fram millum
10 tær bestu singlurnar á amerikanska
singlehitlistanum. Tá ið sangurin Like A
Virgin gjørdist nummar 1 í USA í 1984,
var grundarlagið lagt undir statusið sum
heimsstjørna. Men hóast tað eru gingin
20 ár síðani gjøgnumbrotið, er Madonna
framvegis millum stóru songkvinnurnar
í heiminum. Hon hevur júst havt eitt
heimshitt við sanginum Hung Up, og hon
er alt annað enn ferdig sum poppsangari.
Sagt verður, at Madonna varð fyrsta
kvinnan, sum hevði fult tamarhald á
sínum egna tónleiki og image – ein
sterk listakvinna, sum dugir at gera
popptónleik til eina breiða áhoyrarafjøld.
Atkvøða: Send »pla ub 3« til 1441
James Blunt
Besti
útlendski
Ein yrkisleið
innanfyri bretska
herin tóktist
meira sannlík
enn lívið sum
poppstjørna fyri
nøkrum árum
síðani. James
Blunt kemur úr
eini familju, sum hevur traditiónir innan
bretska herin, og hann gjørdi sjálvur
tænstu sum NATO-hermaður í Kosovo.
Men eftir fýra ár í herinum tók hann fetið
inn í tónleikaheimin, og í 2003 fekk hann
sáttmála við plátufelagið Custard Label. Í
2005 kom fyrsta fløgan hjá James Blunt,
og hon kallast Back To Bedlam. Útgávan
fekk rættiligan vind í seglini, tá ið fyrsta
stakfløgan, You’re Beautiful, streyk upp
á bretska tónatindin og var liggjandi sum
nummar 1 á singlehitlistanum í fimm
vikur. Sangurin gjørdist eisini eitt hitt
kring Evropa – eisini í Føroyum – og
síðani hevur James Blunt verið roknaður
sum eitt av teimum mest spennandi
nýggju nøvnunum í evropeiskum
popptónleiki.
Atkvøða: Send »pla ub 2« til 1441
Tim Christensen
Besti
útlendski
Tim Christensen
telist millum teir
týðandi limirnar í
nýggjari donskum
rokktónleiki.
Sangarin og tónleikarin úr
Espergærde var limur í tiltikna
danska rokkbólkinum Dizzy Mizz
Lizzy, sum var virkin í árunum
frá 1988 og fram til 1998. Tim
Christensen hevur, síðani Dizzy
Mizz Lizzy gavst at spæla, roynt
seg á egnum veingjum, og tað við
góðum úrslitum. Hann hevur skrivað
sangir, givið tónleik út og spælt á
konsertum í Danmark og aðrastaðni.
Tann sangurin hjá Tim Christensen,
sum tann breiða fjøldin kennir best,
má vera sangurin, sum hann skrivaði
til donsku sjónvarpsrøðina Nicolaj
og Julie – Right Next To The Right
One. Men Tim Christensen er nógv
meira enn tað, og hann er framvegis
ein virdur rokktónleikari í Danmark
– og í Føroyum.
Atkvøða: Send »pla ub 5« til 1441
Nephew
Besti
útlendski
Nephew var eitt av
høvuðsnøvnunum á
G! 2005. Bólkurin
fekk veruliga
áskoðarafjøldina
á kók. Hetta sást
eisini aftur á 15
teimum bestu, har bólkurin fekk tvey
løg á listan yvir ársins best dámdu
løg: En Wannabe Darth Vader á
fjórða plássi og Worst & Best Case
Scenario á sekstanda plássi. Eisini á
danska Tjecklistanum klárar Nephew
seg væl við Worst & Best Case
Scenario, sum ársins best dámda
lagi, og tveimum øðrum løgum
somuleiðis á listanum.
Nephew við hálva gøtumanninum
Simon Kvamm á odda, er eitt tað
størsta navnið í donskum tónleiki
í løtuni. Nephew hevur verið til
síðan 1996, men fekk ikki veruliga
gjøgnumbrot fyrr enn Simon
Kvamm gjørdist kendur úr Drengene
Fra Angorra. Fløgan USA/DSB var á
tremur við landaplágum.
Atkvøða: Send »pla ub 4« til 1441
Green Day
Besti útlendski
Í 2005 vóru tíggju ár fráliðin, síðan
Green Day gav fyrstu fløguni Dookie
út. Hetta er bólkurin, ið byrjaði alt
hatta við popppunki, fleiri ár áðrenn
Blink 182 og Sum 41 vóru til.
Á nýggjastu fløguni American
Idiot vísir Green Day, at bólkurin
er vorðin vaksin. Tónlistarliga er
talan um frálíkan rokktónleik. Men
samstundis er politiski boðskapurin
vorðin nógv harðari og meira
beinrakin. Fløgan er ein beinleiðis
framman á til Georg Bush og høgra
vongin í amerikanskum politikki.
American Idiot hevur fingið eina
fantastiska móttøku við eini røð av
hittløgum og heiðurslønum kring
allan heim.
Atkvøða: Send »pla ub 1« til 1441