mánadagur 9. januar 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2006
25
Birming
ham
nýggjan
áleypara
Ingi Højsted í Birmingham
fær nú ein nýggjan lið
felaga.
Venjarin
hjá
Birmingham, Steve Bruce,
hevur seinastu tíðina leitað
eftir leikarum, ið kunnu
styrkja liðið, og nú hevur
felagið gjørt sáttmála við
32-ára gamla áleyparan
Chris Sutton.
Sáttmálin er bert galdandi
komandi hálva árið, og
so skulu partarnir taka
støðuna til samráðingar.
Sutton hevur samráðst við
fleiri onnur Premier League
feløg, men hann valdi so at
enda Birmingham.
Birmingham liggur á
næstaftasta plássi í Premier
League og hevur tørv á
øllum góðum kreftum at
lyfta liðið úr vandanum
fyri niðurflyting.
-SíS
---
United
styrkir
hópin
Ferguson hevur leitað
eftir einum verjuleikara til
vinstra borð, síðan Gabriel
Heinze varð álvarsliga
skaddur í heyst.
Nú flytingarvindeygað
so lat uppaftur 1. januar,
hevur United ikki ligið
á latu síðuni, men hevur
ognað sær ikki færri enn
tveir verjuleikarar.
Fyrsta var tað Nemanja
Vidic, sum varð keyptur
fyri sjey milliónir pund úr
Spartak Moskva, og nú er
tað so Patrice Evra, ið eisini
skal styrkja verjupartin hjá
United.
Evra hevur enn ikki
verið til kanningar á
Old Trafford, men hetta
er væntandi bert ein
avgreiðsluspurningur, og
sáttmálin verður undirskriv
aður mánadagin. United
skal lata fýra milliónir
pund fyri leikaran.
-SíS
---
Ballack
helst til
Inter
Áður hevur annars verið
gitt, at Real Madrid var
mest sannlíka endastøðin,
um Michael Ballack ikki
heldur fram í Bayern
München.
Sambært italskum miðl
um er tó líkt til, at Real
Madrid og Inter hava
gjørt avtalu um, hvørjum
spælarum farið verður eftir.
Soleiðis blandaði Inter seg
uttanum, tá tað stóð greitt,
at Real Madrid vildi hava
fatur á Antonio Cassano,
sum herfyri skifti úr Roma
til kongaliga spanska
felagið.
Seinnu árini hava júst
Real Madrid og Inter
havt eitt fínt samstarv.
Eitt nú eru Ronaldo og
Roberto Carlos komnir
til Madrid úr Inter, meðan
Walter Samuel, Esteban
Cambiasso og Louis Figo
hava ferðast øvugta vegin.
-mørk
---
Keane
tapti
fyrsta
dystin fyri
Celtic
Tað gjørdist ein vána
byrjan, ið Roy Keane
fekk við nýggja felagnum
Celtic
Celtic tapti nevniliga
sunnudagin fyri einum
liði úr næstbestu deild
ini í skotsku FA steypa
kappingini. Celtic hevði
eina yvirkomiliga uppgávu
á útivølli ímóti Clyde, men
tað gjørdist heimaliðið,
sum lá omaná.
Clyde vann nevniliga
2-1 eftir at hava verið
frammanfyri 2-0 í steðg
inum. Tað var ikki fyrr enn
tíggju minuttir vóru eftir, at
Celtic minkaði um munin,
men Clyde megnaði at
halda fast um sigurin. Tað
var eisini Clyde, ið sat
á dystinum fyri steðgin,
tá tað eisini eydnaðist at
leggja seg framum.
Hetta gjørdist sostatt
ein snópislig byrjan fyri
Roy Keane í grøna Celtic
búnanum.
-SíS
FA Cup umfarið, ið var
um vikuskiftið, hevði
alt tað, sum vit vóna
og vænta at heimsins
mest siðvandu steypa
kapping. Tey minnu
feløgini argaðu tey
stóru, og fleiri av
teimum sigursvandu
feløgunum høvdu
trupulleikar, eins og
søga varð skrivað í
Newcastle, tá Alan
Shearer skoraði mál nr.
200 fyri felagið
FA Cup
Stefan í Skorini
Ein tann størsti stoltleiki
onglendinga er siðbundna
steypakappingin FA Cup,
sum fyrstu ferð fór av bakka
stokki fyri 134 árum síðani.
Hetta vikuskiftið var so fyrsta
umfarið, har Premier League
liðini sleppa uppí part, og FA
Cup livdi av sonnum upp til
tær væntanir, ið stóra enska
steypakappingin ber við sær.
Sum vant høvdu fleiri av
Premier League feløgunum
trupulleikar av liðum í lægri
deildum, og tað er júst hetta,
ið ger FA Cup so serstakt.
Shearer skrivaði søgu
Í Newcastle hevði heimaliðið
ikki so lætt við at basa Mans
field, og tað var ikki fyrr enn
í 80. minutti, at Newcastle
fekk sigursmálið. Málskjútti
var sum ikki einaferð Alan
Shearer.
Hetta var kortini ikki eitt
vanligt mál eins og øll onnur.
Shearer náddi nevniliga ein
marknastein við hesum máli,
ið var hansara mál nr. 200
fyri Newcastle. Shearer náddi
samstundis gamla metinum
hjá Jackie Milburn, ið eisini
skeyt 200 mál fyri Newcastle.
Sostatt vantar honum bert eitt
mál fyri at gerast mest skorandi
Newcastle leikari nakrantíð, og
tað gongur væntandi ikki alt ov
long tíð, áðrenn tað kemur.
Shearer er uppvaksin í
Newcastle og plagdi sum
smádrongur at standa aftan
fyri annað málið á St. James´
Park. Hann fekk kortini sítt
gjøgnumbrot í hinum endanum
av Onglandi, tá hann sum 18
ára gamal skoraði trý mál ímóti
Arsenal í 1988.
Seks ár seinni gjørdist hann
dýrasti leikari í Onglandi,
tá Kenny Dalglish keypti
hann til Blackburn fyri 3,3
milliónir pund. Eftir EM-
endaspælið í 1996 gjørdist
hann heimsins dýrasti spæl
ari, tá hann skifti aftur til
barndómsfelagið Newcastle
fyri 15 milliónir pund, og har
hevur hann verið síðani.
Tey stóru í
trupulleikum
Eitt tað mest merkisverda
úrslitið hetta vikuskiftið var
sunnudagin, tá Burton Albion
megnaði at fáa javnt ímóti
Manchester United. Úrslitið
gjørdist 0-0, og javnleikurin
var fult uppiborin hjá Burton.
Tað var ikki við sterkastu
manning, at United møtti
upp til dystin. Ferguson valdi
at geva nøkrum av teimum
tungu dreingjunum eina hvíld
og lata periferi-leikarar royna
seg ístaðin. Hetta gav kortini
ikki úrslit, tí Burton gav United
skarpan gang.
Ferguson setti Christiano
Ronaldo og Wayne Rooney
inn í seinna hálvleiki, men
teir megnaðu heldur ikki
at lirka stinnu verjuna
hjá teimum hálvtíðar pro
fessionellu
leikarunum
upp. Hetta er annað árið á
rað, at United ikki megnar
at basa einum liði uttanfyri
deildirnar í fyrstu syftu.
Venjari
hjá
Burton
Albion er Nigel Clough,
ið er sonur tann navnframa
Brian Clough, sum førdi
Nottingham Forest fram
til fleiri meistaraheiti og
Evropa Cup sigrar í sjeyti-
og áttatiárunum.
Tvey Premier League lið
eru longu úti av kappingini
eftir at hava tapt ímóti lægri
liðum. Hóast Tottenham
var
frammanfyri
við
tveimum málum á útivølli
ímóti Leicester, megnaði
heimaliðið at venda dystinum
til ein 3-2 sigur. Hetta er ein
dyggur smeitur fyri Spurs, ið
annars hevur havt eitt framúr
gott kappingarár higartil.
Hitt Premier League liðið,
ið ikki sleppur at halda fram
í ársins FA Cup, er Fulham,
sum á heimavølli mátti lúta
fyri Leyton Orient.
Middlesbrough megnaði
heldur ikki at basa einum
non-league liði, tá teir bert
fingu 1-1 á útivølli ímóti
Nuneaton, sum javnaði við
brotssparki í síðsta minutti.
Liverpool víðari í
málríkum dysti
Heili átta mál fullu í dystin
um millum Luton og Liver
pool leygardagin. Stutt inn í
seinna hálvleik legði Luton
seg framum 3-1, beint eftir
at Liverpool hevði brent eitt
brotsspark.
Venjarin Rafael Benitez
setti tá Sinama-Pongolle á
vøllin, og eftir lítlari løtu varð
støðan vend frá 3-1 til 3-4, og
Liverpool vann at enda 5-3.
Meistararnir frá í fjør,
Arsenal, høvdu á heimavølli
vitjan av Cardiff, og tað
gjørdist ein 2-1 sigur til
heimaliðið. Seinastu fýra
árini hevur Arsenal vunnið
FA Cup finaluna tríggjar
ferðir, og tí munnu teir
roknast millum favorittarnar
aftur í ár.
Lutakastið til næsta umfar
varð avgreitt seinnapartin
mánadagin, men tað var eftir
evstamark hjá blaðnum.
Klassiskt FA Cup umfar
Úr 8 metrum langaði Shearer til í dystinum móti Mansfield. Og so var málslúkurin komin upp á
200 mál fyri Newcastle. Tað er tað sama, sum Jackie Milburn í síni tíð skeyt fyri felagið
Mynd: Scanpix/Paul Kingston
FA Cup, 3. umfar - Leygardagin, 8. januar
Arsenal-Cardiff
2-1
Barnsley-Walsall
1-1
Blackburn-QPR
3-0
Brighton-Coventry
0-1
Chelsea-Huddersfield
2-1
Cheltenham-Chester
2-2
Crystal Palace-Northampton
4-1
Derby-Burnley
2-1
Hull-Aston Villa
0-1
Ipswich-Portsmouth
0-1
Luton-Liverpool
3-5
Manchester City-Scunthorpe
3-1
Millwall-Everton
1-1
Newcastle-Mansfield
1-0
Norwich-West Ham
1-2
Nuneaton-Middlesbrough
1-1
Preston-Crewe Alexandria
2-1
Shefield Utd-Colchester
1-2
Sheffield W-Charlton
2-4
Southampton-MK Dons
4-3
Stockport-Brentford
2-3
Stoke-Tamworth
0-0
Torqay-Birmingham
0-0
Watford-Bolton
0-3
West Brom-Reading
1-1
Wigan-Leeds
1-1
Wolverhampton-Plymouth
1-0
Sunnudagin, 9. januar
Burton Albion-Manchester Utd
0-0
Fulham-Leyton Orient
1-2
Leicester-Tottenham
3-2
Sunderland-Nortwich
3-0