Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 5 - 6. januar 2006 Árið, sum fór Kinna Poulsen kinna_poulsen@hotmail.com F arna árið var eitt av teimum hendingaríkastu føroysku mynd­listini viðvíkjandi. Jóla­ døgverðarnir í fjør vóru enn ikki ordiliga sodnaðir, tá útvarpið boðaði frá, at nýggjur leiðari var settur í Listasavni Føroya. Fráboðanin var væntað og tí helt mann róliga og handavanur áfram við at pakka karamellur út. Tað var ikki fyrr enn navnið á nýggja leiðaranum var nevnt, at mann fullkomiliga gloymdi at svølgja og tessvegna mundi kvalst í einari av teimum gulu rundu. Hóast nógv rok, fundarvirk­ semi og hvasslig mótmæli frá m.a. formanninum í stýri­num fyri Listasavninum Gunnari Hoydal, var Helgi Fossádal sitandi í leiðarasessi listasavnsins og har situr hann sum kunnugt framhaldandi. Gunnar Hoydal valdi at fara frá og nýggi stýrisformaðurin eitur Jógvan Páll Lassen, með­ an varðaformaður er Einar Waag. Eingin teirra hevur sýnt serligan áhuga fyri myndlist eins og Gunnar Hoydal, sum eitt nú hevur skrivað tekstir um Ingálv av Reyni, Janus Kamban o.a. Tó mugu vit staðfesta, at sonevnda listastríðið hevur verið alt annað enn úrslitarleyst. Hetta gerst av álvara greitt, tá tú roynir at fáa yvirlit yvir hvat hendi innan føroyska myndlist í 2005. Fyri tað fyrsta hevur áhugin fyri myndlistini verið ógvuliga stórur millum fólk og tað er ikki merkiligt, tá hugsað verður um hvussu frammaliga myndlistin hevur verið raðfest í fjølmiðlunum hetta árið. Tað hevur ikki hent seg áður, at evni, ið viðvíkja myndlistini hava ver­ið høvuðsyvirskriftir í so nógv­um sendingum, greinum, keiputekningum osfr. her heima í Føroyum. Úrslitið av hesum hevur verið, at føroyingar hava prátað og kjakast meira um list í ár og tað er gott. Listasavnið sjálvs­ ognarstovnur Tað, sum er minni gott er, at ein persónur uttan listfrøðiliga útbúgving er settur at leiða okkara tjóðarlistasavn, tó at tað er áhugavert, at hetta yvirhøvur kundi lata seg gera ikki minst við vælsignilsi frá mentamálaráðnum við Jógvani á Lakjuni á odda. Mentamálaráðharrin, -segði hann, kundi ikki fara at blanda seg uppí starvssetanir í Listasavni Føroya, tí Listasavnið er, -segði hann: “sjálvsognarstovnur”. Av øllum teimum margháttligu úttalilsunum, sum listarokið førdi við sær, var tað henda staðfestingin frá lands­stýris­ manninum, ið skakaði mest. Eitt er, at Listasavnið fær yvir tvær milliónur í almennum stuðuli árliga og at støðan í so máta man ørkymla hini lista­ galla­ríini í landinum (hvør segði kappingaravlaging?). Men viðmerking mentamála­ ráðharrans merkir eyðsýniliga eisini, at lagna listasavnsins er upp til skiftandi privatfólk at avgera. Í samrøðu við Georg L. Samuelsen í Dimmalætting 7. januar í fjør segði menta­ mála­ráðharrin, at hann kundi vera noyddur at fara inn í mál, sum viðvíkja Listasavninum, tí talan hóast alt er um okkara Myndlistin 2005 Sonevnda listastríðið hevur ikki verið úrslitaleyst. Áhugin fyri myndlistini hevur verið ógvuliga stórur millum fólk. Tað hevur ikki hent seg áður, at evni, ið viðvíkja myndlistini, hava verið høvuðsyvirskriftir í fjølmiðlunum. Úrslitið av hesum hevur verið, at føroyingar hava prátað og kjakast meira um list í 2005, og tað er gott skrivar Kinna Poulsen m.a. í ummæli sínum av myndlistaárinum, sum farið er. Ingálvur av Reyni, sáli vitjaði Heystframsýningina hjá ”Útbrótarunum”, her saman við versoninum Mynd: Jan Müller