mánadagur 9. januar 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 6 - 9. januar 2006
NSÍ
hevur
funnið
miðving
í Barents
havinum
Eyðfinn Fjalsbak,
sum í løtuni er
við Sundabergi,
hevur gjørt avtalu
við NSÍ, sum hann
skal umboða næsta
kappingarár
NSÍ
Jóannes Hansen
NSÍ hevur ikki verið
so nógv at hoyrt frá í
vetrarsteðginum. Flestu
spælararnir fara at halda
fram í felagnum, sum er
eyðkent av, at nógv teir
flestu spælararnir eru
uppvaksnir í NSÍ, og av
at fleiri rættuliga ungir
spælarar eru millum
teirra, sum ætlast at skula
stríðast um plássini á
besta liðnum hjá Trygva
Mortensen.
Í vikuskiftinum visti
NSÍ heimasíðan at siga,
at skjótt 25 ára gamli
miðvingurin, Eyðfinn
Fjalsbak, nú hevur gjørt
avtalu við NSÍ um, at
hann skal umboða felagið
hetta kappingarárið.
Eyðfinn verður kort
ini ikki við í fyrstu
venjingunum hjá NSÍ.
Góða orsøkin til tað er,
at Eyðfinn er til skips
við Sundabergi, sum
er í Barentshavinum.
Nær Eyðfinn fer at hava
møguleika at venja valdast
um, nær Sundaberg
verður heima aftur. NSÍ
heimasíðan sigur seg
rokna við, at hetta fer at
verða um mánaðarskiftið
januar-februar.
Eyðfinn
Fjalsbak
spældi í fjør við MB í
3. deild. Hann hevur tó
royndir í bestu deildini.
Í 2001 spældi hann við
HB, og fleiri av hinum
seinastu árunum hevur
hann spælt við FS Vágum.
Eyðfinn var í síni tíð á
unglingalandsliðunum.
Hann hevur roynt seg
á fleiri plássum. NSÍ
heimasíðan sigur seg
skilja, at ætlanin er at
royna miðvingin og
skipsmannin í høgra
borði á miðvøllinum - tá
ið hann kemur aftur úr
Barentshavinum.
BK Tromsø-Nyborg
3-0 (26-24, 25-21,
25-19):
Tromsø
vann
Konga
steypið
Talan varð um
tryggan 3-0 sigur, tá
Tromsø leygardagin
spældi steypafinalu
móti Nyborg
Flogbóltur
Jákup Mørk
Bárður Bendix Mikkelsen
kundi leygardagin eisini
skriva »norskur steypa
vinnari« á navnaspjaldrið
hjá sær. Eitt navnaspjaldur,
sum undan hesum eisini
taldi danska steypa- og
meistaraheitið, umframt
heiðursmerkini,
sum
hann hevur vunnið í Før
oyum og við føroyska
flogbóltslandsliðnum.
Saman
við
Rúna
Weihe hevur Bárður í
ár spælt við BK Tromsø
í Noreg, og leygardagin
vóru teir annar parturin
í norsku finaluni um
Kongepokalen.
Ein
finala, ið sum hin fyrsta
varð víst beinleiðis á
NRK 1, og sum tí hevði
eyka prestisju við sær, so
at siga.
Hóast Rúni Weihe
hevði givið barsils-
avboð til finaludystin,
og Tromsø tí mátti vera
ein av týdningarmestu
spælarunum fyriuttan,
so gjørdist talan um
eina sanna framsýning
av styrkini hjá Tromsø.
Eisini hóast liðið í løtuni
er beint aftan fyri Nyborg
á stigatalvuni.
Fyrsta settið var tó
sera spennandi. Bæði
liðini fylgdust sera tætt
alt settið, men tá Terje
Øvergård við einum rein
um servuessi sendi settið
til Tromsø, tóktist hetta
samstundis vera mest
avgerandi bólturin í øllum
dystinum.
Í øllum førum helt
Tromsø í bæði næsta og
triða settinum dystinum
í einum jarntaki. Hóast
munurin ikki gjørdist tann
heilt stóri, so vóru tað alla
tíðina liðfelagarnir hjá
Bárði, sum hvødu munin,
og tí kundi eingin muta
ímóti, at talan var um ein
fult uppibornan sigur.
Steypasigurin leygar
dagin var hin áttandi í
røðini hjá Tromsø.
Fleyr vann eisini
Mjølnir-kappingina,
og tí verður neyðugt
við nýggjum
dysti, fyri at finna
mótstøðuliðið hjá
Fleyr til steypa
finaluna
Flogbóltur
Jákup Mørk
Sørvingar mundu annars
vóna, at teir kundu endur
taka kynstrið frá seinnu
uppgerðini við Fleyr í
grundspælinum. Ta ferðina
tapti Fleyr fyri einastu ferð
higartil hetta kappingarárið,
men sunnudagin vóru havnar
menninir aftur omaná.
Sørvingar stríddust tó væl,
og Fleyr mundu ongantíð
kenna seg vísar í sigrinum,
fyrr enn seinasti bólturin var
vunnin. Kanska mundi triða
settið vera serliga avgerandi í
so máta, men hóast sørvingar
høvdu kjansins, so megnaðu
teir ikki at taka av hesum.
Nýggj hálvfinala
Fleyr vann í heyst eisini
finaluna í FK-kappingini,
sum Fleyr sjálvt skipar fyri.
Vinnararnir í FK- og Mjølnir-
kappingini eru liðini, sum
spæla sjálva steypafinaluna,
og tí verður nú neyðugt við
nýggjum dysti, fyri at finna
mótstøðuliðið hjá Fleyr til
finaluna.
Tann dysturin verður
millum Mjølnir og SÍ, og so
verður spennandi at síggja,
hvat av teimum báðum lið
unum fer at dystast við
Fleyr, sum í februar mánaði
fyri fyrstu ferð skal royna
seg í steypafinaluni.
Heldur ikki í Mjølnir-
kappingini eydnaðist
SÍ-kvinnunum at
vinna finaludystinl,
og soleiðis verða tað
nummar trý og fýra
á stigatalvuni, sum í
februar mánaði skulu
spæla steypafinaluna
hjá kvinnum
Flogbóltur
Jákup Mørk
SÍ hevur uttan iva verið
eitt av mest spennandi ele
mentunum í føroyskum
kvinnuflogbólti í vetur.
Liðið, sum bara á øðrum ári
er partur av meistaradeildini,
hevur í ár staðið seg framúr
væl. Við eini stammu av
egnum spælarunum, sum
tó er kryddað við góðum
uttanhýsis styrki, hava
sørvágskvinnurnar skjótt
prógvað, at tær eins og
menninir vilja hava eitt orð
at siga í oddinum.
Í FK-kappingini vóru
tær eisini partur av finalu
dystinum móti TB, sum
tær tó taptu, men við fin
alusessinum í Mjølnir-kapp
ingini høvdu tær tó enn ein
møguleika at verða partur av
steypafinaluni, sum kanska
er størsti einstaki dagurin
fyri føroyskan hondbólt.
Tað eydnaðist tó heldur hjá
SÍ ikki at vinna seg fram til
steypafinaluna hesaferð. ÍF,
sum kanska ikki hevur havt
bestu hugsandi byrjanina upp
á kappingarárið, var snøgt
sagt væl betri, tá finalan í
Mjølnir-kappingini var á
skránni sunnudagin.
Serliga í álopspartinum
var ÍF væl sterkari. Tað
hevði við sær, at SÍ sjáldan
fekk móttøkurnar at rigga
nóg væl, og so er trupult at
leggja trýst á mótstøðuna.
Við sigrinum hevur ÍF
altso vissað sær sætið í
steypafinaluni, har TB
er mótstøðuliðið. Tað vil
við øðrum orðum siga, at
hvørki av oddaliðunum úr
Vágoynni er partur av stóra
finaludegnum.
Fleyr-SÍ 3-1 (25-23, 22-25, 26-24, 25-22):
Mótstøðan hjá Fleyr skal finnast
SÍ gav góða mótstøðu, men
enn einaferð vóru teir í Fleyr
hægstir, tá finaludysturin
í Mjølnir-kappingini var á
skránni sunnudagin
Mynd: Norðlýsið
SÍ-ÍF 0-3 (18-25, 18-25, 21-25):
Einki oddalið í steypafinaluni
Vinnararnir í Mjølnir-
kappingini vóru hesi:
Kvinnur
Meistaradeil
ÍF
1. deild
Fleyr
2. deild
KÍF
Menn
Meistaradeild
Fleyr
1. deild
Fleyr
2. deild
ÍF
FAKTA