mánadagur 9. januar 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 6. januar 2006
27
tjóðarsavn. Men hvat meira
skal so til fyri at fáa hetta at
henda? Í grein í Dimmalætting
22.mars tosar Jógvan á Lakjuni
um at endurskoða viðtøkurnar
fyri savnið saman við nýggja
stýrinum við atliti til møguligar
bygnaðarbroytingar á savninum.
Er hetta gjørt? Vit bíða eftir eini
frágreiðing.
Fasta framsýningin
vorðin vánaligari
Tó at listasavnið er ein sjálvs
ognarstovnur, hevur savnið tær
skyldir, sum eitt tjóðarlistasavn
hevur og sum millum annað
fevnir um at keypa og sýna
fram tað besta innan føroyska
samtíðarlist. Hesum knípur
tað við í løtuni. T.d. varð einki
keypt til savnið á ársins bestu
føroysku felagsframsýning;
Heystframsýningini. Eyðvitað
verður skráin í einum listasavni
vanliga løgd fleiri ár fram, tó
at pláss onkuntíð verður fyri
spontanum hugskotum, tá
avlýsingar o.a. eru. Hetta er
eisini galdandi fyri eitt nú for
kunnugu framsýningina við
Edvard Munch, ið longu var
á tekniborðinum, tá Bárður
Jákupsson var leiðari í Lista
skálanum. Hinvegin eru broyt
ingarnar, sum nú eru hendar
við teirri føstu framsýningini
eftir øllum at døma framdar av
nýggju leiðsluni. Hugskotið at
seta verk hjá ungum listafólkum
saman við eldri klassikarum
er góður og heppið nýtt t.d. í
Statens Museum for Kunst
í Keypmannahavn í framsýn
ingini Clinch. Sama er ikki
galdandi fyri framsýningina í
Listaskálanum. Fyri tað fyrsta
eru góðskukrøvini als ikki nóg
høg; vánalig myndlist gerst
ikki betri av at verða hongd
við síðuna av góðari myndlist.
Tað einasta, sum hendir er, at
framsýningin sum heild gerst
vánaligari eins og tað er hent
við føstu framsýningini í
Listaskálanum. At vera góður
sniðgevi, scenografur, arkitektur
osfr. er ikki einsbetýðandi við at
vera dygdargott myndlistafólk.
Hetta er sjálvsagdur lutur fyri
tey flestu, men ikki í Listasavni
Føroya, har tey av álvara eru
farin at fjasast við brúkslistini.
Hetta er saman við ógrundaðum
pástandum sum t.d. “Tekstillistin
er nakað serligt fyri Føroyar” í
óprofessionella tíðindaskrivinum
dagfest 14.nov, rópandi dømi um,
at Listasavn Føroya í hættisligan
mun vantar ein listfrøðing.
Listasavn á Sandi
Sofus Olsen hevur í greinum víst
stóra og holla vitan um føroyska
list, sum hann hevur stuðlað og
savnað í mong ár. Hann er eisini
av álvara ónøgdur við leiðsluna
í Listasavni Føroya og hvør veit
um tað var henda ónøgd, sum av
álvara fekk ferð á ætlanir hansara
um at byggja eitt listasavn í
føðibygd sínari á Sandi. Í øllum
førum stendur savnið longu har
og myndirnar, vit sóu í SvF innan
úr savninum boða frá góðum.
Hetta frálíka privata initiativið
átti at verið til íblástur hjá tí
almenna. Vit kundu havt eitt
Steffan Danielsen savn í Nólsoy,
eitt Ruth Smith savn í Vági osfr.
og hervið verið uppá forkant við
ta sonevndu mentanarturismuna,
ið er alsamt vaksandi orsakað
av tí vaksandi bólkinum av eldri,
men vælhildnum, mentaðum og
múgvandi vesturlendingunum, ið
tráa eftir autenciteti og mentanar
ligum upplivingum. Men tað er
sjálvandi ivasamt hvørt vit hava
ráð til slík lokal listasøvn nú tað
ljóðar sum vit ikki longur hava
ráð til okkara bókasøvn.
Heystframsýningin
At einki er so ringt, at tað ikki er
gott fyri okkurt, var stórfingna
Heystframsýningin kanska tað
greiðasta dømi um í 2005. 12
av okkara bestu listafólkum
tóku seg úr myndlistafelagnum,
sum tey av ymsum orsøkum
vóru ónøgd við. Útbrótararnir,
sum tey verða nevnd millum
manna, eru hvørki kend
sum serligar provotýpir ella
klandursvætti. Heldur er talan
um hóvlig, væletablerað og
seriøs listafólk, sum hava tikið
dik á seg til stóra eydnu fyri
føroysku myndlistina. Út yvir
tær serligu hølisumstøðurnar,
var Heystframsýningin ikki
skelkandi moderna, men hon
var góð. Hvørt tey 12 ella fleiri
gera eitt felag ella hvussu og
Forkunnug framsýning
einamest við grafikki
hjá Edvard Munch var í
Listasavni Føroya í 2005
Mynd: Jens K. Vang
Unga Herdis Jakobsen vil
vera listakvinna. Myndin:
Moonlight 2003
Framhald á næstu síðu
Útbrótararnir sýndu fram í hølum hjá Tórshavnar Skipasmiðju
Mynd: Jan Müller