mánadagur 9. januar 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2006
27
HM-
gøla í
Trinidad
& Tobago
Áhugin fyri HM-fótbólti
er sjálvandi ovurstórur í
Trinidad & Tobago, nú
landið fyri fyrstu ferð
hevur vunnið seg fram til
endaspælið.
Tí hevur eftirspurn
ingurin eftir ferðum og
atgongumerkjum verið
stórur, men nú er ein sonn
gøla komin undan kavi.
Varaforsetin í FIFA, JAck
Warner, eigur nevnliga eina
ferðaskrivstovu í landinum,
og har verða atgongumerki
til endaspælið seld fyri
ovurhonds stórar upp
hæddir. Miðalinntøkan í
landinum er 65.000 um
árið, men kortini kosta 12
dagar í Týsklandi við HM-
fótbólti heilar 29.500 kr.
Forsetin í landinum,
Patrick Manning, hevur
lovað, at stjórnin nú fer
at kanna eftir, hvussu
atgongumerkir og ferðir til
Týsklands verða seld.
-mørk
---
Vieri vil
skifta
felag
Varaforsetin í AC Milan,
Adriano Galliani, sigur í
dag við italskar fjømiðlar,
at framherjin Christian
Vieri ynskir at sleppa úr
felagnum.
Í summar verður HM
í Týsklandi, og italski
framherjin ber ótta fyri at
vantandi spælitíðin í AC
Milan hevur við sær, at
hann fær tað torført við at
vinna sær eitt pláss í HM-
hópin hjá Italia.
Fleiri feløg hav sýnt
Christian Vieri áhugað.
Millum hesi eru Atletico
Madrid, Newcastle United
og Tottenham Hotspurs.
-páll
---
Romario
tekur eitt
ár í senn
Nógv kann sigast um
Romario, men hann hevur
ongantíð verið typan, sum
hevur runnið sólina svarta
á vøllinum.
Kanska er hetta eisini
orsøkin til, at skjótt 40
ára gomlu fótbóltsbeinini
framvegis halda á at skjóta
mál - nógv mál.
Í fjørð skeyt rutineraði
málrevurin 22 mál í bras
ilsku kappingini og varð
soleiðis toppskjútti. Og
nú sigur hann seg vera til
reiðar at taka enn eitt ár.
Og aftur í ár fer hann
at spæla fyri Vasco da
Gama. Gitt varð annars,
at Romario fór at skifta til
meistarnar úr Corinthians,
um hann helt fram.
Romario byrjaði yrkisleið
sína í Vasco da Gama. Eftir
at hann endaði europeiska
ævintýr sítt, spældi hann
eitt skifti í Fluminese,
men hetta gekk alt annað
enn væl.
-mørk
---
Anja
Andersen
skal
venja
Serbia
Tá Serbia tekur ímóti
Rumenia í tveimum EM-
undankappingardystum í
mai mánaða, verður tað við
fyrrverandi stórspælaranum
á danska landsliðnum og
núverandi venjaranum hjá
Slagelse, Anju Andersen,
við róðrið.
Anja Andersen hevur
játtað, í fyrsta lagið, at
standa á odda fyri ser
biska landsliðnum í tveir
dystir. Eftir dystirnar í
mai skulu Serbiska hond
bóltssambandi og Anja
Andersen tosa saman aftur
um eitt møguligt longri
samstarv.
Við Ritzau sigur Anja
Andersen:
– Eg havi sagt ja til til
boðið, tí eg síggi stórar
møguleika í serbiskum
hondbólti, og tí eg síggi
møguleikar fyri at vinna
gull í teimum stóru kapp
ingunum.
Anja Andersen heldur
kortini eisini fram sum
venjar hjá Slagelse IF.
-páll
Úrslitini í vikuskift
inum førdu við sær,
at oddaliðið úr Havn
nú er tvey stig fremst.
Vestmenningar
anda tó eitt sindur
havnarmonnum í
nakkan, nú kappingin
er komin í helvt
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Undan fimta umfarinum,
høvdu havnarmenn 11,5
stig, meðan einastu veru
ligu kappingarneytarnir,
vestmenningar, høvdu eitt
stig færri, 10,5. Vestmenn
ingar vónaðu, at klaks
víkingar fóru at gera ein vørr
móti havnarmonnum. Men
so varð ikki.
Stórsigur
Tað gekk ikki long tíð áðr
enn havnarmenn høvdu
eina 2-0 leiðslu. Feðgarnir,
Andrias og Helgi D. Ziska,
vunnu á ávíkavist Tummas
Martini Sólsker og Willa
Olsen. Andrias fekk longu
í byrjanarspælinum greiðan
fyrimun, meðan Helgi vann
spakuliga sítt talv. Helgi er
toppskorari á liðnum við
4,5 av 5. Andrias hevur
eisini megnaúrslit at vísa á
við sínum 3,5 stigum av 4
møguligum.
Helgi endaði við 5,5
stigum av 10 møguligum
í Hastings. Við úrslitinum
vinnur Helgi sær umleið 30
ratingstig. Andrias vinnur
sær eisini fitt av rating fyri
síni 3 stig.
Aftur til dystin sunnudagin.
Olaf Berg og Ólavur telvdu
eitt heldur longri talv,
men eisini á 2. borði lá
havnarmaðurin
omaná.
Olaf, sum telvaði trygt og
sannførandi ímóti Ólavi,
hevur seinastu árini verið
álitið hjá havnarmonnum í
liðkappingini. Í ár hevur tað
eisini gingið væl hjá honum,
nú kappingin er komin í
helvt. Olaf hevur 4 stig av
5 møguligum.
Talvið á 1. borði endaði við
javnleiki. Eyðun Nolsøe, sum
styrkti um klaksvíksliðið,
hevði eitt ávíst drúgvt trýst
á Martini Poulsen, men før
oyameistarin frá 2003 og
2004 helt skansan og fekk
sín javnleik.
Eitt óføra gott úrslit hjá
oddaliðnum. Klaksvíkingar
tykjast hinvegin við vissu
at vera uttanfyri dystin um
gullið.
Òvæntað vend
í kollafirði
Vestmenningar manglaðu
sterkasta korti í dystinum
ímóti kollfirðingum. John
Rødgaard var staddur uttan
lands. Heldur ikki lá tað fyri
hjá Sjúrði Thorsteinsson,
sum vanliga mannar 4. borð,
at telva sunnudagin.
Torbjørn Thomsen fekk
á 2. borði nokkso skjótt
greiðan fyrimun ímóti
Samson Højgaard. Torbjørn
kombineraði seg til tryggan
sigur.
Næsta talvið sum varð
liðugt, var millum Hans
Kristian Simonsen og
Carl Eli N. Samuelsen.
Hans Kristian, sum hevði
svart, kom nakað betur frá
byrjanarspælinum, men í
miðspælinum eydnaðist
tað Carl Eli at lumpa Hans
Kristian og vinna sær ein
riddara fyri finnu. Hans
Kristian fekk mótspæl, men
tað varð ikki nóg mikið fyri
at bjarga sær.
Útlit vóru fyri at kollfirð
ingar í minsta lagi fóru at
fáa 2-2. Men vestmenn
ingurin Jákup á Rógvu
Andreasen fekk hjálp frá
mótstøðumanninum Bern
hardi Thomsen í javnari
støðu og so varð liðugt.
Eisini Karl Louis Johansen
á 4. borði hevði ávísan fyri
mun í endatalvinum ímóti
John Jacobsen, men John
helt høvdið kalt og fekk
avviklað til javnleik.
Tískil endaði dysturin
við teprum sigri til vest
menningar, sum harvið
hanga so frægt teir kunnu í
havnarmonnum.
Javnleikur í Klaksvík
B-liðið hjá klaksvíkingum í
1. deild fekk sunnudagin ein
kærkomnan javnleik ímóti
hvalvíkingum.
Útisetin Terji Petersen
vann ímóti Haldur Suna
Johansen. Haldur yvirspældi
helst eina javna støðu. Rani
Nolsøe hevði fyrimun í
sínum talvi ímóti Finnbjørn
Zachariassen, men saman
renningin av einum skeivum
leiki hjá Rana og mótspæli
hjá Finnbirni, koppaði skálin
hin vegin.
Martin Brekká vann
rímiliga trygt á Ingolf
Gaard á 3. borði, meðan
Rógvi Dragaberg bjargaði
klaksvíkingum javnleikin
við sínum sigri á Sámali
Christiansen á 4. borði.
Komandi sunnudag hitt
ast klaksvíksliðini ímóti
hvørjum øðrum, hvalvíkingar
skulu til Vestmanna og
havnarmenn fáa vitjan av
kollfirðingum.
Í 2. deild er elevatorliðið
úr Sandavági fremst við 14
stigum. Teimum næstir er
Havnin 3 við 11 stigum.
Havnarmenn renna frá hinum
Í drúgvum talvi eydnaðist tað
Olaf Berg úr Havn at basa
Ólavi Simonsen
VÍF-kvinnurnar fingu
eina óvæntaða harða
uppgávu, tá tær í dag
vitjaðu í Runavík
Hondbóltur
Jákup Mørk
Tjaldur tykist ikki hava
hug at geva skarvin yvir,
nú endaspælíð í Sunset-
kappingini er farið ígongd.
Í dag tóku tær móti VÍF,
sum verður mett sum sterk
asta liðið í niðara bólkinum,
men hetta legði Tjaldur ikki
stórvegis í.
Fyrstu løtuna leyp heima
liðið upp á 8-2, og tó at VÍF
stríddi seg aftur, so hevði
Tjaldur munin í steðginum.
Eftir steðgin leikaði meira
javnt á, men 10 minuttir
fyri leiklok fekk VÍF tó
lagt seg á odda. Tað endaði
eisini við, at gestirnir fingu
ætlaðu stigini, men Tjaldur
fekk avgjørt nýtt høvið til at
senda eina kraftiga ávaring
til hini liðini í niðara Sunset-
bólkinum.
Vit hava tíverri ikki mót
tikið dómaraseðilin frá dyst
inum.
Tjaldur-VÍF 27-29 (15-12):
Tjaldur beit frá sær
Úrslit og støður - 1. deild
5. umfar
Havnin-Klaksvík 1
3,5-0,5
Martin Poulsen-Eyðun Nolsøe
0,5-0,5
Olaf Berg-Ólavur Simonsen
1-0
Helgi D. Ziska-Wille Olsen
1-0
Andrias Ziska-Tummas Martin Sólsker
1-0
Kollafjørður-Vestmanna
1,5-2,5
Hans Kristian Simonsen-Carl Eli Nolsøe Samuelsen 0-1
Torbjørn Thomsen-Samson Højgaard
1-0
Bernhard Thomsen-Jákup á Rógvi Andreasen
0-1
Karl Louis Johansen-John Jacobsen
0,5-0,5
Klaksvík 2-Hvalvík
2-2
Terji Petersen-Haldur Suni Johansen
1-0
Rani Nolsøe-Finnbjørn Zachariassen
0-1
Ingolf Gaard-Martin Brekká
0-1
Rógvi Dragaberg-Sámal Christiansen
1-0
Støðan
1
Havnin
15,0
2
Vestmanna
13,0
3
Klaksvík 1
8,5
4
Hvalvík
8,5
5
Kollafjørður
8,0
6
Klaksvík
7,0
2. deild - 5. umfar
Havnin 3-Vestmanna
2,5-1,5
Sandavágur-Gøta 4-0
Toftir-Havnin
2-2
Støðan
1
Sandavágur
14,0
2
Havnin 3
11,0
3
Havnin 2
10,5
4
Toftir
10,5
5
Vestmanna 2
9,5
6
Gøta
4,5