mánadagur 9. januar 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 5 - 6. januar 2006
hvat, kunnu tey ikki haldast uttan
fyri politiska ávirkan og hetta
má mentamálaráðið eisini hava í
huga til, tá tey fara at endurskoða
bygnaðin fyri Listasavn Føroya.
Aðrir glottar
Av øðrum áhugaverdum
listaupplivingum í árinum,
sum fór, kunnu nevnast fram
sýningarnar hjá ávikavíst
Jensinu Olsen og Sámal Blak
í hølum mentamálaráðsins og
framsýningarnar hjá Rannvá
Mortensen, Hanna Bjartalíð
og Bárði Jákupsson í Galerie
Focus. Framsýningin hjá Øssi
Johannesen í Gallarí Fríðriksvág
var rúgvusmikil og eitt sindur
óruddilig. Var hon ikki tað, var
lættari at fáa eyguni á perlurnar,
sum í roynd og veru vóru mill
um tær stóru, einfalt málaðu
figurkompositiónirnar í orange,
svørtum, reyðum og bláum.
Stílurin er nýekpsressivur og
naivt symbolskur. Sjálvsmyndin
og lívsfrágreiðingin eru sentral
myndevni hjá Øssi Johannesen,
har plágaði einstaklingurin
verður lýstur í millum ljós og
myrkur ella stríðandi millum
tað góða og tað ónda. Í mun
til hesar myndirnar tykist hug
lagið í myndunum hjá Símuni
Poulsen øðrvísi einfalt og
ljóst. Saman við Verkstaðnum
á Brekku í Klaksvík hevði
Símun framsýning í caféini
Galleri Jinx í fjør. Vit kenna
hansara herligu myndir frá eitt
nú Ólavsøkuframsýningini, sum
Símun hevur luttikið í fleiri
ferðir. Myndevnini eru eyg
leiðingar úr gerandisdegnum:
hús, vegir, innbúgv, bátar,
bilar osfr og úttrykkið ber
brá av barnsligum góðvarni.
Onkrastaðni hevur listamaðurin
skrivað á myndina til tess at
greiða frá myndevninum, eins og
sjónarhornið á sama hátt tykist
naivt og øðrvísi. Framsýningin
“Greivadømi” við myndum
hjá Karl Einarsson Dunganon,
sum Edvard Fuglø setti upp í
Norðurlandahúsinum var eisini
sera áhugaverd.
Smyril – størsta
savnið av yngri list
Tað var sjálvandi ikki bert í
høvuðsstaðnum, at listarligi
aktiviteturin var høgur í 2005.
Suðuroyingar ( og vit onnur)
fingu eitt flótandi listasavn
við nýggja skipinum, sum er
myndprýtt við frálíkum mynd
um hjá yngra ættarliðinum í
føroyskari myndlist frá Anker
Mortensen til Rannvá Kunoy.
Ribarhús í Fuglafirði hevði
í heyst eina framsýning við
steinprentum hjá Torbjørn
Olsen. Myndevnini stavaðu øll
frá altartalvunum, sum Torbjørn
hevur arbeitt við seinastu árini.
Frálíku verkini eru øll framleidd
í Grafiska Verkstaðnum í
Gundadali, har sera nógv virk
semi hevur verið farna árið.
Verkstaðurin hevði framsýning
í Norðuratlantsbryggjuni í
Keypmannahavn og í Sønder
jyllands Kunstmuseum. Saman
við framsýningini kom ein
bóklingur “Tryk”, har m.a.
kendi danski listamaðurin
Bjørn Nørgård hugleiðir um
verkstaðin: ”Et værksted har
en ånd, sjæl, eller rettere en
besjæling af de ting, der udføres
i værkstedet. Først de personer,
der er værkstedet: Jan og Fríða,
og den modtagelse, man får som
kunstner og gæst. Man starter
som fremmed, og langsomt
Áhugaverda danska
listakvinnan Kathrine
Ærtebjerg arbeiddi í
Grafiska
Verkstaðnum hetta árið
Speisemi, skemt og dugnaskapur ganga hond í hond í myndum
Peter Carlsens
Gallarí Fríðriksvág hevði forvitnisliga framsýning við myndum hjá Øssi Johannesen
Mynd: Jan Müller