mánadagur 9. januar 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 6 - 9. januar 2006
B68 fer í kvøld undir
venjingarnar, ið
hava sum mál at
endurvinna fasta
plássið í bestu
deildini, sum
toftamenn áttu í
fjórðings øld
B68
Jóannes Hansen
Í kvøld, mánakvøldið 9.
janaur, fer B68 av álvara
undir fyrireikingarnar til
nýggja kappingarárið. B68
er nýtt lið í FORMULA
DEILDINI. Eftir at hava
verið eitt ár í næstbestu
deildini og vent, er Tofta
Ítróttarfelag aftur har,
sum teir vóru øll árini
frá og við 1981 og til og
við 2004. Málið í hesum
kappingarárinum er at
endurvinna fasta plássið í
deildini.
Í fjør var Julian S. Johns
son spælandi venjari.
Tað verður hann ikki í ár.
Jóannes Jakobsen, sum áður
hevur verið venjari hjá B68,
er aftur á Svangaskarði.
Julian S. Johnsson telist
millum
spælararnar
umframt, at hann eisini er
hjálparvenjari, og fram til
fyrsta februar verður tað
hann, sum fer at standa fyri
venjingunum.
Sambært B68 heima
síðuni, so er Julian ikki
komin heilt fyri seg eftir
meina krossbandsskaðan,
sum hann fekk í Leirvík
tíðliga síðsta summar. Juli
an er nærlagdur, og hann
hevur drivið á at venja
eftir ætlanunum, sum ser
frøðingarnir hava givið
honum. Tað sær gott út,
men enn fara nakrar vikur
at ganga, áðrenn Julian
verður førur fyri at venja á
jøvnum føti við hinum B68
spælarunum.
Í síðstu viku kannaði
íslendski
serlæknin
Harry
Guðmundsson
knæið hjá Juliani á Lands
sjúkrahúsinum.
B68
heimasíðani veit sambært
íslendinginum at siga,
at vøddarnir í knænum,
sum varð skurðviðgjørt
í summar, nú eru nærum
so væl fyri, sum teir í
fríska knænum eru tað.
Julian hevur fingið boð
um at halda fram við at
renna, súkkla og at gera
rørsluvenjingar.
Julian skal aftur til kann
ingar í mars, og tá verður
vónað og roknað við, at
tað fer at bera til at venja
saman við hinum B68
spælarunum.
Í fyrstu atløgu eru boð
send eftir 21 spælarum.
Tveir teirra - Óli Olsen
og Jóhan Dávur Højgaard
- eru í løtuni til skips, so
teir fara ikki at møta til
fyrstu venjingarnar. Fimm
spælarar eru blaðungir
dreingir, sum hava spælt
millum lítið og einki á besta
liðnum. Teir eru Niklas
Joensen, Niklas Poulsen,
Jóhannes Heinesen, Petur
Heinesen og Petur Jóhan
Heinesen.
Hinir spælararnir, sum
skulu møta á Svangaskarði
í kvøld, eru Alex Troleis,
Arnbjørn Danielsen, Ovi
Magnussen, Øssur Jac
obsen, Øssur Hansen, Jann
Ingi Petersen, Kristian
Anton Andreasen, Jóhan
Petur Poulsen, Súni Fríði
Barbá, Kári Hansen,
Magnus Jakobsen, Fróði
Jensen, Tórður Thomsen
og so Julian S. Johnsson.
Sammett við í fjør eru
fýra nýggir spælarar í
B68 fyrireikingunum til
nýggja kappingarárið.
Teir eru Kári Hansen og
Tórður Thomsen, sum í
fjør vóru í NSÍ (umframt at
Tórður eisini eitt skifti var
í Fuglafirði), og Magnus
Jakobsen og gamli B68
kenningurin Súni Fríði
Barbá, sum í fjør spældu
á Argjum, har Jóannes
Jakobsen var venjari.
Julian skal
bíða í nakrar
vikur afturat
AGF´ari royndarvenur
í Gøtu
Heimasíðan hjá GÍ skrivar, at 19 ára gamli danin, Lasse
Borg, fer komandi dagarnar at royndarvenja í Gøtu. Lasse
Borg er málverji og leikar við AGF.
Úr Gøtu vóna tey, at ungi danski málverjin hevur
neyðugu dygdarnar til at vinna sær ein sáttmála við GÍ, sum
vóru rættiliga óhepnir við skaðum á málmansplássinum
farna kappingarár.
-páll
Reklamustjórin skal
styrkja LÍF
Eftir 10 ára frávegur
frá fótbóltinum, ætlar
Petur Slyne sær nú
aftur at gera um seg.
Saman við LÍF leggur
hann nú til brots við
venjingunum
Come-back
Jákup Mørk
Nógv av viðhaldsfólkunum
hjá HB munnu minnast tíð
ina, tá Petur Slyne gjørdi
um seg á besta liðnum.
Hóast kvikleikin ikki var hin
sami, sum hjá so nógvum av
liðfeløgunum, so var tekniskt
sterki verjuspælarin í fleiri
ár ein av stuðulsspælarunum
á liðnum.
Bert 16 ára gamal varð
hann slúsaður inn í hópin, og
í fleiri ár var hann roknaður
sum púrasta fastur partur av
hópinum. Hóast FM-heitini
í ’88 og ’90 ivaleyst munnu
teljast sum hæddarpunkt
hjá spælaranum sjálvum, so
munnu áskoðararnir serstak
liga minnast eina einstaka
hending frá 1989. Í fyrstu
finaluni um Løgmanssteypið,
har HB spældi málleysan
javnleik móti B71, var Petur
spælarin, sum var næstur at
avgera dystin. Hetta tá hann
við eium framúr hálvfluktara
úr 18 metrum bankaði bóltin
á undirsíðuna á tvørtrænum,
men inn fór bólturin altso
ikki.
Valdið lýsingarnar
framum
Hvussu var og ikki, so
vann HB seinnu finaluna
ta ferðina, soleiðis at Petur
eisini fekk tað steypið
afturat savninum. Men árini
hjá Peturi í HB gjørdust
ikki so nógv fleiri. Longu
eftir kappingarárið í 1992,
segði hann fyribils farvæl til
fótbóltin. Talan gjørdist tó
um eina stutta afturvendan,
tá hann í 1996 eisini spældi
við, men so tóktist alt eisini
vera liðugt. 25 ára gamal
hevði hann tá eisini roynt tað
mesta í føroyskum fótbólti,
og tí var hugurin ikki heilt
tann sami.
– Hetta var eisini tíðin, tá
fótbólturin gjørdist meira
og minni professionellur
í Føroyum. Tað setti størri
krøv til spælararnar, og tá
eg so varð noyddur at velja
millum fótbóltin og starvið
sum lýsingarstjóri, valdi eg
yrkið framum, sigur Petur.
Men nú røkist fyri, at talan
verður um eitt come-back.
Í øllum førum hevur Petur
játtað at verða partur av
hópinum hjá LÍF. Og sjálvur
ætlar hann sær í øllum førum
eisini at sleppa í part úti á
vøllinum.
– Nú fáa vit at síggja. Fyrst
og fremst, so havi eg tikið
hetta sum eina avbjóðing
til mín sjálvan. Eg havi als
ikki spælt veruligan fótbólt
hesi 10 árini, síðani eg gavst
í 1. deild, so eg skal fyrst
av øllum koma í venjing.
Komi eg tað, so vóni eg
sjálvandi, at eg eisini kann
verða partur av liðnum -
og vónandi eisini partur
av uppflytingarstríðnum í
fyrstu deild.
– Fyrst av øllum ræður
tó um at koma í venjing.
Higartil havi eg sníkt meg
onkran rennitúrin, men tað
hevur mest av øllum verið í
loyndum, so fólk ikki verða
fullkomuliga skelkað, tá tey
brádliga síggja meg renna,
ljóðar tað at enda flennandi
frá lýsingarstjóranum.
Sunset-kappingin
FM-bólkurin
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/- stig
1 VB
1
1 - 0 - 0
23
16
7
2
2 Stjørnan 1
1 - 0 - 0
25
21
4
2
3 Neistin
1
0 - 0 - 1
21
25
-4
0
4 Kyndil
1
0 - 0 - 1
16
23
-7
0
Sunset-kappingin
Niðari bólkurin
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/- stig
1 StÍF
1
1 - 0 - 0
28
18
10
2
2 VÍF
1
1 - 0 - 0
29
27
2
2
3 Tjaldur
1
0 - 0 - 1
27
29
-2
0
4 Søljan
1
0 - 0 - 1
18
28
-10
0
Atlantic Airways-kappingin
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/- stig
1 H71
1
1 - 0 - 0
313 258
55
10
2 Kyndil
1
0 - 0 - 1
291 259
32
8
3 VÍF
1
1 - 0 - 0
304 297
7
8
4 StÍF
1
1 - 0 - 0
277 281
-4
8
5 KÍF
1
0 - 0 - 1
273 308
-35
2
6 Neistin
1
0 - 0 - 1
289 344
-55
1
Eftir 10 ár uttan fyri føroyska fótbóltsheimin, hevur Petur Slyne nú sett sær nýggj mál. Saman
við liðfeløgunum í LÍF vil hann nú verða partur av uppflytingarstríðnum í næstbestu føroysku
røðini